fríggjadagur 4. desember 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 233 · 4. desember 2009
29
VIKUSKIFTI
Ein frálík og livilig
oasa í miðbýnum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Í hesum andarholi í miðbýnum finnur tú
hesi frálíku, sera snøggu, væl hildnu og
liviligu húsini.
Fyrsta fatanin
Innast í hugnaligu blindu gøtuni
finnur tú ein grønan blett og
snøggu húsini umgyrd av garði og
urtagarði. Alt er sera snotiligt og
væl hildið. Tú kemur inn í ein
hugnaligan og væl hildnan urta-
garð, sum er vakur bæði summar
og vetur. Urtagarðurin hóskar sera
væl til umhvørvið og hevur dæmi
av náttúruøki. Húsini eru væl
plaserað á stykkið og venda rætt
móti sólini.
Ljós og luft – inni og úti
Útigólvið, inngongdirnar og stóru
vindeyguni við skjótihurð út á stóra
útigólvið (terassuna) geva gott
samband millum úti og inni. Stovan
er stór og ljós, og tú hevur gott
samband við uttara umhvørvi. Vilt
tú vera meira inni hjá tær sjálvum,
fert tú inn í stóra og hugnaliga
alrúmi, sum eisini hevur beinleiðis
samband við útigólvið. Innan eru
húsini sera væl skipað (innrættað).
Tit missa ikki hvønn annan burtur,
men tú kanst eisini fáa fri og vera
fyri teg sjálvan. Luftskiftisskipan
við hitaendurnýtslu er, so húsini eru
frísklig og heislugóð uttan at nýta
ov nógva orku.
Stílur og snið
Haldgóða dygdin sæst aftur alla-
staðin í húsinum – bæði uttan og
innan. Alt er gjørt úr besta tilfari og
sumt er dagført fleiri ferðir, so alt
er sum nýtt. Uttan er alt dámligt og
hugfarsligt, og innan er alt ógvuliga
lívgandi og liviligt, ljóst og lekkurt.
Einki er at gera – tú kanst mest
sum bara flyta inn.
Uttanfyri og uttanum
Uttanum er garður / urtagarður við
girðing og ribeshekki, grasi, runn-
um og mongum plantum, tún við
harragarðsflísum og grót í beton
á norðursíðu. Nakað av útsýni er
oman í býin og út á fjørðin. Húsini
standa í friðarligum, veðurgóðum
og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg at kalla mitt á býnum
við fríøki til tvær síður. Allir hugs-
andi skúlar, stovnar og handlar eru
beint við.
Innan
Í miðhæddini er goymslurúm /
hjallur, inngongd, gongd, hjúnar-
rúm, baðirúm, køkur / alrúm /
borðsstova við útgongd til útigólv,
stova við útgongd til útigólv, inn-
gongd, gongd / bryggers, baðirúm,
millumgongd og 3 kømur. Á ovasta
lofti er stórt bjálvað goymslurúm. Í
neðra er krúpikjallari til allar rørfør-
ingar og innleggingar.
Fakta
Adressa: ..........Fugloyarvegur 10,
Tórshavn
Byggiár: ...........1978
Hæddir: ............1 (2)
Gólvvídd: ..........172,5 (222,5) m2
Grundøki: .........586 m2
Hjallur: .............ja
Prísuppskot: ...kr. 2.700.000,00