Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 234 - 7. desember 2009 Klokkan 16 seinasta fríggja dag var greitt, at Jan Højgaard, felags for maður, noyð ist út í valstríð, nú Hendrik Old hev ur gjørt av at taka upp dystin um felagsformanssessin í FF Val í FF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Val er í Føroya Fiski manna­ felag á hvørjum ári, men felags formansval er bara trið ja hvørt ár. Tað merkir, at felagsformaðurin verður vald ur fyri eitt tríáraskeið. Fiskimannafelagið er skip að við sóknar fo r monn­ um, sýsluformonnum og so felags for manni, og soleiðis er val á hvørjum ári. Fyri trimum árum síðan varð Jan Højgaard valdur til felagsformann í kapping við tásitandi formann, Óla Jacobsen og Dan Reinert Peter sen, sum eisini læt seg stilla upp. Jan fekk flestar atkvøður av hesum trimum. Í ár er felagsformansval, og seinasta fríggjadag klokk an 16, tá freistin at stilla upp var úti, gjørdist greitt, at Hendrik Old, fyrr­ verandi løgtingsmaður, hev ur gjørt av at bjóða seg fram sum umboð fyri fiski­ menn tey næstu trý árini. Soleiðis skulu fiskimenn, sum eru limir í Føroya Fiski mannafelag, nú at velja ímillum sitandi for­ mann og avbjóðaran. Fyri at stilla upp, skal val evni hava fimm sóknir ella fimm skipsmanningar aftan fyri seg. Sambært val­ skipan ini kunnu eisini sókn ir og manningar saman stilla mann upp til valið. Hendrik Old er gamal skipari og eisini í tíðini, hann sat á tingi, plagdi hann javnan at loysa av um sumr ar nar, eitt nú umborð á svenskum fiskiskipum. Hvør kemur at manna FF Fiskimenn skulu nú gera av, hvør skal manna skrivstovuna á Bryggjubakka næstu trý árini Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg trúgvi neyvan, at aktivir fiskimenn fara at velja ein fyrr ver an- di reiðara til formann í Fiski manna felag- num. Tað eru reiðar- ar, sum ynskja meg burt ur, tí við mær sum formanni verð ur truplari at hjá teim- um at manna skipi ni við bíligari ar beiðs- megi, sigur Jan Højgaard Val í FF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sitandi formaður í Fiski­ mannafelagnum hevur sínar tankar um, hvussu Hend rik Old, fyrrverandi løg tings maður, er vorðin val evni til felags for mans­ valið. ­ Tað eru sóknarformenn, sum hava ringt til mín og hava fortalt mær, hvussu het ta hevur gingið fyri seg. Eg kenni tí søguna aftanfyri alt hetta, sum er hent seinas tu dagarnar, áðrenn freist in at stilla upp gekk út. Men Jan Højgaard er fús­ ur at taka dystin upp við fyrr verandi løgtings mann­ in. Góðar vónir ­ Ja, eg havi góðar vónir. Tað verður ilt hjá mær at trúgva, at aktivir fiskimenn fara at velja ein fyrrverandi reiðara til at umboða seg í felagnum. Hetta fer avgjørt at gera, at fiskimenn fáa eitt stirvið felag. Sitandi formaður sigur, at tað eru reiðarar, sum gjarna vildu havt hann burtur, tí teir meta hann at vera eina forð ing fyri at manna skip­ ini við bíligari arbeiðsmegi. ­ Vit hava áður merkt, at reiðar ar hava lagt trýst á okk um fyri at fáa bíligari arbeiðs megi umborð, og fakt að er, at onkur rækju­ skip hava blakað føroyingar í land. Formaðurin í Fiski­ manna felagnum hevur annars ikki hug at peika á skip ella skipabólkar í hes­ um sambandi. ­ Men hetta er ein trupul­ leiki, har neyðugt er at vera á varðhaldi, leggur hann aftrat. Betri eftirløn Jan Højgaard sigur, at longu áðrenn hann varð vald ur til felagsformann í Fiski manna felagnum fyri trim um árum síðan, segði hann, at tað helst fór at taka meiri enn trý ár at fáa alt upp á koyra í Fiski manna­ felagnum, sum hann tekur til. ­ Eg byrjaði næstan á ber um og fekk lítla hjálp. Noyð ist eg at gevast sum for maður nú, er megin­ parturin av tí, eg havi verið við til at lagt lunnar undir hesi árini, burturspilt. Sitandi formaður sigur, at eitt av teimum málum, sum liggur millum tey fremstu hjá felagnum, er at tryggja fiski monnum eina betri eftir løn. ­ Fiskimenn rinda í dag 35 krónur fyri hvønn mynst r ingardag til eftirløn. Saman við tí, sum reiðar ar­ nir gjalda, er talan saman­ lagt fyri allar veiðibólkar um eina eftirløn, sum svarar Jan Højgaard fúsur til dyst um fo - Longu áðrenn eg varð valdur til felagsformann í Fiskimannafelagnum, segði eg, at tað helst fór at taka meiri enn trý ár at fáa alt upp á koyra í felagnum, sum Jan Højgaard tekur til Mynd: Vilmund Jacobsen Vilja hava neyðug stig Ein meiriluti av heimsins íbúgvum vilja hava teir politisku leiðararnar at taka neyðug stig á veðurlags ráð­ stevnuni, sum byrjar í Keypmannahavn í dag. Í einari meininga kanning, sum BBC hevur skipað fyri, siga 64 prosent av teimum spurdu, at í teirra eygum eru veðurlagsbroytingarnar ein álvarssamur trupulleiki. Í einari tilsvarandi kanning í 1998 høvdu 44 prosent ta áskoðanina. Í nýggju kanningini siga 61 prosent, at tey taka undir við tiltøkum at avmarka veðurlags broytingar­ nar, hóast tað kann fáa avleiðingar fyri landsins búskap. BBC spurdi 24.000 fólk í 23 londum.