Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 234 - 7. desember 2009 til eitt inngjald upp á 3,7% av útgoldnum hýrum. Hann sigur, at leiðslan í felagnum á komandi lands­ fundi, sum verður millum jól og nýggjárs, fer at leggja eitt uppskot fyri limirnar, sum fer at byggja á, at eftir­ lønin hækkar stigvíst. ­ Vit kunnu akkurát tað sama gera tað sjálvir, tí, sum tíðin gongur, fer tað almen na at lóggeva eftir­ løn ina omanyvir okkara limir. Jan Højgaard heldur tað kort ini vera keðiligt, at politiska skipanin ikki greitt meldar út, hvussu nógv skal rindast í eftirløn – og hvør skal rinda eftir­ lønina. Eingin stúran Nú fiskimenn fara at fáa at kvøðu seðlar sendandi, vend ir sitandi formaður aftur til valið, sum verður í felag num, og einki bendir á, at hann stúrur fyri at taka upp dystin við fyrrverandi løg tings mannin og skipar­ an, Hendrik Old. ­ Nei, eg stúri ikki fyri valinum, sum byrjar nú. At eg fekk eitt mótvalevni, sig ur mær, at reiðarar ikki eru nøgdir við mín leiklut í felag num, og tað kann bara styrkja fiskimenn í trúnni á, at eg eri rætti maðurin at verja teirra borg. Sum aktiv ur fiskimaður, hevði eg so ongantíð valt ein fyrr­ verandi reiðara at tala mína søk, sigur Jan Højgaard. ormanssess Seta bjargingartyrlu Sum allir aðrir almennir stovnar noyðist íslendska vaktar­ og bjargingartænastan, Landhelgisgæslan, at spara næsta ár. Morgunblaðið skrivar, at tænastan skal skarva einar 300 milliónir íslendskar krónur av rakstrarútreiðslunum. Landhelgisgæslan hevur leigusáttmálar í útlendskum gjaldoyra, og nú íslendska krónan er so veik, eru sáttmálarnir sera dýrir. Tað kann sambært Morgunblaðnum hava við sær, at tænastan fer at seta eina av teimum trimum bjargingartyrlunum, men sambært leiðsluni verður tað tann seinasta loysnin, ið verður vald. - Nógvastaðni kring um landið hevur ver- ið vanligt, at ungir fiski menn settu pen- ing í skip, og eftir kreppu na tíðliga í nítiárunum var hetta ein fyritreyt fyri, at skipini loystu aftur, sigur Hend- rik Old, sum púr- as ta afturvísir, at hann hevur nøk ur sum helst reiðara- áhugamál Val í FF Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jan Højgaard, formaður í Fiski mannafelagnum, sum nú noyðist út í valstríð við Hend rik Old, fyrrverandi løg tings mann, sum hevur latið seg stilla upp til for­ mans valið í Fiski manna­ felag num, hevur longu víst á, at vágbingurin stendur á reiðar ans síðu. Men hetta avsannar Hendrik Old púrasta. ­ Størsti parturin, eg nakran tíð havi átti í skipi, er ein fjórðingur. Øll árini, eg sat í fiskivinnunevndini og seinni í vinnunevnd løg­ ting sins, ansaði eg bevíst væl eftir ikki at hava nøkur áhuga mál sum skipaeigari. Tað vildi eg ikki lastast fyri, og tað skuldi eg heldur ikki kunnað lastast fyri. Eini 18­20 ár afturi í tíð­ ini stóð eg skrásettur sum reiðari í nakrar vikur, tá ann ar maður flutti. Hetta var í eini avviklingartíð und ir kreppuni fyrst í nítiár unum. Púra burtur við Hendrik Old vísir á, at í nógvum bygdum kring land ið vóru tað arbeiðs­ menn og arbeiðskvinnur sam an við ungum fiski­ monn um, sum áttu part í skip um. ­ Í fleiri førum var hetta treytin fyri, at skipini yvir­ høvur loystu aftur eftir krepp ur. Hann vísir soleiðis á, at eftir djúpu kreppuna fyrst í nítiárunum, vóru tað ikki minst fiskimenn í Klaksvík, sum loystu línufotan aftur. Sama sóu vit aðrastaðni, har tað vóru fiskimenn, sum loystu skipini aftur. ­ Í Vági var tað ein partur av uppvøkstrinum, at tað vóru ungir fiskimenn, ar beiðs menn og arbeiðs­ kvinn ur, sum settu pening í skip. Sama hava vit sæð aðra staðni her í oynni – og ikki minst í Hvalba. Bæði arbeiðsmanna­og arbeiðs­ kvinnufeløg áttu í skipum, eins og fiskimenn løgdu rygg til at fáa skipini út aft­ ur, tá illa hevði gingist í hond. Hendrik Old heldur tað tí vera heilt burtur við, tá Jan Højgaard leggur seg undir at vera reiðarans umboð, nú val verður í Fiski manna­ felag um. Eingin avtøka Valevnið, sum nú bjóðar seg fram sum umboð fyri fiski menn, er púrasta av gjørd ur, tá ræður um inn­ tøkutrygd fiskimanna. Eftir politiskum ynski hevur ein nevnd sitið og arbeitt við einum uppskoti um at leggja inntøkutrygd fiski manna út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum, fiski menn og reiðarar. Men hetta hóvar slett ikki Hendriki Old, sum sjálvur hevur drúgvar politiskar roynd ir, bæði á tingi og í vinnu nevnd løgtingsins. Um framt hetta, hevur hann í eini 10 ár verður formaður í nevndini fyri Løn javn ing­ ar grunnin, sum umsitur inn tøkutrygd fiskimanna. ­ Eydnast tað at taka av al mennu inntøkutrygdina, end ar hon heilt avgjørt hjá fiski monnum sjálvum, og tað taki eg slett ikki undir við. Hetta er ein góð skipan, sum nertir at kalla hvørt einasta fiskimannaheim í Før oyum. Eisini for skots­ grunn urin er ein væl virk­ andi skipan. Hendrik Old vísir á, at limir nir í øðrum feløgum, eitt nú maskinmenn og skipar ar­og navigatørar, tjena so mikið meira enn van ligi fiskimaðurin, at ein møgu l ig avtøka hevði kenst nógv meira tyngjandi hjá lim unum í Fiski manna­ felag num enn hjá limunum í hinum báðum feløgunum. ­ So hesum taki eg slett ikki undir við, og eg vil arbeiða knallhart ímóti, at hetta ikki fer at eydnast politisku skipanini, slær hann rimmarfast. Hendrik Old sigur seg vera spentan til valið, sum nú verður, og hann sigur seg vera til reiðarar at taka um stýrisvølin – til frama fyri fiskimenn. Tað er einki høpi í at siga at eg eri reiðari - Eg taki slett ikki undir við at avtaka almennu mynstulønartrygdina, og eg vil arbeiða knallhart ímóti, at hetta fer at eydnast politisku skipanini, slær Hendrik Old rimmarfast Mynd: Vilmund Jacobsen