Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 234 - 7. desember 2009 Ein nú 18 ára gomul genta hevur longu tvey rættarmál um harðskap aftan fyri seg, og fríggjadagin var hitt seinna tikið upp til dóms. Dóm­ arin er í iva um hann skal útmála revsing ella ikki og orsøkin er, at gentan hevur tikið annað skinn um bak og nú er í viðgerð fyri ADHD (damp) HARÐSKAPUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í februar var tann unga gent­ an dømd saman við tveim­ um øðrum, einum dreingi og einari aðrari gentu, fyri tríggjar ferðir somu nátt at hava hølvað ein drong av. Hann skuldi hava verið nakað næskur við genturnar, og tað skuldi hevnast. Tey trý sparkaðu og slóu dreingin við tríggjar ymisk­ ar hendingar hesa náttina, og hendan gentan, ið nú aftur hevur verið í rættinum fyri annað harðskapsmál, var bert 16 ár tá. Í oktober kom so seinna harðskapsmálið móti gent­ uni fyri. Talan var um eina hending, ið fór fram tíðliga á morgni 30. juli í fjør. Men av tí at tað barst órættaða vitninum frá at møta á tí rættarfundinum, varð málið útsett til fríggjadagin. Vitnið er ein sjúkrar­ tøktarfrøðingur, ið vanliga starvast á intensivu deild, men tað er ikki óvanligt, at boð verður sent eftir sjúkra­ røktarfrøðingum av B8 at koma niður á skaðastovuna at hjálpa til. Og tað ver hetta, ið hendi tíðliga hendan morgunin eftir ólavsøku. Boð vóru komin um, at ein sjúklingur var á veg út á sjúkrahúsið við ongum viti, og tá sjúklingurin kom fram vísti tað seg, at hetta var ein genta, ið sjúkrarøktarfrøð­ ingurin á skaðastovuni kendi aftur sum ein sera harðligan sjúkling. So hon var ikki alvilig við støðuna. Í øðini Tá tann 17 ára gamla gentan kom inn á skaðastovuna, var hon uttan vit. Á so­ nevnda Glascow­koma skalanum lá hon niður móti 12­11, og kemur ein sjúkl­ ingur niður á 8, verður hann lagdur í respirator, greiddi vitnið frá. ­ So tað var ikki sørt, at vit vóru »bekymrað« um hana, segði vitnið. Umframt tær báðar sjúkrasystrarnar var eisini ein lækni til staðar, og fylgt var væl við støðuni og royndir vórðu tiknar fimta hvønn minutt. Men unga gentan vaknar so. Hon var nógv ávirkað av rúsdrekka, men so hvørt sum hon klárnar og varnast, at hon liggur við droppi, gerst hon óð og rívur tað av sær, og tá sjúkrarøktar­ frøðingarnir royna at leggja plástur á, skræðir hon tað av sær og kallar tær báðar fyri bæði eitt og annað. ­ Hon vildi so hava fatur a fartelefonini, men hon var ikki í taskuni, hon hevði við sær. Vit bjóðaðu henni so at lána telefonina á skaðastovuni, sigur vitnið. Sjúkrarøktarfrøðingurin sær so, at gentan ikki trýstir null fyri at koma út úr húsinum, men tá hon vil hjálpa henni, gerst gentan frá sær sjálvari. Hon kennir seg hótta av gentuni og fer tí aftur um seingina á skaðastovuni. Gentan gongur hóttandi eftir henni og rennir seingina eftir henni. Vitnið greiðir frá, at hon fekk steðga seingini við fótinum. Gentan tekur nú at jagstra sjúkrarøktarfrøðingin runt um seingina, til hendan sleppur út úr skaðastovuni og yvir til portørarnar. Gentan tveitir ein skógv í ryggin á henni, uttan tó at hon tó fær ilt av hesum. Gentan fær nú ringt til mammu sína, men hon nokt­ ar fyri at koma eftir dóttrini, so hon ringir í staðin til vinkonur sínar, sum síðani koma út á Landssjúkrahúsið til hana. Fara ikki avstað Undir allari hendingini fær gentan at vita, at hon frítt kann fara, og hon verður enntá biðin um hetta. Kort­ ini fer gentan ongan veg. Tá so vinkonurnar koma út eftir henni, fer gentan bert út til tær, og síðani verða tær verandi á økinum og halda fram við at drekka. Longu meðan gentan var á skaðastovuni, var gentan ófantalig í munninum, og kallaði báðar sjúkrarøktar­ frøðingarnar fyri »mer« og »helvitis fanar«. Og orða­ lagið versnaði bara, tá hon kemur saman við vinkonun­ um. Fleiri ferðir rópti gentan inn eftir vitninum: »Eg skal drepa teg, tín helvitis mer«. Klokkan fer nú at nærkast sjey um morgunin, og vitnið fer so smátt at gera seg klára at fara heim. Náttarvaktin varar frá klokkan 11 á kvøldi til klokkan sjey á morgni, og vitnið fekst við at rudda upp á skaðastovuni. ­ Eg hevði júst verið í skolirúminum við nakað av ruski, tá gentan kom inn á sjúkrahúsið aftur. Tá hon sá meg, stevndi hon beint eftir mær. Eg helt meg undan og hon aftaná, og tá vit komu inn á skaðastovuna fekk hon fatur í hárinum á mær, greiddi vitnið frá. Hon fekk fatur á skjútruni á gentuni, men hon hálaði í hárið, so vitnið stóð fram­ yvir. Vitnið helt fram at halda í skjúrtini, meðan gentan royndi at sparka við knøunum og rakti vitnið fleiri ferðir í armin og økslina. Tað gjørdist skjótt vitnin­ um greitt, at hon ikki megn­ aði sjálv at sleppa leys, og hon rópti eftir hjálp. Skjótt komu fólk til, tvey ella trý, vitnið var ikki púra greitt um hetta. ­ Men sjálvt um tey royndu at skrykkja hana leysa, hjálpti tað einki at byrja við. Tá gjørdist eg veruliga bangin, greiddi sjúkrarøktarfrøðingurin frá. Angrar mirðiliga Í proseduru síni segði Linda Hesselberg, ákæri, at talan var um eitt álvarsligt brots­ verk. Hon vísti til, at hin gentan í harðskapsmálinum móti dreinginum, sum varð bukaður tríggjar ferðir somu nátt, varð fríkend í tí eina álopinum, og kortini fekk 60 daga fongsul. Ákærda varð dømd í øllum førunum. Ákærin legði eisini dent á, at talan var um ein serligan bólk av almennum starvsfólkum, sum í mun til eitt nú løgregluna ikki vóru vand upp at verja seg. Hon vísti tó á, at gentan var farin í viðgerð, og vísti stór stig framá og mælti tí til, at dómurin ikki setti hesa góðu gongd á váða. ­ Men talan er framvegis um álvarslig brotsverk, og tí mæli eg til tveir mánaðar treytað fongsul fyri hvørja ákæru, ella fýra mánaðir til­ samans, segði Linda Hesselberg. Haraftrat mælti ákærin til, at barnaverndin ávísti bú­ stað, og at álagt var gentuni, ikki at misnýta rúsdrekka ella rúsevni í eitt ár fram. Verjin, Peter Even Djur­ huus, vísti á, at gentan hevur verið í viðgerð í hálvt ár, og at hon hevur fingið lív sítt aftur á rættkjøl. ­ Klientur mín minnist so at siga einki frá hendingini, men hon angrar mirðiliga tað, sum hon hevur gjørt. Eg meti, at støðan krevur, at eingin revsing verður máld út í hesari sak, segði Peter Even Djurhuus. Dómarin, Jóannes Mad­ sen, segði seg vera í iva í málinum. ­ Eg eri í iva um, hvørt eg skal útmála revsing ella ikki, tað má eg hugsa um, segði Jóannes Madsen. Hann boðaði tí frá, at dómurin fór at verða av­ sagdur eftir einari viku, men tá verjin greiddi frá, at sakin tekur ógvuliga hart upp á ákærdu, lovaði dóm­ arin at koma við sínari avgerð fyrri. Sosialurin fer sjálvandi at fylgja málinum. Á rættari leið við lívinum Iran ávarar Sveis Myndugleikarnir í Iran eru sera misnøgdir við avgerðina hjá sveisiska fólkinum at banna biðitornum á landsins muslimsku moskum. Sambært teimum almennu fjøl­ miðlunum hevur iranski uttanríkisráðharrin, Manouchehr Mottaki, ringt til sveisiska uttanríkisráðharran, Micheline Calmy­Rey, og sagt frá, at Iran er sera misnøgt, og at úrslitið av sveisisku fólkaatkvøðuni kann fáa avleiðingar. Einki verður sagt um, hvørjar avleiðingar talan kann verða um. 57 prosent av sveisiska fólkinum atkvøddu ímóti at loyva teimum muslimsku biðitornunum. Neyvan á lívi Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, sigur, at í fleiri ár hava tær amerikonsku fregnartænasturnar ikki fingið nakrar álítandi upplýsingar um yvirgangs­ leiðaran Osama bin Laden. Í samrøðu við sjónvarpið ABC í gjárkvøldið segði Robert Gates, at hann kann ikki vátta tíðindini um, at bin Laden er í Afghanistan, soleiðis sum bretskar keldur vildu vera við í síðstu viku. Robert Gates vildi ikki svara spurninginum, um hann helt, at Pakistan hevur gjørt nóg mikið fyri at finna bin Laden. Tað var her á skaðastovuni, at unga gentan legði á sjúkrarøktarfrøðingin, hálaði hana í hárið og royndi samstundis at sparka hana Mynd: Jens Kristian Vang