Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 234 - 7. desember 2009 nøvn 95 ára føðingardagur Mánadagin 7. des. fyllir Hans Jacob Johannesen, skipari, Tórshavn, 95 ár. Dagurin verður hildin í Miðstovu á Láargarði millum kl. 17 og 20. Gullbrúdleyp Mánadagin 7. des. hava hjúnini Óluva og Leivur Nielsen, Tórshavn, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J.H. Schrøtersgøta 9 í Tórs­ havn. Vinir og kenningar, ið vilja halda dagin saman við okkum, eru vælkomin í Starvsmannafelagið 7. des. kl. 18. Silvurbrúdleyp Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen, Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í Bygdar húsinum í Leirvík fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 8. des. hava hjúnini Lis og Herluf Olsen, Sørvágur, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp Týsdagin 15. des. hava vit Kára og Abraham Løkin, Runa vík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdar­ húsinum í Leirvík frá kl. 18. Tey ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 221980 (Abraham) ella 272777 (Kára) áðrenn fríggjadagin 11. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík, okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. Merkisdagar Tøkk Okur takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið góði maður, pápi,verpápi, abbi og langabbi okra, Ditlev Hammer Í Hovi doyði og varð jarðaður. Okur takka Jónsvein Bech presti fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Eisini ein tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Somuleiðis ein hjartans tøkk til teirra, sum lótu blómur og kransar, og til teirra, sum lótu gávu til Hovs kirkju, og til teirra, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk til øll sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tykum øllum verða ynskt eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Vegna tey avvarðandi Selma Rætting Sofus 80 ár Ískoyti til greinina fríggjadagin Nessie og Sofus eiga fýra synir, Danny 54, Charles 51, Roy 49 og John 45. Tað eru 12 abbabørn og 6 lang­ abba børn. Hann eigur eisini enn eina fastur í Gøtu, Sannu Jacobsen, sum bert er fá eldri enn hann. Fyri tey ungu og tónleikaáhugaðu kann nevnast, at Sofus er pápabeiggi Óla og Hans Poulsen og Judy Andersen, kend frá tónleiki. Tey, sum ynskja at senda eina heilan til Sofus, kunnu senda til ein teldupost til: poulsens@aol.com ó Tøkk Vit takka øllum hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Leivur Mikkelsen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Jákup Mikkelsen fyri góð orð í kapellinum. Tøkk til Hanus á Gørðum, prest, fyri góðu og troystarríku orðini í kirkjuni og hjálpina, hann veitti okkum. Tøkk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vóru um hann til tað síðsta. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarra og gravara. Takk fyri kransar, blómur og gávur. Tøkk til tykkum, sum lótu til ervið, og hjálptu á so mangan hátt. Hjartans tøkk øll, ið fylgdu Leivuri Mikkelsen til hansara seinasta hvíldarstað. Poulina, Annfríð og Joan v/ fam. Seinasta farvæl Tað er við sorg í barmi, at hesi orð eru fest á blað, nú mær ikki untist at verða hjástaddur við jarðarferðina hjá Hans Jørgini Dam í Sandavági, sum fyri kortum doyði av vanlukku umborð á skipi, 68 ára gamal. Soleiðis kendu vit sjómannin Hans Jørgin: Rødd tín var vælkend á 3560 runt øll heimsins høv. Føroyingur ella útlendingur tær tað sama, tú tosaði við øll. Tú var vælvitandi og vísur, skemtingarsamur og tolin. Forvitin, fittur og fegin, hevur pløgt sjógvin meira enn føroyingar flest. Har endaði eisini lívsleið tín. Røddin er tagnað, nú er kvirt á 3560. Yvir og farin. Til konu og børn. Má hin alvaldandi styrkja tykkum, nú tit hava sagt farvæl við mann og pápa. Vinarliga Eydun Myllá Til kunningar Hans Jørgin er nokk kendasti føroyingur seinastu mongu árini, sum javnan tosaði í sendara, tá hann var til skips á 3560 Mhz. Hann verður saknaður av mongum sjómanni. Prógv Búi Tyril hevur tikið prógv “with distinction” sum Master of Science innan virkissamskifti og almenn mál (Corporate Communication and Public Affairs) við Robert Gordon University, Aberdeen. Hann er harvið eftir øllum at døma fyrsti føroyingur ið tekur júst hesa útbúgving, sum fyrst og fremst snýr seg um samskifti, almenn viðurskifti (public relations), fjølmiðlar og lobbying.