mánadagur 7. desember 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2009
17
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Okkara elskaða kona, mamma, vermamma,
omma og langomma
Karolina Müller
Kvívík
andaðist leygardagin 5. desember, 92 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju
týsdagin 8. desember klokkan 13.00
Familjunnar vegna
Hans
Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata eina
peningagávu til Røktarheimið á Mørkini.
Konta í peningastovnunum.
Fríggjadagin 4. desember andaðist
Torstein Christiansen
í Skálavík
»Tórstein á Grindafossi«, 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Skálavíkar kirkju týsdagin kl. 13.
Dagurin eitur Agaton
7. desember. Agaton, deyður ár 250. Rómverskur her
mað ur, sum var kristin og varð tikin av døgum, tá ið
Decius var keisari. Grikska navnið merkir góður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Fyrr í ár, tá eg skuldi út í Kastrup á
veg til Føroyar, rendu Jákup Thor
steinsson og eg mestsum saman.
Hann kom við fullari ferð upp úr
metrostøðini á Kongens Nytorv og
eg var á veg niðureftir til tokið til
Kastrup.
Tað var nakað síðani vit hittust
seinast, so vit steðgaðu á fyri at
práta. Eg var farin avstað í góðari
tíð og hevði stundir, so vit avgjørdu
at seta okkum við eitt borð á eini
útiservering á Kongens Nytorv og
drekka ein kopp av kaffi saman.
Jákup Thorsteinson var spelkin, í
góðum lag og var væl fyri i allar
mátar. Tað var søgufrøðin og
gransk ingin, sum lá honum fremst
í huganum. Hann var henda dag á
veg til Kongaliga Bókasavni, har
hann brúkti nógva tíð í sambandi
við at skriva við søgu Tjóð veldis
floksins. Men hatta var ikki bert
um Tjóðveldisflokkin, men eisini
um føroysku søguna, greiddi hann
frá. Handritið var nú yvir 1000
blað síður og enn var nógv eftir.
Hann segði at hann var sera fegin
um at búgva í Keypmannahavn og
hava teir granskingarmøguleikar,
sum hann hevði á skjalasøvnunum
og bókasøvnunum har.
Tað gleddi meg at síggja Jákup
Thorsteisson so væl fyri og so
arbeiðshugaðan. Eftir kaffimunnin
søgdu vit hvørjum øðrum farvæl
og fóru hvør sína leið. Lítið grunaði
eg tá, at hetta kom at verða seinasta
ferð, at eg hitti Jákup Thorsteinsson.
Tað kom tí dátt við, tá eg frætti, at
hann andaðist tann 22. november.
Hann varð kórsettur í Sundby Kirka
á Amager, leygardagin tann 28.
november.
Jákup Thorsteinsson var føddur
19.februar 1943 og var sostatt bert
66 ára gamal nú hann andaðist.
Hann var útbúgvin sum cand. mag
í søgu og donskum frá universi tet
inum í Keypmannahavn. Hann kom
í mong ár at verða studenta skúla
lærari í Hoydølum. Og var hann í
starvi, har til hann gjørdist deild ar
stjóri í Landsstýrinum í 1990, og
hann arbeiddi í Mentamálaráðnum,
til hann fór frá við eftirløn 60 ára
gamal, tí hann vildi brúka tað tíð,
sum hann hevði til at granska í.
Granskingin lá frammarlaga í
hug anum hjá Jákupi Thorsteinsson
og tað, at hann skúlaárið 198788,
var hann so heppin at fá gransk
ingarstyrk frá Fróðskaparsetri Før
oya, gjørdi, at hann kundi brúka
alla tíð sína til gransking eitt tíðar
skeið. Tað setti veruliga ferð á
søgu ligu gransking hansara.
Jákup Thorsteinsson var ein sera
áhugaverd menniskja sum vildi
nógv, hann hevði eisini stóran
gastro nomisk áhugamál, men var á
mangan hátt eitt complexio opposi
tor um.
Var sálarliga innrættaður soleiðis,
at tað sum hann gjørdi, tað gjørdi
hann við maner á ein hátt, so tað
kundi verða ringt at fylgja við hon
um. Hann hevði heilt ómetaliga
stór arbeiðsevni og arbeiddi bæði
skjótt og væl. Tað, at hann eftir
fáum árum longu í 1990 var liðugur
skrivað eina akademiska søguliga
ritgerð er eitt bragd. Skotbráði frá
tí hann byrjaði til hann var liðugur
var stutt, og so hevði hann eisini
fult arbeiði afturat.
Doktararitgerðin Et Færø som
Færø. Studier i Færøernes forfatn
ingsmæssige stilling i forhold til
Danmark 18341852 var vard við
Aarhus Universitet 14. desember
1990.
Et Færø som Færø er ein ná
greini lig og sera væl dokumentera
lysing av støðuni hjá Føroyum í
mun til Danmark frá 18341852.
Hon er ikki bert høvuðsverkið hjá
Jákup Thorsteinsson, men eisini
høv uðsverki um føroyska søgu
hetta tíðarskeið.
Hóast Jákup Thorsteinsson frá
1990 varð deildarstjóri og embætis
maður við nógvum fyrisitingarligum
arbeiði, so helt hann áfram at
granska í síni frítíð. Hann fekk
nógv av skafti, eitt nú skrivaði hann
saman við Sjúrða Rasmussen eina
eina frálíka grein um tað søguliga
og løgfrøðiliga í ríkisfelags skap in
um millum Danmark og Føroyar í
tí festskrifti sum var givið út á 150
ára degnum fyri donsku grund
lógina.
Eisini hevur hann í einum gransk
ingarálliti lýst støðuna hjá Føroyum
undir kalda krígnum. Eisini eitt
sera týdningarmikið arbeiði um
før oyska søgu í nýggjari tí. Eitt
arbeiði sum hann og Sámal T.F.
Johansen gjørdu saman. Tað er
eisini nógv annað sum hann hevur
lagt úr hondum, sum ikki er nevnt
her, millum annað álit á mentanar
økinum av søguligum og mentunar
søguligum virði.
Jákup Thorsteinsson undirvísti
eisini í fleiri ár í søgu á Fróð skapar
setri Føroya, og var hann mettur at
vera ein sera góður lærari, sum
legði stóran dent á at læra sínar
studentar at arbeiða metodiskt og
við røttum søgufrøðiligum arbeiðs
lag.
Tað eydnaðist honum ikki at fáa
stórverkið um Tjóðveldisflokkin
og politisku søgu Føroya síðani
1948 á prent, men tað er at vóna at
tað verður tikið um endan, so at
Før oyar eisini fáa gagn av hesum.
Eg haldi meg kenna Jákup Thor
steins son so mikið væl sum gransk
ara, at henda hansara seinasta
søgu skriving ikki bert verður ná
greinilig, væl dokumentera, heiður
lig og ein habil lýsing uttan skamrós
av nøkrum slag. Tað lá Jákup Thor
steinsson fjart. Hann var ein heiður
ligur granskari, sum hevði sín inte
griteti í lagi.
Heiðrað verðið minni um Jákup
Thorsternsson, søgufrøðing, dr.
phil., ein gávuríkur granskari, sum
alt ov tíðliga fór frá okkum. Í sam
kenslu við teimum sum sita eftir.
Jóan Pauli Joensen
Rektari á Fróðskaparsetri
Føroya
Søgufrøðingurin
Jákup Thorsteinsson, dr. phil.
farin
sum hevur ein merkisdag,
sum t.d. ein rundan
føðingardag, brúdleyps
dag, starvsdag ella onkran,
ið hevur fingið nýtt starv
e.a., so sig okkum frá
hesum.
Send nøkur orð
og eina mynd til:
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Veitst tu um onkran...
Tú ert eisini vælkomin inn á
gólvið í Miðlahúsinum ella
ringja tlf 341800. Eisini ber
til at senda ein teldupost til:
post@sosialurin.fo