Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 234 - 7. desember 2009 Við einum hemara, ið vigaði 150 kilo, vann Heini Weihe hemarakappingina, sum skipað var fyri í november mánað. SHARK ATLANTIC Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Shark Atlantic 2009 er nú av, og vinnararnir funnir. Størsta hemaran fekk Heini Weihe. Hann fekk ein hemara, ið vigaði 150 kilo. Annað og triðja plássið fór Jóanes Gaard við. Hann fekk tveir hemarar, ið vigaðu ávikavist 62 kilo og 48 kilo. Fyri fyrsta plássið fekk Heini Weihe eina Shimano Tiagra 50 trolling tráða. Eitt Shimano Tiagra 30 spæl. 500 metrar flættað lína (til hemara). Ein flótidrakt. Samlað virði uml. kr. 10.000,- Jóanes Gaard fekk ein Lorenz compact X7 - 7" Gps/litkortplott- ari. Virði kr. 7.200,- Fyri triðja plássið fekk hann 5.000 krónur frá Tryggingar- felagnum Føroyar. Heini vann hemarakappingina Heini Weihe fekk størsta hemaran í Shark Atlantic 2009 kappingini Norðborg kom á Klaksvík í morgun og liggur nú og landar í Norðhavnini FISKIVINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fiskaríið hjá Norðborg hevur verið gott hendan túrin. Teir hava tilsamans um 3.000 tons inni, sum er lutað millum guano, mjøl, flak og lýsi, sum alt uttan lýsið verður lagt upp í Klaksvík. 1300 tons av frystum flaki 1200 tons til ídnað 400 tons mjøl 150 m3 av lýsi Norðborg hevur verið burtur í smá 17 samdøgur – harav fimm eru farin í sigling, so fongurin er fingin í 11 dagar – virðið á lastini er um 14 milliónir krónur. Júst hetta sama tíðarskeiðið hevur Skálaberg ligið inni í Murmansk og skal møguliga tíverri av við fimm milliónir krónur. So har er bert at vóna, at ein skjót loysn verður funnin. Skiparin á Norðborg væntar at fara avstað aftur sunnukvøldið ella mána- morgunin, og teir vóna at vera aftur fyri jól. Norðborg á Klaksvík við 3.000 tonsum Seinastu tveir mánaðirnar hevur Mjólkavirki Búnaðarmanna, MBM, havt trupulleikar við mjólkini. Men enn er trupulleikin ikki staðfestur, og óvist er, nær tað verður MjóLK Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fleiri ferðir seinastu tveir mánaðirnar hava fólk upplivað, at mjólkin spillist áðrenn seinasta søludag. Hetta ein trupulleiki, tey vita av hjá MBM. Øyvind Hentze, virkis- leiðari hjá MBM, sigur, at teir hava fingið serfrøðingar úr Danmark til Føroyar at staðfesta trupulleikan, og hava teir havt so at siga alt virkið sundurskrúvað og hava kanna hvønn krók. Men enn er trupulleikin við at mjólkin spillist ov tíðliga, ikki staðfestur. Trupulleikin er ikki um- fatandi, men Øyvind Hentze greiðir frá, at av 30 fram- leiðslum av mjólk, sum teir pakka um vikuna, vísir tað seg at vera ein, sum kiksar aðru hvørja viku. Hann sigur eisini, at tey hava tikið stig til at betra um hetta, og hava tey millum annað lækkað seinasta søludag á mjólkini. Men hetta hevur eftir øllum at døma ikki loyst trupul- leikan við mjólkini. Summir pakkar eru enn spiltir, áðrenn seinasti søludagur er farin. Øyvind Hentze greiðir frá, at mjólkin er púra frísk at byrja við, men at tá seinasti søludagur nærkast, kann tað koma fyri, at mjólkin smakkar illa og er spilt. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan, men tað er ikki til at vita, nær teir finna trupulleikan. Um fólk fáa ein slíkan pakka í hendi, sum er spiltur áðrenn seinasta søludag, skulu tey ikki koyra hann vekk, men fara aftur til keypsmannin, har tey hava keypt mjólkina, so fáa tey nýggja og fríska mjólk. Finna ikki trupulleikan við mjólkini Fáa ikki ljóð Flestu granskarar eru á einum máli um, mat tað veksandi CO2-útlátið er ein meginorsøk til, at tað gerst heitari á jørðini. Men tað eru granskarar, sum hava eina aðra uppfat- an, men teir hava ilt við at fáa ljóð í tí almenna orðaskiftin- um. Ein av teimum ivingarsomu granskarunum, danin Ole Humlum, sigur við DR, at tað er sera óheppið, at hann og hansara felagar ikki sleppa framat. Tað sama sigur Bjarne Andersen, ið arbeiðir á Niels Bohr-stovninum. Hann sigur, at almenningurin fær bara ta einu frágreiðingina og hevur tí av góðum grundum ikki møguleikar fyri at taka støðu til nakað annað. Ikki til uttan hjálp Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Timothy Geithner,vísir aftur tíðindum um, at teir amerikonsku stórbankarnir høvdu klárað seg ígjøgnum fíggjarkreppuna uttan almenna hjálp. Goldman Sachs, Bank of America, JPMorgan Chase, Morgan Stanley og aðrir bankar fingu tíggjutals milliardir dollarar í hjálp úr ríkiskassanum. Nú hava teir goldið tí almenna alt aftur, og samstundis halda teir uppá, at teir høvdu als ikki brúk fyri hjálpini. Men tað avsannar Timothy Geither. Hann sigur við Bloomberg News, at uttan hjálpina høvdu fleiri av stórbankunum farið av knóranum.