mánadagur 7. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2009
15
viðmerkingar
Tórshavnar kommunu
skúli saman við hinum
stóru skúlunum í Havnini
hava víst vegin. Okkara
næmingar eru dugnaligir.
Okkara nærmingar
trívast í skúlanum. Ikki tí
at vit hava bestu karmar
at arbeiða innanfyri. Men
tí at vit hava hugagóð og
dugnalig starvsfólk á
okkara skúlum.
Starvsfólkið er skúlans
besta tilfeingið
Yvirskriftin er úr Brestis
kvæði. Tað er ungi Sig
mundur, ið vil fylgja faðir
sínum til Dímunar. Brestir
svarar honum aftur: "Satt
hann sigur, sonur mín”,
Brestir tók til orða,"eingin
skal hjá ungum alva bragd
arhugin forða." Men hesi
eru roysnini, ið býráðs
meirilutin í Havnini nú ger.
Í Havnini hava vit í dag
fýra 10. flokstilboð. Øll á
skúlum, ið hava nýtt orku
at fáa hesi at virka á bestan
hátt. Misjavnt er tó, hvussu
royndirnar hava hildnast.
Tí settust fleiri menskir at
kjakast um, hvussu vit í
Havnini fingu eitt betri 10.
flokstilboð. Ùtgangsstøðið
var, at ein tvísporaður skúli
hevði ov lítið næmiga
grundarlag at bjóða eitt
munagott tilboð í 10.
flokki.
Bólkurin bleiv samdur
um at ein nýggj eind skuldi
gerast. Ein nýggjur skúli.
Eitt tilboð, ið gav donskum
eftirskúlatilboðum kapp
ing. Men tilmælið er ikki
grundað á veruligar
møguleikar. Heldur ikki
námsfrøðiligt skynsemi.
Tilmælið setir eisini nakrar
greiðar fortreytir. Serliga
eru tað tankin um, at eind
in er sjálvstøðug, ið er
berandi.
Hesar treytir eru ikki til
staðar. Hvørji ráð eru so at
taka. Jú, har var eitt minni
lutatilmælið í bólkinum, ið
á sinni sat. Hetta tilmælið
sigur, at í eini skiftistíð, til
ein 10. floksdepil er skip
aður sum sjálvstøðug eind
í egnum bygningi, áttu vit
at havt tvinni 10. flokks
tilboð í Havnini. Eitt á
Eysturskúlanum, og eitt á
Kommunuskúlanum. Hetta
er tað tilmælið, ið mestur
stirðil er í út frá dagsins
fortreytum.
Næmingagrundarlag er
til tvinni tilboð. Møguleik
arnir eru til tess eisini.
Eysturskúlin hevur eina
væl virkandi framhalds
deild við 10. flokki og
Kommunuskúlin tað sama.
À okkara skúla, Kommunu
skúlanum, hava vit entá
upplivað tað gleiðiliga, at
næmingar av øðrum skúl
um hava valt at gevast á
skúlanum, tey hava gingið
í samfull 9. ár fyri at gerast
ein partur av okkara 10.
flokseind.
Hetta er tí, at vit seinastu
6 árini hava lagt stóra orku
í at menna ein 10. flokk, ið
er eitt gott tilboð. Eitt øðr
vísi og spennandi tilboð, ið
vit námsfrøðiliga kunnu
grundgeva fyri. Hetta til
boðið vilja vit framhald
andi geva okkara næming
um. Skúli snýr seg um
lærdóm, tann lærdómin, ið
vit lærarar kunnu gróður
seta og fáa at spíra í okkara
næmingum. Tí eru vit
ónøgd við, at 10. verður
tikin frá okkum. Meta
eisini, at hetta er gjørt á
púra skeivum grundarlagi.
Í tíðindasending í útvarp
inum kl. 18 hin 5/112009,
samstundis sum býráðs
fundur byrjaði, úttalaði
býráðslimur seg um, hví
tað er rætt at flyta 10. flokk
úr Kommunuskúlanum.
Útsøgnin var merkisverd,
merkt av vantandi innliti í
málið. ”..Skal 10. verða
har, mugu vit brúka nógvar
pengar uppá útbygging av
Kommunuskúlanum. ..Tað
er gleðiligt, at teir (næm
ingarnir) trívast og hava
tað gott har.., men tað eru
bygningarnir, vit taka
okkum av. Skulu vit byggja
Kommunuskúlan út her og
nú, so mugu vit kanska
útseta annars ætlaða Ellis
heimið úti við Strond.
Tá renna mær eitt annað
ørindi úr Brestis kvæði í
hug. Hoyr tú Beinir, bróðir
mín! hvat ráð skulu vit
taka? Hasir eru garpar
teir, ið okkum ætla at saka.
Er tað veruliga so, at
Tórshavnar kommuna bert
hugsar um bygningar? Ikki
man so vera. Heldur ikki
man grundgevingin halda,
at um 10 framhaldandi skal
ganga í Kommunuskúlan
um, so skal hann dagførast
beinanvegin. Tí tað er tað
sama sum at siga, at næm
ingar frá 1. til 9. hava ikki
tørv á einum soppafríum
skúla. Tað eru bert teir í
10, ið hava rætt til tess. Tí
vit hava, sum er, næmingar
úr 1. til 10. flokk á skúlan
um. Og vit rúmast at vera
her, so eg skilji ikki grund
gevingarnar.
Leggið ikki saman í
óðum verki. Tað passar
ikki at hetta fer at kosta
okkara gomlu ellisheimið.
Tað einasta námsfrøðilig
skynsama at gera, er at
varveita tvær eindir, til ein
10. depil er stovnsettur, ið
setur sína egnu dags og
skúlaskrá um nøkrur ár. Tí
skúli og skúlaskapur
snúgva seg um námsfrøði
lig tilboð, trvinað og lær
dóm. Ikki bygningar og
tómar stovur.
Forrestin, um so nógvar
tómar stovur standa á
Eysturskúlanum, ið
skríggja eftir næmingum,
veit eg um ein mentamála
ráðharra, ið manglar høli
til sínar næmingar, ið ikki
sleppa at vara inni í einum
øðrum illa viðlíkahildnum
bygningi.
Vónandi rennur ikki eitt
triðja ørindi úr Brestis
kvæði í hug hin 17.desem
ber, tá býráðið skal taka
avgerð í hesum týdningar
mikla máli. Tóri runnu tár
á kinn, harðnar Sigmunds
sinnni: "Grátum ikki
frændi mín, vær goymum
væl í minni!"
Hann, ið alist við øsku inni, lítið í leikum dugir!
lærari
Regin
MaRneRsson
Við áhuga havi eisini
eg fylgt við í lands
vegaætlanini í Lorvík
og havi harmast um
tað politisku viðferð,
hetta mál hevur fingið:
Fyrst vildu lorvíkingar als ikki vita av nakrari
vegagerð, men kravdu tunnil, sum hevði ført til, at
ferðandi til og úr Klaksvík nóg illa sóu dagsins ljós
á leiðini millum Norðagøtu og Borðoyavík. Tá hetta
ynski ikki fekk undirtøku, var næsta kravið at fáa
vegin lagdan niðri í bygdini. Tó var onkur skila
maður í bygdarráðnum, sum mælti til væl útgrein
aðu loysnina hjá Landsverkfrøðinginum um
vegagerð oman fyri bygdina.
Málið kemur so fyri á tingi, og tað løgna hendir,
at meirluti verður fyri ikki at fylgja tilráðingini hjá
landsins sakkunnleika í vegamálum. Gleðiligt var
tað tá, at bygdarráðið raknar við og biður um at fáa
málið fyri á tingi aftur. Men gakk! Nú gerast løg
tingsmenn tvørir, og endin verður, at málið verður
tveitt lorvíkingum aftur at klandrast um, hóast
bygdaráðsmeirilutin tá var komin til ta sannføring,
at tilráðingin hjá Landsverki var besta loysnin.
Hvørji privat áhugamál tá við fólkaatkvøðu førdu
málið út í óføri aftur, skal her ikki metast um; men
ikki havi eg møtt lorvíkingi, sum ikki harmast um
úrslitið. Tí órógvandi og ikki sørt vandamikið verður
tað fyri bygdarfólkið við ferðslumiklum landsvegi
niðri millum hús, sum eisini skerjir atkomuna til
fjøru og havnarlag. Og hjá teim ferðandi til og úr
Norðoyggjum verður tað ólíka uppliving at leggja
leiðina fram við teim hábærsligu Lorvíkar fjøllum
við føgrum útsýni yvir bygdarlag og oyggjaland
heldur enn at troka seg fram fjøruvegin, har eisini
sjórokið ódnardagar mangan man verða til ampa.
Tað kann undra, at óviðkomandi soleiðis kemur
sum ketta upp úr høvdatrogi, men at hoyra í útvarp
inum í gjákvøldið, at vónir nú kortini vóru fyri
góðari vegaloysn í Lorvík, var tann glottin, sum setti
meg við telduna.
Landsvegurin í Lorvík:
Vælsignaði, latið
nú skilið ráða!
ÓlavuR Hátún
Hevur heildarveitingin
lítlan týdning búskaparliga,
so hevur hon stóran týdn
ing fyri stórpolitiska talvið.
Hetta var eisini essensurin
í samrøðuni í útvarpi Før
oya, sum Hilmar Simon
sen ger viðmerkingar til.
Og taktikkurin í hesum
stórpolitikki er m.a. at fáa
so nógvar finnur við í
spælið sum møguligt.
Kann til álvarsamt skemt
leggja afturat, at ein annar
taktikkur er at geva riddara
krossar. Í mun til í Dan
mark og í flest øllum øðr
um framkomnum londum
kanst tú sambært revsilóg
verða fongslaður, um tú
arbeiðir ímóti landsins
fullveldi, men í Føroyum
er øðrvísið: arbeiðir tú
ímóti føroyskum fullveldi,
kanst tú rokna við at fáa
riddarakross.
Spennandi verður so at
síggja hvør av ABC monn
unum fer at fáa riddara
kross næstu ferð skila
kvinnan Margretha stígir á
føroyskan vøll. Men onkur
verður tað, lít á míni orð!
Tað skuldi eisini verið
løgið annað, nú hesir tosa
um at tiðna blokkin, sam
tykkja við lóg at vit hoyra
undir donsku grundlógina,
lóggeva at føroyingar ikki
eru ein tjóð. Osfr. Alt eitt
samfelt strið fyri at sleppa
okkum longur burtur frá
føroyskum fullveldi.
Og samgongan er samd.
Men sum eitt undantak er
hon samd um, at blokk
stuðulin eigur at minka í
2010. Í øllum førum um
hon velur at fylgja sam
gonguskjalinum, har tað
m.a. stendur, at tað er:
semja millum flokkarnar
um, at ríkisveitingin verður
lækkað við 15 prosentum
av reala inntøkuvøkstrinum
av skattum og avgjøldum
hjá landskassanum við
støði í meðal vøkstrinum
seinastu 5 árini. Skipanin
kemur í gildi í sambandi
við fíggjarlógina fyri
2010.”
Inntøkuvøksturin, sum
sipað verður til í sitatinum,
hevur, sambært heima
síðuni hjá Gjaldstovuni,
verið góðar 500 mió kr ella
17,4% seinastu 5 árini.
Sama tíðarskeið er tann
“reali” ella nominelli
vøksturin, tvs vøksturin í
brúkaraprístalinum, 11,4%,
sambært heimasíðuni hjá
Hagstovuni.
Vil nakar í ABC halda
samgonguskjalið
So er spurningurin um
landsstýrið ætlar at halda
tann partin av samgongu
skjalinum, sum snýr seg
um minking av heildar
veitingini. Teir, og kanska
serliga samgonguleiðarin,
tosa annars dagliga um,
hvussu umráðandi tað er
halda hetta samgonguskjal.
Meðan ongin tosar um at
halda tann partin av skjali
num, sum snýr seg um at
lækka blokkin. Hinvegin
tosa fleiri ístaðin um at
tiðna blokkin aftur.
Ófatiligt, at ongin sjálv
stýriskraft tekur teir, sum
tosa um at halda sam
gonguskjalið, uppá orðið,
og vísir á orðingina um
blokkniðurskurðin.
Løgmaður fer skeivur
Løgmaður segði fyri
kortum í einum svari uppá
fyrispurning frá Kára á
Rógvi, at ongin lækking
var í blokkstuðlinum fyri
2010, tí: ”vit ikki eru væl
signaði við einum vøkstri
...”. Hatta er skeivt. Um ein
roknar eftir, so skal heild
arveitingin minkað við 4
mió. kr. í 2010, sambært
samgonguskjalinum, tí vit
eru “vælsignaði við einum
vøkstri!” 4 mió kr er ikki
nógv, men tað er so eitt
lítið fet á tí røttu kósini!
Trupulleikin er ikki
ráðini, men stýringin
Støddin á heildarveitingini
er í mun til BTÚ minkað
støðugt seinastu nógvu
árini. Í 1993 var hon 25%
av BTÙ, í 2001 var hon
10% av BTÙ, tað árið
varð hon so reduserað við
einum triðingi og verður
væntandi 5% av BTÙ í
2010 (og ikki 6% sum eg
annars segði í útvarpinum
sunnukvøldið).
BTÚ er tann samlaða
inntøkan vit megna at
skapa í Føroyum, blokk
urin er síðan ein eyka
inntøka til føroyska bú
skapin; sum, til æru fyri
legitimitetin, er oyramerkt
ur at skula verða brúktur til
ávísar vælferðartænastur.
Hesin gevur okkum tó í
veruleikanum eyka rúm til
bygnaðarskeivleikar, nýtslu
og fastar íløgur. Eg haldi
ikki tað liggur stórt meira í
hesum, men tað er vert at
leggja til merkis, at í sama
tíðarskeiðið, síðani blokk
niðurskurðin, hava Føroyar
sum búskapur samanlagt
havt yvirskot á gjaldsjavn
anum omanfyri 4 mia. kr.
og BTÚ er vaksið við 3
mia. Bara tað ger til
skammar uppáhaldið um,
at onki kom í staðin fyri
blokkniðurskurðin. Og
hóast søguliga høgan
vøkstur í almenna geiran
um síðani blokkniður
skurðin, so megnar
samgongan ikki annað enn
at semjast um eitt hall á
fíggjarlógini, sum liggur
um tað einu milliardina.
Trupulleikin í føroyska
búskapinum er ikki, um vit
hava ráð at minkað blokkin,
men ein spurningur um at
fáa rættað bygnaðarligar
innlendis skeivleikar í al
menna geiranum í mun til
aðrar geirar, so javnvág
kemur í aftur hjá tí almenna.
Takki fyri viðmerkingina
frá Hilmari Simonsen o.ø.
Eg fari ikki at leggja
meg út í kjak við Hilmar
Simonsen um multiplika
toreffekt o.l. Tað kundi
kanska verið til fínt undir
hald hjá onkrum búskap
arfrøðingi, men neyvan til
gagns fyri okkum bæði at
vassa soleiðis, har hvørgin
grynnir.
Skilji á Hilmar Simon
sen, at hann heldur lítið um
mítt vitanarstøðið og um
tjóðveldisfólk sum heild.
Við hesum sum
útgangsstøði er
ivingasamt, um vit koma
nærri eini semju. Valdi
kortini at leggja hesi orð
afturat kjakinum – við
virðing fyri manninum!
Føroyingar fáa riddarakross, tá ið danir verða fongslaðir
annita á
FRíðRiksMøRk