Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 Bólkur G við Brasil, Portugal og Fíla beins­ strondini fekk alt fyri eitt heitið, dynamitt­ bólk ur in, tá lutakastið til bólkaspælið í HM­endaspælinum í fót bólti var á skránni fríggjadagin Fríggjadagin seinnapart vórðu seðlar nir drignir úr pottunum, so leiðis at bólkarnir til HM- enda- spælið í fótbólti kundu setast sam- an. Stóra yvirskriftin varð alt fyri eitt sett á bólk G, sum á pappírinum lík- ist eini sannari krúttuni, har Norður- korea er ífyllan. Brasil, Portugal og Fílabeinsstrondin er samstundis ein uppgerð millum Kaká, Ronaldo og Drog ba, sum allir tríggir verða rokn- aðir millum avgjørt bestu spælar ar- nar í heiminum. Hartil inniheldur bólkurin eisinis søgulig perspektiv, nú Portugal skal royna seg móti fyrrverandi hjá landi- num, Brasil. Danir ivasamir Í Danmark var fagnaðurin ikki tann heilt stóri um lutakastið, tó at hetta eisini kundi verið verri. Eitt er, at Holland er í bólkinum, men samansetingin var hóast alt so leiðis, at eitt av toppseedaðu liðunum skuldi í hvønn bólkin. Tað, sum Morten Olsen dámdi verri, var, at Danmark ikki slapp und- an afrikanskari mótstøðu. Nú talan er um fyrsta HM-endaspælið í afrikans ka kontinentinum, verður rokn að við, at afrikonsku londini hava okkurt slag av fyrimuni av um støðunum. Ikki minst í Johannes- burg, har tunn luft og nógvur hiti gera sítt til at umstøðurnar eru sera truplar. Hinvegin vóru tey í Onglandi ovur fegin, tá tey fingu USA, Algier og Slovenia í sín bólk. Á pappírinum er talan væl og virðiliga um yvir- komuliga uppgávu bretum, sum við Capello tykjast hava fingið ein lands liðsvenjara, sum hevur tendrað vón ina um, at HM-heitið loksins aftur kann finna fram til landið, sum uppfann fótbóltin. Afturstig… Kappingarreglurnar hjá teimum vaksnu í flogbólti fevna um tilsamans 24 greinir og viðgera alt tað, sum undir vanligum umstøðum kann henda í sambandi við kapping og einstakar dystir. Tí er sera umráðandi, at feløgini til fulnar kunna seg um tað, sum stendur á pappírinum, so sleppast skal undan mistøkum og gáloysni, ið kostar. Kortini slepst ikki undan, at feløgini onkuntíð traðka við síðuna av, og tá kann tað kosta. Sum nú um vikuskiftið, tá Mjølnir fekk útidystin ímóti ÍF fluttan frá sunnudegi til fríggjakvøld, men bara ikki hevði givið sær far um, at Flogbóltssambandið bæði skuldi hava eina fráboðan um flytingina – og góðkenna hana! Fráboðanina fekk Flogbóltssambandið ongantíð, so tí var flytingin slett ikki viðgjørd á rætta stað og ei heldur góðkend. Revsingin kom longu leygarkvøldið, tá Flogbóltssambandið boðaði frá, at hvørki liðið fekk nakað stig fyri dystin, ið er kolldømdur, men at bæði skulu rinda 1.600 krónur í bót í part. Flogbóltssambandið hevði neyvan heldur góðkent eina fráboðan um at flyta henda dystin, tí hóast tað stendur í kappingarreglunum, at »starvsnevndin í FBF kann gera undantøk frá hesi reglu«, verða slík undantøk bert givin í heilt serligum førum. At onkur spælari skal til jólaborðhald, verður neyvan roknað sum eitt heilt serligt føri… Sum skilst, fara hvørki ÍF ella Mjølnir víðari við málinum, men tað fáa vit so at síggja. Í øllum førum er tað gott, at Flogbóltssambandið – sum tað eisini hevur gjørt fyrr – ger skjótt av og sker út í papp, at kappingarreglurnar ikki bara eru til til stuttleikar, men skulu takast í fullum álvara. Hendir hetta aftur, er revsingin uppaftur harðari, tí tá verða liðini koyrd úr kappingini, so helst fer hetta mál at gera sítt til, at øll feløg nú væl og virðiliga seta seg inn í reglurnar, hava tey ikki gjørt tað áðrenn. Í fyrsta umfari sær málið ikki út til at kosta Mjølnir so nógv á stigatalvuni. Hóast klaksvíkingar vunnu dystin og skuldu fingið tvey stig, høvdu hesi bæði beinanvegin farið niður í helvt, tí nú er kappingin hjá monnunum hálvrunnin. Men hendir tað, at tvey av hinum mansliðunum í síðsta enda yvirhála Mjølnir, verður mista stigið ikki bara eitt mist stig, men eitt veruligt afturstig, ið kostar meira enn bótina! einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Kaká, Ronaldo og Drogba í krúttunnu jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Súðini gjøgnum áskoðarafjøldini vóru øgilig, so hvørt sum nøvnini á londunum í bólki G komu upp á talvuna Mynd: Polfoto/AP Bólkur A Suðurafrika Mexico Uruguay Frakland Bólkur B Argentina Nigeria Suðurkorea Grikkaland Bólkur C Ongland USA Algier Slovenia Bólkur D Týskland Australia Serbia Ghana Bólkur E Holland Danmark Japan Cameroun Bólkur F Italia Paraguay New Zealand Slovakia Bólkur G Brasil Norðurkorea Fílabeinsstrondin Portugal Bólkur H Spania Schweitz Honduras Chile FAKTA Spania vann Davis­Cup Sponsku tennis-harrarnir kunnu aftur í ár rópa seg heimsins bestu, eftir at teir hava vunnið Davis Cup- finaluna móti Kekkia. Rafael Nadal og Daved Ferrer vnnu fríggjdagin sínar dystir í einmansleiki, og leygardagin vunnu Lopez/Verdasco á7-6, 7-5, 6-2 á Berdych/Stepanek í tvímansleikinum. Við hesum hevði Spania vunnið teir kravdu tríggjar dystirnar, og samstundis gjørdist landið tað fyrsta síðani 1998 at endurvinna Davis Cup-heitið. Canal9 tekur HM­dystir Hetta er gjørligt, tí tað er ikki møguligt hjá stóru donsku rásunum at senda allar dystirnar, sum verða spældir í Suðurafrika komandi summar. Leygardagin boðaði umboð frá Canal9 frá, at teir hava keypt sær rættindi til 21 dystir. Millum annað allar dystirnar hjá Argentina í bólkaspælinum, tveir av dystunum hjá Brasil og teir dystirnar í danska bólkinum, har Danmark ikki spælir.Hartil verður roknað við, at dystir hjá Týsklandi og Onglandi eisini koma á skíggjan hjá Canal9.