mánadagur 7. desember 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
Fylla 100
mikudagin
9. desember eru júst
100 ár liðin, síðan
Havnar Fim leikafelag
varð stovn að. Síðsta
tiltakið í sambandi við
100 ára há tíð ar haldið
verður í Gunda dali
mikudagin
Føðingardagur
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Allir limir felagsins við familju
eru boðnir í føðingardag í
Gunda dali. Dagurin byrjar
klokkan 17.00, og møtt verður
á ovara vølli til felags
upphittin. Síðani fara allir HF
limirnir á niðara vøll at taka
felagsmynd.
Øll fara síðani í skrúgongu
niðan í Ítróttarhøllina, har
Havn ar Fimleikafelag bjóðar
øllum væl komnum til bollar
og kakao, fim leika inn sløg og
røður.
Ein bók verður eisini givin
út á runda degnum. Høvið
verður at síggja og ogna sær
bókina hend an dagin fyri kr.
299,00 og eisini ber til at fáa
bókina signer aða. Umframt
bókina, verður eisini møguleiki
at keypa onkra góða jólagávu,
eitt nú HF- fløgu na, HF-búnan
og 100 ára hettu troyggjuna.
Við føðingardagskvøðu
Havn ar Fimleikafelag, www.
hf.fo
Annan dagin á rað tók unga
og lutvíst nýggja danska
hond bólts landsliðið hond
bólts heimin á bóli. Eftir
sera spennandi dystin
leygar dagin, tá danir vun
nu við einum máli móti
Týskalandi rætt og slætt
smurdu donsku hond bólts
kvinnur nar íFrakland av
Úrslitið gjørdist 24-16 til Danmark
eftir hálvleiksstøðuna 11-8. Stóri
spælar in á danska liðnum var Camil-
la Dalby, sum skoraði nógv flest mál.
Eisini Kristina Kristiansen spældi ein
góðan dyst. Men stórspælarin yvir
øll um var málverjin Christina Peder-
sen, sum fullkomiliga tók franska
lið ið á bóli við at bjarga einum upp-
løgdum málmøguleika fyri og ann-
an eftir.
Spælifordeilarin hjá danska lið-
num eftir at lyklaspælarin Lærke
Møller varð skadd var ikki við í dag.
Louise Mortensen, sum spældi ein
rimm ar dyst í gjár, hevði skalað sær
knæið, so hon var spard henda dyst-
in men verður so við aftur næsta
dyst.
Danmark spælir móti Kongo
mána dagin kl. 11 okkara tíð. Dystur-
in verður sendur beinleiðis á TV2.
Síða ni skal Danmark spæla móti
Brasil ia og Svøríki.
Við fýra stigum hevur Danmark
nær um tryggjað sær pláss í millum-
spæli num. Svøríki vann í gjár á
Brasilia.
Noreg hevur fult stigatal
aftaná tveir dystir
Noreg vann ein tryggan 36-25 sigur
ímóti Tunis í HM endaspælinum í
hond bólti, sum er í Kina í hesum
døgum.
Tað gekk tó ikki heilt eftir vild hjá
norsku kvinnunum í fyrra hálvleiki.
Undirtippaða tunesiska liðið fylgdi
væl við, og Noreg var bert á odda
18-14 í steðginum.
Krøvini eru stór til norska liðið, og
hondbóltsserfrøðingurin hjá norska
TV2,
Ole Gustav Gjekstad var rættiliga
atfinningarsamur um taktikkin hjá
ís lendska venjaranum, Tórir Her-
geirs son. Gjekstad helt fyri at eyg-
leiða norska liðið, var sum at sígg ja
máling todna.
Til tað svaraði Tórir Hergeirsson
bert, at hann var ikki vanur við at
standa og eygleiða máling todna.
Noreg hevur óannsæð fýra stig,
aftaná tryggar sigrar ímóti Japan og
Tunis, og í morgin hevur Noreg aftur
eitt mótstøðulið frá veikara enda-
num, nevnliga Chile.
Tórir Hergeirsson var nøgdur við
sigurin ímóti Tunis, men var harmur
um gongdina í fyrra hálvleiki: - Tað
var eitt sindur strævið í dag. Vit
komu ongantíð veruliga í gongd. Vit
ko mu als ikki upp á sama støðið,
sum í dystinum ímóti Japan. Men vit
møttu einum betri og klókari liði í
dag, segði Tórir Hergeirsson við
nors ka blaðið VG, aftaná dystin.
Í bólki C hava Noreg, Ungarn og
Rumenia øll fýra stig fyri tveir dystir,
með an Chile, Japan og Tunis øll
hava einki stig, eisini fyri tveir dystir.
Tiger í ringum skørum
Síðani tað fyri góðari viku síðani varð skrivað, at Tiger Woods
hevði fingið av at vita frá svensku konu síni, tá hon í øði um
ótrúskap hevði bukað hann við eini golfkúllu, tykist listin við
frillum ongan enda at taka. Sambært ensku og amerikonsku
miðlunum er talið nú komið upp á seks elskarinnur, sum
hvør í sínum lagi hava greitt frá puttunum, sum Woods eisini
ger uttan fyri golfbreytina. Nú stendur somikið illa til, at
ráðgevarnir hjá Woods vilja hava hann at traðka fram í
talkshow hjá Oprah Winfrey, soleiðis at hann á tann hátt
kann byrja av nýggjum.
Adriano skeyt gullið heim
Brasilski Adriano varð eitt skifti mettur sum ein av
heimsins bestu áleyparum, men rúsdrekkatrupulleikar og
ein depression gjørdu sítt fyri at steðga málskjótingini. Nú
er fótbóltsgleðin tó funnin aftur, og í gjár kundi hann taka
ímóti meistarasteypinum í Brasil, eftir at teir í seinasta
umfarinum vunnu 2-1 á Gremio og harvið hildu seg tvey
stig framman fyri Internacional og Sao Paulo. Og luturin
hjá Adriano lá ikki eftir. Við 19 málum var hann nevnliga
besti málskjúttin hjá Flamengo í ár.
Greiður sigur til Noreg
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Danmark vann á Fraklandi
Camilla Dalby og donsku
landsliðsfelagarnir hava gjørt bart
fyrstu umførini í HM-kappingini í
kvinnuhondbólti, sum verður spælt í
Kina í hesum døgum. Í gjár vunnu tær
tryggan sigur á Fraklandi
Mynd: Polfoto