Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 Everton vil hava Forlan Tað gongur einki serligt hjá Everton í ensku landskappingini, og líkt er til, at felagið fer at styrkja hópin í januar. Ein spælari, sum er upp á tal í felagnum úr Liverpool, er framherjin Diego Forlan, sum spælir fyri spanska feaglið Atletico. Forlan hevur áður spælt fyri Manchester United, har tað ikki gekk betur enn næstbest, men hann hevur síðani víst gott máltev í Atletico, har hann hevur skotið 64 mál í 124 dystum. Vilja leingja við Mascherano Argentinski miðvallarspælarin Javier Mascherano hevur tvey ár eftir av sínum sáttmála við enska felagið Liverpool, men longu nú er Liverpool sinnað at leingja sáttmálan við hann. 25 ára gamli Mascherano hevur spælt við Liverpool síðani januar í 2007. - Vit hava nógva tíð eftir enn, men vit vilja gjarna leingja sáttmálan við hann, og hann er áhugaður í at leingja, sigur Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool. Kvinnurnar úr Neistanum eru á triðja plássinum. Tær fáa ikki stig móti tveimum teimum ovastu, men vinna hvørjaferð móti trimum teimum niðastu. Í gjár fingu tær fult móti VÍF Hevnd er eitt. Uppreisn er eitt annað. Kvinnurnar úr Neistanum høvdu av álvara nakað at prógva, tá tær runnu á vøllin í Vestmanna í gjár. Mikukvøldið vóru tær fyri einum eyðmýkjandi tapi í steypa kapping ini, tá Kyndil úr næstbestu deildini kopp- aðu teimum bláu. Tí var upp reisn – og ikki hevnd sum fleiri av áskoðar- unum úr høvuðsstaðnum tosaðu um - fremst á skránni hjá Daniel Rapa, venjara, og leikarunum í gjár. Síggja ongan Við einum fyrimyndarligum stríðs- vilja í seinna umfarinum eydnaðist tað aftur Neistanum at vinna móti einum av liðunum, sum er undir tær á stigatalvuni. Í fyrra hálvleiki sá annars einki út hjá gestunum. Tær gjørdu ov skjótt av í framrættaða spælinum, har tápuligar villur oyðløgdu teimum spælið. Eftir steðgin var betri og beinanvegin vunnu tær hálv leiks- leiðsluna hjá VÍF á 15-12 aftur. Neistin vann við 26-24. Raskar vestmannagentur VÍF hevur bara eina ferð fingið fult í hesum kappingarárinum. Tað er altíð trupult hjá uppflytarum, sum noyðast at venja seg við aðrar umstøður enn frammanundan. Og við einum sera ungum hópi er einki at siga til, at tað tekur tíð hjá kvinnunum úr Vestmanna. Men sanniliga eiga tær eisini rós. Hóast keðiligu úrslitini vilja ágrýtnu genturnar framvegis stríðast. Tað vístu tær fyrimyndarliga í løtum í gjár, har royndirnar og dygdirnar vórðu avgerandi tá avtornaði. Men sum er, sær framtíðin ljós út á kvinnusíðuni í Vestmanna. Tjaldur-VB 39-19 (20-9): Botnliðið fekk bank Tjaldur hevði ongar sum helst trupulleikar av VB, tá toppur og botnur hittust Tað var eingin ivi, tá meistararnir og oddaliðið úr Tjaldri sunnudagin tók ímóti VB, sum liggur niðast í Sunset- kappingini. Longu fyrsta stóra korterið setti heimaliðið tingini so ruddiliga upp á pláss, og so var restin av dystinum bara ein kosmetiskur spurningur. VB slapp kanska betur upp í part eftir hetta, men nakað nær námind spenningi komu tær ongan tíð, og enn eru tær stigaleysar í botninum av talvuni. Tjaldur hevur hinvegin framvegis fult stigatal. Ikki minst takkað verið útlendsku profilunum á liðnum, sum aftur hesa ferð gjørdu nógv um seg. Ársins spælari, Adina Petrea, hevur hildið fram, har sum hon slepti í fjør, og nú níggju umfør eru spæld, er hon longu farin um tey 100 málini. -mørk Stjørnan vann ikki heilt so ómaksleyst, sum tær høvdu ætlanir um, tá tær vitjaðu á Skála leygardagin Seinastu vikurnar hevur StÍF væl og virðiliga togað seg úr botninum, og leygardagin prógvaðu tær, at hetta ikki hevur so nógv við tilvild at gera. Í trý korter eydnaðist nevnliga at halda eitt sera stutt tjóður í Stjørnuni, sum saman við Tjaldri rennur pararenning eftir finalu- plássinum í Sunset-kappingini. Munurin fyri steðgin var lítil og eingin, og heldur ikki eftir steðgin tóktist Stjørnan sleppa nakran veg. Avgerandi vendingin kom, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Stjørnan spældi tveir minuttir í undirtali, men tá eydnaðist tað Duritu Ljósstein at smekka tveir bóltar á rað inn um stólparnar, og so var vónleyst hjá StÍF at fanga Stjørnuna aftur. Hóast tapið, so er eingin ivi um, at avrikið hesa ferð ber boð um, at StÍF so smátt kann hugsa um Neist- an og bronsuna. Enn sum áður er tað finaluplássið, sum hevur týdn- ing hjá Stjørnuni, og ta kósina halda tær framvegis ruddiliga. VÍF-Neistin 24-26 (15-12): Neistin sær ongan StÍF-Stjørnan 24-32 (15-15): Spenningur í trý korter Tjaldur-VB 39-19 (20-9) 10 min: 7-2 20 min: 15-4 40 min: 27-13 50 min: 35-14 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 13, Cornelia Rimbu 10(2), Heidi Sevdal 5, Annika Thomsen 4, Jóhanna í Króki 3(1), Benedikta Johannesen 1, Mary-Ann Isaksen 1, Amy D. Streymoy 1, Sarah Ann B. Thomsen 1 VB: Una Egilsdóttir 5, Bára K. Mortensen 3, Theresa Joensen 3(2), Svava Vestergaard 3, Sára Samuelsen 2, Margreth Augustinussen 1, Monika Samuelsen 1, Andrea Nielsen 1 Brotskøst: Tjaldur 4, VB 3 Útvísingar: Tjaldur 2, VB 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen. FAKTA StÍF-Stjørnan 24-32 (15-15) 10 min: 5-5 20 min: 10-10 40 min: 20-19 50 min: 22-26 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 8(1), Roxanna Bodirlau 7, Fríð run Danielsen 3, Bára Berthelsen 3, Adrianna Bobra 3(2) Stjørnan: Simona Petersen 8, Valentina Suciu 6(2), Una Olsen 6, Durita Ljósstein 3, Bára S. Klakstein 3, Annika Ljósstein 3, Durita Christophersen 2, Kristina Griksaite 1 Brotskøst: StÍF 4, Stjørnan 4 Útvísingar: StÍF 1, Stjørnan 3 Diskvalifikatiónir: StÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Andreas F. Hansen & Heri Petersen FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen VÍF-Neistin 24-26 (15-12) 10 min: 4-2 20 min: 10-6 40 min: 17-18 50 min: 21-23 Málskjúttar VÍF: Liljan Djurhuus 15(6), Elisa Leo 2, Linda Davidsen 2, Halla Midjord 2, Tóra Seloy 1, Heidi Joensen 1, Katrin Christophersen 1 Neistin: Anja Heinadóttir 8, Jacklin Durhuus 7, Unnur Danielsen 4, Birita Wardum 4, Rakul Augustinussen 2, Lina Andriulyte 1 Brotskøst: VÍF 6, Neistin 4 Útvísingar: Neistin 4 Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen FAKTA Neistin var í ringum skørum, men tað eydnaðist at basa VÍF og harvið fáa eitt tiltrongt sálarligt lyft Mynd: Álvur Haraldsen