mánadagur 7. desember 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
Neistin hevði neyðuga
sálar liga yvirskotið, tá
botn liðið úr Vestmanna
royndi at vinna seg av aft
asta plássinum
- Móti endanum hava neistamenn
meira orku og vit renna aftaná. Tí
fáa teir fleiri løtt mál og vinna
dystin.
Áki G. Olsen segði tað væl í
Kring varpinum eftir dystin. At
Neistin dugdi betur í avgerandi
minuttunum. Tí tað júst tað sum
avgjørdi, at VÍF komandi vikuna er á
aftasta plássinum í bestu mans-
deildini.
Lagið hevur verið betri í Vest-
manna. Ítróttarstoltleikin – VÍF – er í
trongum skóm og er í løtuni á
niðurflytingarplássinum. Ein støða,
sum vestmenningar eru púra
óvandir við. Ein støða, sum Sámal
Joensen, Agnar Joensen og Áki G.
Olsen sjáldan hava roynt. Ein støða
sum skal vendast skjótast gjørligt.
Nær við
“Liðið er ongantíð betri enn seinasti
dysturin vísir” er eitt hugtak, sum
ítróttarfólk ofta nýta. Og við hesum
í huga sær ikki heilt galið út hjá VÍF.
Tí vestmenningar vóru nær við at
vinna stig frá oddaliðnum Neistan-
um, sum vitjaði í Vestmanna í gjár. Í
ein samfullan tíma leiktu liðini í
óvanligari høgari leikferð, tá gest-
irnir úr høvuðsstaðnum høvdu
neyðuga sálarliga yvirskotið og
megnaðu at binda um heilan fingur
í seinastu løtu.
Undan steðginum riggaði álops-
spælið hjá báðum liðum serstakliga
væl. Hugflog, ferð og dirvi var
grundarlagið fyri, at heili 46 mál
vórðu skotin í fyrra hálvleiki. 24 til
VÍF og 22 til Neistin. Talan var somu -
leiðis um málríkasta fyrra hálv leikin í
hesum kappingar árinum.
Sálarliga vóru gestirnir betur við
eftir hvíldina. Teir ansaðu væl eftir
vestmenningunum, og tá tað av
álvara ráddi um at halda høvdið
kalt, riggaði betur hjá bláa odda-
liðnum. Teir skutu neyðugu málini,
men troyttu vestmenningarnir ikki
høvdu meira krút.
Kann broytast skjótt
Tað er lætt at sita við knappaborðið
í desember og siga, hvør fer at flyta
niður – um Team Klaksvík vinnur
næstbestu deildina, væl at merkja.
Stigatalvan prógvar, at VÍF higartil
eru vánaligasta liðið í Atlantic
Airways-kappingini.
KÍF og VÍF stríðast í løtuni fyri
lívinum í bestu deildini. Og meðan
kollfirðingar vinna stig í heilum,
royna vestmenningar at venda
skútuni. Við dystinum í gjár í hyggju
sær ljóst út. Men tað er einki at ivast
í, at sigursvanda VÍF skal brynja seg
til eitt stríð sum krevur tár, sveitta
og blóð. Tí tað verður avgerandi, tá
vit einaferð skulu umrøða seinasta
leikumfar.
Ivi um Woodgate
Jonathan Woodgate verður roknaður millum bestu
verjuspælarar í Onglandi, men hann hevur verið illa plágaður
av skaðum á sínari yrkisleið, og nú er aftur galið. Woodgate
hevur bert spælt tríggjar dystir fyri Tottenham í ár, tí ein
gamal skaði í lærkrikanum argar aftur. Venjarin hjá Tottenham,
Harry Redknapp, sigur, at hann veit ikki, nær Woodgate verður
tøkur aftur. Ivi er um, hvussu Woodgate skal viðgerast fyri
skaðan.
Capello stúrir fyri Champions League
Enski landsliðsvenjarin Fabio Capello vónar ikki, at finalan í Champions League í mai verður
millum tvey ensk feløg. Ongland verður við í HM endaspælinum í Suðurafrika, sum byrjar í
juni, og Capello heldur, at Champions League finalan kann gerast ein vansi fyri landsliðið.
- Teir spælarar, sum vinna kappingina, verða á toppinum sálarliga, men teir, sum hava tapt,
fáa trupult við at koma fyri seg kropsliga og sálarliga til HM endaspælið, sigur Capello.
Eftir at hava verið púra
sørt botnlið, hevur KÍF
bitið somikið væl frá sær
seinastu umførini, at
teir nú eru eins seriølsir
finalubiðlar sum eitt og
hvørt annað lið
Talan er kanska ikki um vakrasta
hondbóltsspælið í landinum. Og
fleiri ferðir hava kollfirðingar hoyrt,
at teir ikki spæla nóg væl.
Men tá tað kemur til at stríðast
fyri sakini, so er eingin, sum tyikist
standa kollfirðingum kurl. Og tað
gjørdu strandingarnir heldur ikki, tá
teir leygardagin spældu heimadyst
móti KÍF.
Vendu vónloysinum
Heimaliðið tóktist annars at hava
tamarhald á tí mesta so at siga
allan dystin. Seinastu løtuna undan
steðginum drógu teir veruliga frá,
og so ráddi einamest um at halda
tamarhald á støðuni.
Tað gekk eisini so hampuliga væl
gjøgnum seinna hálvleik. Fleiri
ferðir hótti KÍF við at taka leiðsluna,
men StÍF helt nevið frammanfyri.
Men sjey minuttir fyri leiklok glapp
dysturin heimaliðnum av hondum.
StÍF hevði annars skorað til 24-23,
men seinastu løtuna vann KÍF ikki
minni enn 6-1, og so kundi restin
fyri tað vera tað sama.
Kollfirðingarnir høvdu enn
einaferð prógvað, at teir gevast ikki
á hondum, fyrr enn dómarin hevur
bríkslað fyri seinastu ferð. Enn sum
áður er setningurin at vinna seg úr
botninum. Men mongu sigrarnir
seinastu umførini hava sum bonus
havt við sær, at kollfirðingar nú
eisini so smátt kunnu tosa við um
finalupláss. Í tí kapprenningini eru
teir nevnliga bara trý stig aftan fyri
StÍF.
StÍF-KÍF 25-29 (14-10)
10 min: 3-4
20 min: 8-7
40 min: 18-15
50 min: 22-21
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 6, Pauli G. Hansen 6, Bárður B.
Danielsen 3, Gabriel Stanciu 3(3), Jógvan Joensen 3,
Mortan Hansen 2, Jørmund Hansen 1
KÍF: Ási Dam 9(5), Niklas Reginsson 5, Jákup Trygvason
5, Rógvi Weyhe 3, Teitur Joensen 3, Tony Weyhe 2, Gert
Hansen 2
Brotskøst: StÍF 3, KÍF 5
Útvísingar: StÍF 2, KÍF 3
Dómarar: Andrias Hansen & Heri Petersen
FAKTA
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
VÍFNeistin 3538 (2422):
VÍF í trong
um skóm
Stóru skjúttarnir høvdu
rúmar ræsur í Vestmanna.
Her er Heini Hanusarson
ávegis eitt av sínum sjey
málum Mynd: Álvur Haraldsen
VÍF-Neistin 35-38 (24-22)
10 min: 7-6
20 min: 18-15
40 min: 29-29
50 min: 32-33
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 9(3), Bjartir Hansen 9, Regin
Joensen 7, Agnar Joensen 5(1), Áki Olsen 2, Áki G.
Olsen 2, Niels Andreasen 1
Neistin: Finnur Hansson 11(1), Heini Hanusarson 7,
Jugoslav Djumic 7, David Edvardsen 6(2), Tróndur
Kragesteen 4, Sjúrður Thomassen 2, Áki Mørk 1
Brotskøst: VÍF 5, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg
FAKTA
StÍFKÍF 2529 (1410):
KÍF letur upp fyri øllum