Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 Stuttgart nýggjan venjara Týska felagið Stuttgart hevur givið venjaranum Marcus Babbel fótin, eftir at úrslitið hjá liðnum hava verið vánalig í hesum kappingarárinum. Stuttgart hevur bert vunnið tveir av 15 dystum. Nýggjur venjari í Stuttgart er 55 ára gamli Christian Gross, sum áður hevur vant eitt nú enska felagið Tottenham. Lustü takkaði fyri seg Tá Herfølge vann danska meistaraheitið í 2000, vóru Jákup Mikkelsen og Steven Lustü tveir av lyklaspælarunum hjá Herfølge. Í gjár gavst Lustü við sínari yrkisleið sum fótbóltsspælari. 38 ára gamli verjuspælarin hevur verið liðformaður hjá Silkeborg, sum hevur staðið seg sera væl í superliguni, og í gjár setti Lustü punktum við einum 3-0 sigri á Brøndby. Lustü hevur spælt 247 í bestu donsku fótbóltsdeildini, og hann spældi fyrsta landsdystin á danska landsliðnum ímóti Føroyum á Tórsvølli í 2000. Fótbóltsumboðsmaðurin Annfinn Gaard er spent­ ur í hesum døgum. Fýra evropeisk stórfeløg kapp­ ast um at fáa undirskriftina hjá einum paraguyanskum stórtalenti, sum 32 ára gamli føroyski útisetin í Århus umboðar. Hann hevur góðar vónir um, at tann heilt stóri vinningurin verður veruleiki á nýggj­ árinum, tá transfer­vind­ eygað letur upp aftur Fótbóltur Finnur Jensen Megabit1234@hotmail.com Í køkinum í eini lítlari íbúð í útjaðar- anum av Århus, nærhendis venjing- armiðstøðini hjá superligaliðnum AGF, stendur ein føroyingur og tosar í telefon. Hann sær púra van- ligur út; ílatin eini reyðari puma- troyggju og hvítum jogging buks- um og einum hvítum keppi á skall- anum. Men telefonsamrøðan er ikki vanlig. »I can try to call some danish clubs. I think I know just the right one. He sits mostly on the bench and is currently not a part of the regular team. Not the fastest one, but he shoots well.« Annfinn Gaard tosar við ein um boðsmann hjá einum miðal- stórum suðurevropeiskum fótbólts- felagi, sum vantar ein miðalgóðan áleypara. »I will send you a DVD-copy tomorrow.« 32 ára gamli havnarmaðurin, sum hevur búð í jútlendska høvuðs stað- num í nøkur ár, hevur seinasta árið havt eitt óvanligt arbeiði. Hann er vorðin fótbóltsumboðsmaður. Hann stendur millum felagið og fótbóltsleikaran. Hann er tann, sum skúmar fløtan, tá fótbóltsfeløg keypa og selja leikarar. Góð mánaðarløn Telefonsamrøðan er liðug. – Nú fáa vit at síggja. Donsku feløgini eru illa sperd av kreppuni. Tí eru nógvir lutfalsliga góðir áleyp- arar til sølu fyri bíligan penga, sigur Annfinn Gaard og leggur telefonina frá sær. Hana brúkar hann nógv. Hon ring ir alla tíðina. Frá morgni til myrk urs. – 50 samrøður um dagin. Í minsta lagi, metir havnarmaðurin. Hann tosar við leikarar, venjarar og aðrar umboðsmenn, sum hann samstarvar við. Teir koma úr øllum heiminum, men seinasta mánaðin eru óvanliga nógvar telefonsam- røður farnar yvir um Atlantshavið. Suðuramerika. Fimm paraguyanskir landsliðs- leikarar hava valt Annfinn Gaard sum umboðsmann. Teir hava fingið brell og ynskja at spæla í Evropa. Heimliga ligan skal skiftast út við Premier League, Serie A ella Bundesliga, og Annfinn Gaard skal hjálpa teimum at gera dreymin til veruleika. Tað er lættari sagt enn gjørt hjá teim flestu. Men hjá einum ungum leikara, sum skarar framúr, er sannlíkt, at hann í næstum kann pakka kuffertið. – Vit eru mitt í eymum samráð- ingum. Tí vil eg helst ikki upplýsa navnið á hvørki leikara, felagi ella landi, sigur Annfinn Gaard, sum tó avdúkar, at talan er um fýra evrope- isk stórfelag, sum eru sinnað at rinda fleiri milliónir fyri leikaran. Hann verður ætlandi seldur á nýggjárinum, tá sonevnda ”transfer-vindeygað” letur upp, og feløg aftur kunnu keypa og selja. Gongst sum ætlað, kemur sølan Annfinni Gaard væl við. Hann fær ein bita av køkuni, men hann vil ikki seta tal á. – Vit tosa um fitt av pengum, sum spjaddir yvir árið eru nakrar sera góðar mánaðarlønir, sigur havnar maðurin, sum verður avbrot- in av telefonini. Desperatir afrikanarar Annfinn Gaard, sum hevur lisið HA(jur.), og sum altíð hevur havt stóran áhuga fyri fótbólti, legði í vaðið fyri tveimum árum síðani, tá hann fór undir sjálvlestur í ítróttar- løgfrøði. Dansk Bold Union sendi honum eina rúgvu av tilfari, sum hann skuldi hava lisið, áðrenn skriv- ligu próvtøkuna eitt hálvt ár seinni. Hann skuldi millum annað seta seg inn í ymiskar lógir, sum høvdu við ítrótt at gera. Hann skuldi kenna til sáttmálar og lønarviðurskifti. Tey fægstu klára royndina. Annfinn Gaard var millum tey fáu, og í mars 2008 var hann millum teir áleið 40, sum hava prógvið í Danmark. So gekk eitt hálvt ár. Eftir summ- arfrítíðina í fjør – tá heimasíðan danishfootballagency.com varð lancerað - byrjaði telefonin at kima, og meylarnir komu rapandi inn. – Eg bleiv næstan spammaður av skrambli. Onkuntíð 100 meylar um dagin – oftast frá desperatum afrikanskum fótbóltsleikarum, sum bóðu um hjálp, sigur Annfinn Gaard, sum spakuliga lærdi seg spælið. Hann byrjaði so smátt at velja áhugaverdar leikarar úr rúgvuni. Tað bleiv lættari, tá hann hevði ognað sær serlig telduforrit, sum skráseta upplýsingar um allar leikararnar. Og í januar mánað seldi hann sín fyrsta leikara – tá 26 ára gamli kanadiski landsliðsleikarin og áleyparin Stephen Ademulu, sum varð seldur til litaviska meistaraliðið FK Ekranas. – Tað kendist væl, tí hetta var fyrsti handilin. Nú vart tú komin í gongd og hevði hug til meira, minnist Annfinn Gaard. Fótbóltsheimurin er harður Seinasta árið er umboðsmanna- fyritøkan hjá Annfinni Gaard vaksin. Tað kom væl við, tá Bjarni Kyster fyrr í ár keypti seg inn í fyritøkuna. Pengainnspræningin gav stjóran- um fíggjarligt rásarúm at fáast við sítt virksemi burturav. Og hann hevur nógv jørn í eldin- um Umframt at hjálpa leikarum at skifta felag – millum annað Brima Koroma, sum fór til B36, og Tamba Yarjah sum fór til FS Vágar – hevur Annfinn Gaard staðið fyri at endur- nýggja nakrar leikarasáttmálar. Hann hevur eisini fingið fleiri spenn andi leikarar undir sínar veingir. Umframt teir fimm úr Para- guay, hevur hann landsliðsleikarar úr Belgia og Sierra Leone. Í næstum skal hann eisini hjálpa einum suðuramerikanskum venjara at fáa starv í Evropa. Hann hevur avtalur gjørt við aðrar umboðsmenn úr ávikavist Belgia, Onglandi, Spania, Italia og Suðuramerika. – Vit hava hvør sítt øki og hjálpa hvørjum øðrum. Tað er týdningar- mikið at hava góðar útlendskar samstarvsfelagar, sigur Annfinn Gaard, sum eisini ferðast ofta. – Ikki alt kann gerast umvegis telefon ella teldu. Onkuntíð mást tú út at vísa andlit, sigur ungi havnar- maðurin, sum júst er heimaftur- komin úr Hollandi, har hann fekk eitt gott prát við nakrar av sínum paraguayansku gullklumpum, sum vóru við hópinum, sum spældi vinardyst móti Hollandi. – Vit prátaðu um leyst og fast. Um teirra vónir og ynski. Tað er ymiskt. Onkur vil hava hægri løn, aðrir vilja bara sleppa til Evropa at vísa, hvør dugur er í teimum, sigur Annfinn Gaard, sum viðurkennir, at fótbóltsheimurin er harður. Teir allarfægstu leikararnir megna at sláa ígjøgnum, og hesum dylir hann heldur ikki fyri, tá hann prátar við sínar leikarar. Vit tíma ikki at lúgva fyri nøkrum. Er ein, sum hevur ov høgar vónir um seg sjálvan, so sigi eg tað við hann. Tað er betri fyri allar partar, heldur hann. Samrøður um náttina Annfinn Gaard hevur tendrað sjónvarpið. Ein fótbóltsdystur er byrjaður. Annfinn Gaard hevur sæð nógvar dystir millum ár og dag. Og hann kennir spælið. – Eg vil ikki reypa. Men eg haldi meg vera ein rættiliga góðan eygleiðara. Eg dugi rímuliga væl at síggja, tá okkurt talent skarar burturúr, sigur Annfinn Gaard, sum nú er blivin troyttur. Hann var tíðliga uppi í morgun at tosa í telefon. Samráðingarnar við paraguyanska stjørnuskotið eru ikki komnar í hús enn. Í Suðuramerika eru tey nakrar tímar aftanfyri. Hann kann tí vænta, at telefonin ringir seinni í nátt. Men tað bilar einki. – Mær dámar væl hetta arbeiði. Mær dámar væl at passa meg sjálvan. Tað er oftast bara eg, telefonin og teldan. Tú veitst aldrin, hvør ringir. Tað er spennandi, sigur Annfinn Gaard at enda. Ein stórur partur av degnum hjá Annfinni Gaard gongur við at tosa í telefon. Samrøðurnar eru sum oftast á enskum Spentur fótbóltsumboðsmaður: Milliónasølan kemur