mánadagur 7. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Kjær gjørdi vart við seg
Fleiri europeisk stórfeløg hava sýnt áhuga fyri danska
verjuspælaranum Simon Kjær seinastu tíðina. Eitt nú
hevur Manchester United fylgt honum. Í gjár gjørdi Simon
Kjær aftur vart við seg, tá ið hann skoraði sigursmáli fyri
italska felag sítt Palermo. Liðið vann 2-1 ímóti Cagliari í
Seriu A, eftir at Cagliari hevði verið á odda 1-0. Simon Kjær
skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Ferguson manglar spælarar
Ein verja við Darren Fletcher, Michael Carrick, Patrice Evra og Ryan
Giggs ljóðar næstan sum skemt, men tað var veruleiki hjá
Manchester United í endanum av dystinum ímóti West Ham
leygardagin. United manglar verjuspælarar í stórum tali, og tveir
blivu skaddir afturat í dystinum leygardagin.- Hetta var ein stórur
sigur fyri okkum, tí vit manglaðu seks verjuspælarar, og tveir blivu
skaddir afturat. Vit eru við at mangla spælarar nú, sigur Alex
Fergsuon, venjari.
r væl við