mánadagur 7. desember 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234
Eftir at hava tapt tríggjar
fimmsettarar, hevur
Fleyr nú vant seg við
drúgvaru dystirnar og
vann leygardagin annan
fimmsettaran á rað, tá liðið
var á vitjan í Sørvági
Fyri nøkrum viku síðani kundi stað
festast, at Fleyr í Eikliguni hjá monn
um ikki megnaði at fáa nakað burtur
úr teimum drúgvaru dystunum, tí
tað altíð vóru mótstøðuliðini, ið fóru
avstað við fimta setti. Men fyri viku
síðani kom Fleyr sum vinnari burtur
úr fimmsettara ímóti ÍF á heimavølli,
og leygardagin bar aftur til, tá fimm
sett skuldu til fyri at vinna á SÍ á
útivølli.
SÍ helt ikki fast
SÍ sá út til at leggja væl út og var á
odda 1813 í fyrsta setti, men tapti
allíka væl. Í øðrum og triðja setti lá
betur fyri hjá sørvingum, ið vunnu
bæði sera trygt, so nú ráddi bara um
at gera dystin av í fjórða setti og
taka sigurin.
Men hóast SÍ kom á odda 1611
og seinni var á odda 1916, bar ikki
til at halda fast. Seks teir næstu
bóltar nar koyrdi SÍ út, upp undir
loft ið ella aðrastaðni, har tað ikki
gav stig, og so endaði tað við, at
Fleyr stakk av við settinum, so tað
nú stóð á jøvnum 22 í settum.
Nú tóktist Fleyr at standa í kendu
støðuni, tí hetta var fimti fimm
settarin í vetur. Og sum settinum
leið, sá eisini út til, at tað fyri fjórðu
ferð skuldi gerast tap. SÍ var á odda
84, tá liðini skiftu síðu, og løtu sein
ni var støðan 95. Men so setti Fleyr
endaspurtin í gongd, samstundis
sum SÍ legði størri dent á døming
enn spæl, og tí gjørdust havnar
menninir teir drúgvaru og tóku
bæði settið og sigurin.
Nú stigini verða býtt í helvt, er
Fleyr tí væl nærri einum finalusessi
enn frammanundan, samstundis
sum SÍ í síðstuni tykist hava mist
stev ið. Mjølnir er framvegis á odda,
hóast liðið misti stigini, tað helt seg
ha va vunnið ímóti ÍF fríggjakvøldið.
Einki óvæntað úrslit var
um vikuskiftið í Eik ligu ni
hjá kvinnum, har sør
vágs kvinnur framvegis
eru greitt á odda, meðan
Mjøln ir og Fleyr eru fremst
í kappingini um at renna
aftaná
Nú flogbóltskappingin hevur fingið
nýggjan leist, so sjálvt meistaraheitið
skal avgerast við FMfinalum, sum
vit kenna tað frá hond bólts kapp
ing ini, er líka umráðandi at gerast
nummar tvey sum nummar eitt, tá
sjálv landskappingin er spæld.
Tí er kvinnukappingin blivin ein
kapp renning um at renna aftan á SÍ,
ið bert hevur útbygt leiðsluna frá
byrjan. Og í løtuni bendir alt á, at tað
verða annaðhvørt Mjølnir ella Fleyr,
ið skulu takast í finalunum, men
eisini TB liggur og lúrir beint aftan
fyri hini bæði.
Eingin ivi hjá SÍ
Burtur sæð frá fyrsta setti, tá SÍ ikki
ord i liga var komið í gongd, var lítil
spenningur um, hvønn veg dysturin
í Sørvági í gjár skuldi fara, tí ÍF
megnaði ongantíð at hótta heima
lið ið. ÍF kom hampuliga væl frá
fyrsta setti, meðan SÍ gjørdi fleiri
feilir, enn vanligt er at síggja. Men í
teim um báðum seinnu settunum
koyr di tað sum knívur í bleytum
smøri hjá sørvágskvinnum, ið vóru
trygg ar í spælinum, samstundis
sum ÍF hevði ilt við at fáa bóltarnar
yvir um aftur netið.
Maja basti ikki Fleyr
Hóast Dráttur hevur fingið styrk, nú
Maja Popovic er komin á liðið, var
tað ikki nóg mikið til at steðga Fleyr
á Giljanesi leygardagin. Maja byrjaði
sum kantur í fyrsta setti, men spældi
síðani sum hevari, men hóast Drátt
ur fekk tikið triðja sett, rakk tað ikki
til meira enn tað. Fleyr hevði greitt
fleiri streingir at spæla uppá í álops
spæli n um, og eisini eydnaðist væl
at blokka hóttaninar frá Drátti, so tí
liggur Fleyr framvegis væl fyri í
kapp ingini har frammi.
Tryggur TBsigur
Tvørákvinnur fingu í gjár sín fjórða
sigur til høldar, tá KÍF var á vitjan í
Trongis vági, og munurin var so mik
ið stórur, at tað ongantíð gjørdist
spenn andi, men var liðugt eftir 50
minutt um. Sum vant, stríddust ungu
KÍFkvinnurnar væl á gólvinum,
men fingu ongantíð gongd á álops
spæl ið, meðan TB spældi væl og
enntá kundi geva teimum ungu á
bonk inum kjansin, uttan at tað gjør
d i sigurin minni tryggan.
Silkeborg eyðmýkti Brøndby
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara í Silkeborg endaðu 2009 við einum
stórsigri á heimavølli. Brøndby var á vitjan, og teir blágulu máttu heimaftur úr Silkeborg við einum 30 tapi.
Talan er um fjórða ósigurin á rað hjá Brøndby. Brøndby hevði annars ein risastóran málmøguleika at leggja
seg á odda tíðliga í dystinum, men Martin Bernburg misnýtti opna málmøguleikan. Beint undan steðginum
hevði Christian Lamhauge Holst ein stóran málmøguleika, men hann fekk ikki nóg nógva ferð á skotið, og
Stephen Andersen fekk vart fyri. Í seinna hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Silkeborg. Tann altíð vandamikli,
Rajko Lekic, Martin Svensson og Jesper Bech syrgdu fyri teimum trimum málunum hjá Silkeborg. Gamla
verjukempan hjá Silkeborg, Steven Lüstü spældi sín seinasta dyst í dag, og vóru liðfelagarnir sera fegnir um, at
hann kundi enda yrkisleiðina á hægsta støði við einum stórsigri á Brøndby. Silkeborg heldur vetrarferiu á
einum fjórðaplássi. Silkeborg hevur 29 stig fyri 18 dystir.
Fleyr vann fimmsettaran
Hinar renna aftan á SÍ
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Fakta um Eikliguna
Kvinnur
SÍÍF
30
(2517, 259, 259)
DrátturFleyr
13
(1625, 2125, 2522, 1825)
TBKÍF
30
(269, 259, 2516)
Menn
SÍFleyr
23
(2325, 2514, 2514, 2225, 1115)
ÍFMjølnir
00
(kolldømdur av Flogbóltssambandinum)
SÍ hevði møguleikan at avgera dystin
ímóti Fleyr í bæði fjórða og fimta
setti, men megnaði tað ikki, og tí hava
havnarmenninir av álvara meldað seg
inn í kappingina
Mynd: Álvur Haraldsen