Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 7. desember 2009 – Nr. 234 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Av tí at Flogbólts sam­ band ið ikki hevði givið ÍF og Mjølnir loyvi til at framskunda dystin teirra millum á Kambsdali frá sunnudegnum til fríggja kvøldið, spældu tey til fánýtis. Flogbólts­ sambandið hevur dømt dystin at enda 0­0 í settum og hvørki liðið fær nakað stig Fríggjakvøldið møttust mansliðini hjá ÍF og Mjølnir í ítróttarhøllini á Kambsdali, og endaði dysturin við sigri til Mjølnir, ið vann 3-0. Burtur sæð frá øðrum setti, ið endaði 27-25 til Mjølnir, var talan um ein tryggan sigur, 25-12 í fyrsta setti og 25-18 í triðja setti. Hetta skuldi tó vísa seg alt samalt at vera til fánýtis, tí liðini høvdu flutt dystin frá sunnudegnum til fríggjakvøldið, men uttan at boða Flogbóltssambandinum frá. Tí kom ein fráboðan frá Flogbóltssam- band inum leygarkvøldið, har greitt var frá, at Mjølnir og ÍF fáa 0 stig fyri dystin og samlaða settmunin 0-0. Avgerð sína grundar Flogbólts- sambandið á grein 11e í kappingar- reglunum, har sagt verður millum annað, at »tá ið dystur verður flutt- ur í samráð við kappingarstjóran, skal nýggjur dystur verða ásettur í mesta lagi eina viku frá ásetta leikdegnum.« Víðari sigur grein 11d í kapp- ingar reglunum, at »somuleiðis verð ur givið null stig til tey lið, sum sínamillum avtala at útseta dyst, uttan at hava fingið loyvi til tess frá kappingarstjóranum. Fyri meistara- deildirnar er galdandi: Fyrstu ferð hetta kemur fyri, fær liðið bót og 0 stig, aðru ferð fer liðið úr kapping. Bótin er 2 ferðir luttøkugjaldið.« Greitt brot Í skrivi sínum til ÍF og Mjølnir vísir nevndin í Flogbóltssambandinum á, at dystirnir í Eikliguni hjá bæði kvinnum og monnum eru lagdir seinnapart sunnudag, so tað skal bera til fjølmiðlunum betur til at fylgja dystargongdini beinleiðis, og tí heldur Flogbóltssambandið tað vera heilt avgerandi, at dystirnir verða spældir tá og ikki aðrar tíðir. – Undantøk eru sjálvsagt, men tey skulu vera bara í heilt serligum førum. Og dystarflytingar skulu verða góðtiknar frá Flogbóltssambandinum. Bara tá kann dystur verða fluttur, stendur í skrivinum, sum formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, leggur navn til. – Dysturin varð leiktur fríggja- kvøld 4. desember, men til Flog- bólts sambandið kom eingin frá- boðan, og tí hevur Flogbóltssam- bandið heldur ikki givið loyvi til hesa flyting. Hetta er greitt brot á grein 11 e, stendur víðari í skriv in- um. Tað er nevndin í Flogbóltssam- bandinum, sum hevur tikið avgerð- ina í málinum, men í skrivinum verður eisini víst á, at avgerðin kann verða kærd til dómsnevndina sambært grein 20. Fordømi eru tó, har tað hevur víst seg ikki at geva nakað at kæra, so tí kann neyvan væntast annað, enn at avgerðin verður standandi. Skulu boksa fyri eina milliard Talan verður um aldarinnar dyst, tá Manny Pacquiao skal dystast móti Floyd Mayweather. 30 ára gamli Pacquiao verður í dag mettur sum heimsins besti boksari yvirhøvur. Tann heiðurin átti Mayweather, áðrenn hann gavst við ítróttini fyri hálvum øðrum ári síðani. Nú er Mayweather tó aftur til reiðar at fara í ringin, og so skal heimurin fáa at síggja, hvør er tann besti av teimum bestu. Roknað verður við, at sjónvarpsrættindini til dystin koma at kasta á leið eina milliard av sær, og teir báðir boksararnir sleppa at býta 450 milliónir krónur sínamillum fyri dystin. Khan brúkti 76 sekund Alt bendir á, at 22 ára gamli Amir Khan úr Onglandi er ávegis móti onkrum heilt stórum í boksiheiminum. Leygarkvøldið stóð hann aftur sum vinnari, tá hann vardi sítt WBA-belti í lættweltervekt við at steðga ukrainska Dmitriy Salita í fyrsta umfarinum. Ukrainin var í gólvinum eftir bara 15 sekundum, og hóast hann kom uppaftur, so var hann mest sum liðugur. Eftir 76 sekundum hevði dómarin sæð nóg mikið, og varð dysturin tá steðgaður við TKO-sigri til Khan. Mjølnir bað um at fáa dystin fluttan og skuldi taka sær av øllum, men tað bleiv ikki gjørt, og tí standa bæði ÍF og Mjølnir eftir við einari bót upp á 1.600 krónur í part – Vit hava so at siga einki við hetta málið at gera, tí tað var Mjølnir, sum bað um at fáa dystin fluttan og skuldi taka sær av at boða dómar- unum og Flogbóltssambandinum frá. Eg visti væl av, at boðast skuldi frá hjá Flogbóltssambandinum, men av tí at vit bara høvdu játtað, at vit einki høvdu ímóti at flyta dystin, roknaðu vit við, at Mjølnir tók sær av tí, sum skuldi gerast. Tað sigur Suni Hansen, spælandi venjari hjá ÍF, sum á stigatalvuni einki missir, men kortini má av við 1.600 krónur í bót. Bótin fyri at flyta dyst, uttan at siga Flogbóltssam- bandinum frá, er tvær ferðir lut- tøkugjaldið, sum er 800 krónur, og ta bótina skulu bæði ÍF og Mjølnir gjalda. Eisini hjá Mjølnir vóru fólk, sum kendu framferðarháttin, um dystur skal flytast, men kortini hendi mis- takið, ið nú kostaði felagnum tvey stig, ið tó verða til eitt, nú úrtøkan á stigatalvuni verður hálverað. – Eg hevði vitað av hasum, og tað sama hevði Jóannes N. Poulsen, men hann var tíverri ikki til venjing tað kvøldið, tá teir tosaðu um at framskunda dystin. Nú skulu vit tosa um hetta, men eg vænti ikki, at vit fara víðari til dómsnevndina við málinum, sigur Jón Kári í Brekkuni, umboðsmaður hjá Mjølnir. – Her er neyvan nakað at gera, tí hetta er eitt grovt brot, ið skyldast gáloysni frá spælarunum, so vit verða helst noyddir at góðtaka avgerðina. Sjálvur var eg úti fyri hesum fyri einum 15 árum síðani, tá vit í Mjølnir taptu ein dyst upp á sama máta, so her gerst neyvan nakað. Hetta kostar okkum eitt stig, men vit varðveita bæði oddasessin og plássið í steypafinaluni, so í fyrsta umfari sleppa vit væl frá tí. So veit eg ikki, um vit fara at sakna júst hetta eina stigið seinni, men tað má tíðin bara vísa. hil ÍF og Mjølnir spældu til fánýtis einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Einki at gera Menninir hjá Mjølnir vunnu fríggjakvøldið 3-0 á ÍF, men fáa einki burtur úr sigrinum uttan bót, tí dysturin var fluttur uttan góðkenning frá Flogbóltssambandinum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir