mánadagur 7. desember 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2009
31
– Tá ið tú fert á konsert hjá Eivør, fert tú ongantíð
skeivur. Heldur ikki í kvøld í Christianskirkjuni, og
seinni í Gøtu Kirkju
KONSERT
Myndir: Dávur Winther
Soleiðis er skoðsmálið hjá Dáva Winther, mentanarleiðara hjá Klaks
víkar Býráð eftir konsert ina við Eivør Pálsdóttir í Christ ianskirkjuni í
dag.
Saman við gentukóri úr Klaks vík og Eystankórinium bergtók Eivør
enn eina ferð fullsettu Christianskirkjuni, sum er góð við Eivør.
Stundum stóðu tey við altarið og stundum uppi við urguna og sungu.
Eivør sang solo við undirspæli hjá Kristoffer Myre Eng og annars
saman við kórunum báðum.
– Og Eivør gav tað hon átti, tað bleyta, mjúka, heita, hvassa og tað
harða. Og Halga Nátt við einum øðrum flogi saman við Kóri, og har
dynakmikkurin, við skiftandi ljóðstyrki, slapp at royna seg – og Eivør
dugur síni ting! Men uttan eitt vælsyngjandi Eystankór og
Gentukórið úr Klaksvík, so var konsertin ikki so fjálg, sum hon
gjørdist, sigur hann.
Kórleiðari var Petur Martin Johannesen.
– Tað er altíð serliga jólaligt at vera til jólakonsert í
Christianskirkjuni í Klaksvík, og so varð eisini hesa ferð. Hetta tí, at
kirkjan er so frágera vøkur og stórbar, og tá ið tú so sleppur at syngja
við, har urgan leikar væl saman við góðum kórum – ja, so eru jólini
nær og lundin glað, sigur Dávur Winther.
Vit fara ongantíð skeiv av Eivør