mánadagur 7. desember 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 234 - 7. desember 2009
viðmerkingar
Um 30 ár eru Føroyar
leysar av oljuni. Tað má
vera okkara mál, og fyri at
røkka tí, krevst einki minni
enn ein orkukollvelting.
Vit mugu hugsa nýtt og
hugsa djarvt, og taka stig,
sum veruliga muna.
Veðurlags- og orku-
politikkur eru tvær síður av
somu søk, og kortini hvørt
sítt. Ímeðan tað fyrra snýr
seg um at gera okkara part
at fyribyrgja ógvusligu
árinunum av veðurlags-
gassum, so snýr tað seinna
seg um at gerast leys av
oljuni fyri at framtíðar-
tryggja okkara búskap.
Yvirskipaða málið má
vera, at vit sjálvi skulu
framleiða nóg mikið av
orku til at reka alt sam-
felagið, umframt at hava
rúm fyri framhaldandi
búskaparvøkstri.
Utopi? Tann, sum so-
leiðis talar, er í øllum føri í
vanda fyri at verða skýrd
naivistur og mistonkt fyri
ikki heilt at hava fatað,
hvussu stórar avbjóðing-
arnar eru. Men eingin ivi
skal vera um, at avbjóð-
ingarnar eru risastórar. Og
tær verða ikki loystar við
teirri tøkni, okkara streym-
veiting í dag byggir á.
Momentum fyri
kollveltingini
At hugsa um at temja fleiri
varandi orkukeldur eru ikki
nýggir tankar. Og av
røttum kann spurningurin
setast: Um tað lønar seg,
hví hevur man so ikki langt
síðani gjørt tað? Bílig olja
hevur higartil gjørt kost/
nyttu útrokningarnar neilig-
ar fyri nýggjum varandi
orkukeldum. Men tað, at
heimurin er um at kódna
undir tungari CO2-dýnu
samstundis sum alt bendir
á, at oljuprísurin fer at
hækka munandi, og kanska
fleirfaldast í framtíðini,
broytir roknistykkið full-
komiliga. Vit fingu ein
ósøtan brellbrita uppá,
hvussu oljuprísurin kann
taka hvørkratak á okkara
høvuðsvinnu, tá oljuprís-
urin í fjør lá um 150 doll-
arar fyri tunnuna. Løtan er
komin, at seta øll segl til at
fulltroyta varandi orkuna,
vit eru umgird av.
Loysnir tøkar
Á ráðstevnuni “Nordic
climate solutions”, sum
varð hildin í Keypmanna-
havn í september, var
høvuðsboðskapurin, at
tøkniligu loysnirnar fyri at
gerast leys av oljuni, langt
síðani eru tøkar. Tað sum
væntar, eru ítøkilig politisk
stig - krøv frá myndugleik-
unum og lógarkarmar, sum
gera, at ferð kemur á nýtsl-
una av orkusparandi tøkni
og nýggjum orkuloysnum.
Kring heimin streyma
milliardir til víðarmenning
av grønari tøkni. Samstund-
is síggja íleggjarar góðar
møguleikar at forvinna
pengar. Loysnir, vit í dag
hava ilt við at ímynda
okkum, kunnu saktans vera
partur av okkara orku-
veiting um fá ár.
Orkuveiting hugsast
av nýggjum
Okkara streymveiting
kemur í dag - umframt frá
oljuni - frá vatni og vindi,
og her eru bæði ætlanir og
møguleikar fyri munandi
útbyggingum. Men tað er
givið, at vatnorkan ikki
nær námind kann nøkta
tann ógvusliga vøksturin í
streymframleiðslu, sum
skal til, skal samfelagið av
álvara “ravmagnast”, fyri
at sleppa av við oljuna.
Sjóvarfallsorkan, sum
hugsað hevur verið um í
fleiri áratíggju, tykist vera
skilabesta og høgligasta
orkukeldan at troyta afturat
vatni og vindi. Sum Knud
Simonsen, granskari, í
fleiri almennum fyrilestr-
um hevur víst á, so síggja
møguleikarnir út til at vera
góðir fyri at fáa meira orku
fyri munandi minni pengar
við at troyta
sjóvarfallsorkuna,
samanborið við eitt nú at
útbyggja vatnorkuna.
Okkum tørvar bæði og.
Biogass er avgjørt ein
møguleiki, sum eisini fleiri
gløggir heilar hava arbeitt
við – og her trýtur ikki
tilfar til biogassframleiðslu
við slógvi frá fiska- og
alivivinnuni, neytamykju,
tara og annað lívrunnið
burturkast. Vetni er eisini
møgulig og tøk tøkni.
Nógv størsti parturin av
øllum heimsins farmaflutn-
ingi fer sjóvegis, og altjóða
shippingvinnan tekur í løt-
uni stór tøk at finna hættir
at spara orku, reinsa útlát,
og gera royndir at nýta
onnur brennievni enn olju
til motorarnar – til dømis
roynir Mærsk nú at sigla
við biodiesel. Fleiri av
loysnunum, ið verða ment-
ar, kunnu helst eisini nýtast
umborð á fiskiskipum í
framtíðini, og kann koma
afturat ymiskum orku-
sparandi loysnum, sum
vera mentar her heima.
Fyri nøkrum døgum
síðani lótu norðmenn upp
eitt saltorkuverk. Her er
talan um orku frá gjøgn-
umseyringartrýsti (osmosu)
sum stendst tá feskvatn og
sjógvur blandast. Saltorku-
verkið er fyrsta royndar-
orkuverk av sínum slag, og
er eitt dømi um orkuloysn-
ir, vit ikki ímynda okkum í
dag, men sum kunnu gerast
partur av orkuloysnini í
morgin.
Til ber at skriva nógvar
síður um ymiskar orku-
loysnir – eisini tær sum
kunnu knýtast beinleiðis til
sethús, bygningar og
býlingum – hitapumpur,
jarðhiti, sólkyknur osfre.
Øll á mánan
“Vit kunnu seta ein mann á
mánan, men tað er ein
trupulleiki at flyta øll uppá
mánan”. Orðini eigur Lars
G Josefsson, stjóri á Vatten-
fall. Varandi orkukeldurnar
eru har. Tøknisku loysnir-
nar eru har. Her heima er
stóra avbjóðingin hópfram-
leiðsla av orku frá óstøðug-
um orkukeldum, tí vit ikki
hava møguleika at javna
streymin á netinum við at
útflyta yvirskotsorkuna
(Íslandskaðal, sum gekk
víðari niður á evropiska
meginlandið kundi loyst
tann trupulleikan, men tað
liggur ikki beint fyri).
Sjálvt við “klókari” tal-
gildari tøkni, sum fer at
geva betri útjavnan millum
framleiðslu og streym-
nýtslu, verður hetta fram-
vegis ein stór avbjóðing. At
loysa tann spurningin má
hava fremstu raðfesting.
Verk má fylgja vilja
Við felagsuppskotinum til
samtyktar um at minka
útlátið av CO2, sum allir
flokkar á tingi nú hava
samtykt, er ein góður vilji
staðfestur. Næsta stigið er
at gera ítøkilig átøk at
menna førleikan at royna
alternativar orkuveitingar-
og orkuspariskipanir og
taka til okkum tøkniligar
loysnir. Samstundis mugu
vit savna kreftirnar og
vitanina um varandi orku.
Sum nevnt í grein her-
fyri, eiga aðalráðnini at
verða umskipaði, soleiðis
at orkupolitikkur og veður-
lagspolitikkur verða savn-
aði í einum sterkum ráði. Í
hesum sambandi er tað eitt
gott hugskot at umskipa
SEV til dynamiskan stovn
undir orkumálaráðnum,
soleiðis at hesin kann
ganga á odda í orkukoll-
veltingini.
Føroyar og neyðuga orkukollveltingin
løgtingskvinna
Bjørt
SamuelSen
Í kjalarvørrinum av nógvu
umrøðu miðlanna av til-
burði, tá løgtingsformaður-
in mikudagin, sleit ting-
fund, tí løgmaður møtti ov
seint at svara munnligum
fyrispurningi frá Torbirni
Jacobsen, hugsi eg, at
niðanfyristandandi hevur
týdning.
Landsstýris- og tingfólk
eiga at møta
Tá munnligir fyrispurn-
ingar verða settir á Løg-
tingi, eiga spyrjari og tann,
ið svara skal at møta. Einki
annað kann góðtakast.
Løgtingsins tign skal virð-
ast. Spurnartekin kann tí
neyvan setast við tilburðin,
tá løgtingsformaðurin sleit
tingfundin mikudagin í
samband við, at uppmøt-
ingin ikki var í lagi.
Løgmaður, sum annars
altíð er neyvur í uppmøt-
ing, gjørdi tí eisini rætt, tá
hann harmaðist tilburðin
og bað um umbering.
Tingformaðurin niður-
legði ikki tingfund, hóast
Torbjørn ikki møtti
Næstseinast munnligir
fyrispurningar vóru fyri á
Løgtingi, mikudagin tann
18.11.2009, kom stígur í
tingarbeiðið góða løtu.
Torbjørn Jacobsen, parta-
maður Hergeir Nielsens,
var ikki møttur, tá fyri-
spurningur hansara um
heilsutrygd, til landsstýris-
mannin í heilsumálum,
skuldi svarast.
Tingfundurin varð ikki
niðurlagdur í skundi, eins
og tá løgmaður ikki var
møttur. Tingformaðurin
gav sær hesaferð góðar
stundir, soleiðis at onkur
floksfelagi Torbirnar og
Hergeirs fekk kannað, um
spyrjarin fór at møta.
Úrslitið var, at annars
altíð atfinningarsami
tingmaðurin ikki møtti.
Men tá góð løta var um-
liðin setti annar tinglimur í
Tjóðveldi spurningin til
landsstýrismannin í heilsu-
málum og orðaskiftið helt
fram, sum um einki var á
vási, tíansheldur fall nøkur
ábreiðsla.
Øll eiga somu viðferð?
Tað er skot fyri bógvin í
arbeiðnum at varðveita
Løgtingsins tign, um ikki
øll landsstýris- og tingfólk,
óansæð politiskan lit, fáa
somu viðferð og kor at
virka undir frá løgtings-
formanninum. Hann hevur
valdið og skal tí vera ímynd
tignarinnar í Løgtinginum.
Vónandi fekk løgmaður
somu tíðarfreist og sømdir
annars á orrustutingfund-
inum 2. desember, soleiðis
sum tjóveldistingmaðurin
fekk 18. november!
Skal virðingin fyri Løg-
tingi og tingarbeiði varð-
veitast, er sera umráðandi,
at landsstýris- og tingfólk,
sum skulu á røðarapallin,
møta og annars halda
góðan tingsið. Somuleiðis
hevur tað alstóran týdning,
at løgtingsformaðurin
gongur undan í allari
tignarligheit. Hann má á
ongan hátt nýta formans-
sessin í partapolitiskum
spæli. Tvørturímóti eigur
hann at leggja doyin á í
royndini at geva øllum, ið
starvast á Løgtingi, óansæð
politiskan lit, somu sømdir.
Við vón um at so er!
Fáa øll landsstýris- og tingfólk somu viðferð á Løgtingi?
løgtingsmaður
Bjørn KalSø
Í sambandi við
fyrispurning hjá John
Johannesen skal
felagið boða frá, at
skrivið til flogfólk
felagsins var ein
áheitan um at bera fram faklig sjónarmið um operativ
viðurskifti og flogvallarútbyggingina til felagsins
operativu leiðslu.
Felagið virðir fakliga førleikan hjá flogmonnum og
fer at brúka hesi sjónarmið sum part av grundarlagn-
um í skipaðum samskifti við Vága Floghavn um
útbyggingina, har flogovastin er limur í einum
samstarvsbólki.
Felagið staðfesti eisini mannagogndir í sambandi
við uttanhýsis samskiftið um týdningarmikil áhuga-
mál og operationell viðurskifti hjá felagnum, sum
leiðslan, herundir eisini flogovastin, varðar av vegna
felagið.
Hetta varð gjørt, so ongin ivi skuldi valda um,
hvørja støðu felagið hevur til flogvallarspurningin.
Frælsi at úttala seg um persónligar áskoðanir virðir
felagið sjálvsagt.
Hevur løgtingsins vinnunevnd ynskir um at koma á
tal við flogleiðlsuna og flogfólk hjá felagnum, fer
felagið at medvirka til hetta við vælvild.
Í tíðindaskrivi 6. november 2009 segði felagið
soleiðis frá síni støðu til menning av undirstøðu-
kervinum til flogferðslu í Føroyum:
"Atlantic Airways metir tað sera týdningarmikið, at
undirstøðukervið til flogferðslu í Føroyum verður
ment. Lítlar og ongar íløgur eru gjørdar innan hetta
øki í áratíggju, og felagið tók tí væl ímóti, tá gjørt
varð av at byggja út flogvøllin í Vágum.
Tað hevur týdning at fremja íløgur, sum bæði
kunnu bøta um regularitetin og skapa møguleikar at
brúka onnur og størri flogfør enn í dag.
Atlantic Airways setir sítt álit á, at byggiharrin tryggj-
ar, at Føroyar fáa best møguligu loysn í Vágum fyri
peningin, sum er settur av til flogvallarútbyggingina.
Kjakið um ein nýggjan flogvøll aðrastaðni í landi-
num metir felagið áhugavert, men tað eigur ikki at
darva nakrari útbygging í Vágum nú.
Felagið metir tað eisini átroðkandi, at myndugleik-
arnir sum skjótast endurmeta rasktrarleistin, sum
flogvøllurin í Føroyum verður rikin eftir í dag, og tey
gjøld, sum landskassin áleggur flogferðsluni og
teimum ferðandi.
Gjøldini sum brúkarin rindar fyri at ferðast um
flogvøllin í Føroyum er millum tey dýrastu í Evropa,
og samlaðu nýtslugjøldini vaksa við meiri enn 50%
eftir tveimum árum. Tann rokningin endar í síðsta
enda hjá føroyska brúkaranum og skaðar menningina
av føroyskari ferðavinnuni og føroyskari flogvinnu.
Hetta hava mong onnur ferðamál í Europa skilt, og tí
hava tey aðrastaðni lækkað ferðagjøldini til tess at
økja samlaðu inntøkurnar hjá øllum pørtum við
einum vaksandi streymi av ferðafólki."
Atlantic Airways
og viðgerðin av
flogvallarmálinum
stjóri
magni arge