Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. desember 2009síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 7. desember 2009 33 Vit hoyra dag og dagliga frá nevnda flokki, ella rættari sagt frá floksfor­ manninum, at hansara flokkur stendur við tær politisku semjur, ið gjørdar eru, samstundis sum hann gevur fólki ta fatan, at hinir samgongu­ flokkarnir eru ikki nóg seriøsir. Samstundis heitir hann nú á allar flokkar um at gera eina tjóðarsemju vegna sera álvarsligu bú­ skaparligu støðuna, og her er tað fyrst og fremst or­ saka tær sera ógvusligu hækkingarnar í almennu útrreiðslunum seinastu 10 árini. Í sama viðfeingi kann hann ikki bara sær at halda spjaldramerkið hjá Fólka­ flokkinum í hevd, hóast hann rættir hondina út til eina tjóðskaparsemju. Og spjaldramerki floksins er at lækka skattin. Ja tað er nærum ein deyðssynd at gjalda skatt yvirhøvur, og stóð tað til gamla stavna­ mannin fyri nøkrum árum síðani, so mælti hann til at gera Føroyar til eitt skatta­ paradis álíkt Isle of Man og líknandi oyggjasam­ feløgum. Tíverri vísir tað seg nú, at hesar somu oyggjar mega standa til svars yvirfyri altjóða sam­ felagnum, tí tað hevur víst seg, at ein stórur partur av pengunum, ið hevur verið kanaliseraður til hesi skattaparadís, er mafiapen­ ingur og peningur frá skattaundandrátti. Vit hava eitt ríkidømi í okkara sjóøki, ið hevur eitt virði uppá fleiri milliardir krónur, men fyri Fólka­ flokksins viðkomandi kemur tað als ikki uppá tal, at landskassin, og tað merk­ ir skattgjaldarin, møguliga kundi fingið eitt lítið av­ gjald av hesum virðum, ið eru fólksins ogn. Tað kem­ ur ikki upp á tal, sjálvt um okkurt felag er ført fyri at lata 250 milliónir krónur í vinningsbýti. Eg og alt Føroya fólk eiga at vera errin og stolt av hesum monnum, sum við einum ótrúligum ágrýtni og dugnaskapi og ikki minst áræði í ringum tíðum, serliga kreppuárun­ um, ikki góvust á hondum. Tvørturímóti hava teir við hepnari hond ognað sær eitt av heimsins mest framkomnu veiðutólum, ið kann góðska fiskin umborð og harvið fleirfalda veiðu­ virðið, samstundis sum veiðan harvið gerst meira burðardygg. Ivist tó onga løtu í, at høvdu broytingar verið gjørdar soleiðis, at lógin un vinnuligan fiskiskap kravdi eitt lítið avgjald til landskassan tey árini, tá úrtøkan var góð, so høvdu hesir menn ikki havt stórvegis ímóti tí. Orsøkin til, at okkara fiskifloti ídag stendur í eini botnleysari skuld, er fyrst og fremst umsetiligheitin og kapitaliseringin, har skuldin verður kanska trý ella fýrafaldað, so hvørt sum skip og fiskiloyvir hava skift eigara. Hetta er so takkað verið tí fiski­ vinnupolitikki, ið Fólka­ flokkurin hevur staðið faddur at. Tað ger ikki støðuna betri, tá miðal­ aldurin á okkara fiskiflota kanska liggur um 25­30 ár. Tá íð Fólkaflokkurin nú leggur upp til eina tjóðarsemju, er tað sera umráðandi, at allir flokkar á Løgtingi taka hann uppá orðið, soleiðis at okkara fiskivinnupolitikkur verður viðgjørdur og broyttur í hesi tjóðarsemju, sum Fólkaflokkurin sjálvur eftirlýsir. Í dag er tað so, at um ein vil ogna sær eitt skip, so er tað ikki sjálvt veiðutólið, ið er trupuleikin, tá fígging skal fáast til vega, tí virði á veiðitólinum er bert ein lítil partur, meðan sjálvt fiskiloyvið hevur nógv størri virði. Tað er púra burturvið. Sostatt er tað ikki virðið á skipinum ið er orsøkin til, at stórur partur av fiskiflotanum er um at fara á húsagang. Hinvegin er tað sum áður sagt tann førdi fiskivinnu­ politikkurin hjá Fólkaflokk­ inum seinastu nógvu árini, sum saman við fíggingarstovnunum hevur tikið grundarlagið undan okkara fiskiskipaflota. Spekulasjón við fiskirætt­ indum hevur givið seljar­ unum inntøkur uppá hundr­ aðtals milliónir í summum førum, meðan teir sum í dag eiga veiðutólini eru við sviðu soð, og fleiri av teimun eru farnir á húsa­ gang. Tí í staðin fyri skyn­ saman fiskivinnupolitik hevur Fólkaflokkurin ført ein ábyrgdarleysan profitt­ politik. Úrslitið er, at fíggj­ arstovnarnir í dag eiga ríki­ dømið í okkara sjóøki. Hvat vil Fólkaflokkurin við eini tjóðskaparsemju? Sørvágur Frank DaviDsen Í dag er altjóða handicapp­ dagur, í summar viðtóku vit ST sáttmálan um javn­ rættindi fyri fólk við breki og tað endaleysa kjakið um bústaðarviðurskifti hjá fólki við breki í øllum aldrum, sum eru umfataði av sáttmálanum, er aftur á skránni sum tveir ymiskir problematikkir. Samstundis ger Nærverkið vart við, at tað, at fólk gerast alt eldri, fer at økja nógv um tørvin á starvsfólki innan eldraøkið árini framyvir. Í grundini eru allir hesir "trupulleikar" ella hvat mann nú velur at nevna tað ­ ein spennandi avbjóðing er tað í øllum førum ­ tætt tengdir at hvør øðrum. Eingin ivi er um, at bæði á starvsfólka­ og bústaðar­ økinum til bæði gomul og brekað, er nógv at heinta við at síggja hesi øki sum eina heild. Vit eru hóðast alt ein lítil tjóð við ikki óavmarkaðum tilfeingi. Nú, vit hava viðtikið ST sáttmálan um javnrættindi fyri fólk við breki, eru skyldurnar og uppgávurnar hjá avvarðandi myndug­ leikum nógvar í tali. Ikki minst tá talan er um skyld­ urnar at gagnnýta verandi tilfeingi sum best. Her er tað so heppið, at tørvurin hjá øllum við niðursettum førleika á nógvum økjum er tann sami, í øllum førum tá talan er um krøv til fysiskar karmar og tørv á fakligum førleika hjá starvsfólkunum, tað verði seg, um talan er um gomul ella ung við breki. Sum nú er, tykist tað, sum um tað einasta, sum liggur fast á bústaðarøki­ num er, at byggingin av traditionellum røktarheim­ um og sambýlum heldur fram, hóðast tey hvørki eru tíðarhóskandi ella framtíð­ artryggjaði á tekniborðin­ um. Í besta føri leggja hesi ikki dent á at skapa møgul­ leikar fyri búfólkið at vera virkin og í ringasta føri forða tey fyri, at mann kann vera virkin. Meðni hesi ótíðarhósk­ andi røktarheim og sam­ býli verða bygd, ganga árini og bústaðarpakkin, sum hevur verið ávegis í áravís og ætlandi skal skapa hóskandi, fleksiblar bústaðarmøgulleikar til fólk við breki, dregur út. Onkra staðni skulu fólk, sum orsakað av breki hava tørv á serligum liviumstøð­ um jú búgva, meðni bíðað verður eftir bústaðarpakk­ anum. Hvussu búgva hesi so? Jú, tey búgva í nógvum førum í sonevndum sam­ býlum undir umstøðum, sum vit uttan brek ongan­ tíð høvdu góðtikið. Hvussu nógvar hóskandi bústaðir kundu leiguinntøkurnar, sum tey í áravís hava goldið fyri hesar bústaðir, ikki havt havt fíggjað? Tað hevði also verið áhugavert at skeitt at, hvat verður gjørt í okkara grannalondum. Har leggja tey seg eftir at byggja og skipa eldra­ og brekøkið so, at borgari við niður­ settum førleika, uttan mun til aldur, hevur møgulleika at vera so virkin og sjálv­ bjargin sum gjørligt. Úrslit­ ið verður tá bæði, at lívs­ góðskan hjá borgaranum verður betri og tørvurin á røkt og hjálp verður minni. Fyri nøkrum mánaðum síðan skrivaði Dennis Holm eina áhugaverda grein í bløðunum um ótíðarhóskandi mátan, vit byggja eldrabústaðir uppá og nú í vikuni luftaði Hermann Oskarsson nakrar sera skilagóðar tankar um tað sama í ÚF. Er tað ikki at undrast yvir, at tankarnir við viðkomandi fakligum reflektiónum skulu koma frá fólki, sum ikki varða av økinum og ikki kunnu væntast at hava fakligt innlit, meðni tey, sum varða av økinum og eiga at hava fakligt innlit, bara tykjast at hugsa í ella í øllum førum einans plan­ leggja í ótíðarhóskandi, traditionellum banum? Eg skilji tað so ikki ... Hattin av fyri MBF og Lailu, at tit klára fram­ haldandi at vera konstruk­ tiv í tykkara útmeldingum um støðuna. Góðan handicapdag! Starvsfólkatrot og bústaðarstøðan - hugleiðingar altjóða handicapdagin Ergoterapeutur Turið Jacobsen Eftir at nakað av kjaki nú í longri tíð hevur verið frammi millum landsstýrismannin í Heilsumálum og leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, viðvíkj­ andi fíggjarætlanini fyri 2010, har m.a. víst verður á tørvin á einum narkosulækna og yngri læknum til Suðuroyar Sjúkra­ hús, fyri framhaldandi at hava kommunulæknar í økinum, fara undirritaðu borgarstjórar í Suðuroynni, at seta fram krav um, at landsstýrið tekur hetta sera álvarsliga mál viðvíkjandi Suðuroynni upp til nýggja viðgerð. Tað hevur verið ført fram av yvirlæknum á Suðuroyar sjúkra­ húsi, virkandi kommunulæknum í oynni, og nú eisini av einum av teimum, ið vit væntaðu skuldi starvast sum kommunu­ lækni í Suðuroynni, hvørja støðu hesir hava til málið. Í samrøðu við Suðuroyarportalin, sigur ein, ið væntandi skuldi starvast sum kommunulækni í Suðuroynni, at tað kemur ikki upp á tal, at hann søkir eitt slíkt starv, við tí arbeiðs­og vaktarbyrðu, ið framtíðin hevur at bjóða. Tá landsstýrismaðurin í heilsumálum førir fram, at Ólavsøkupakkin og harvið karmarnir longu vóru settir, tá hann tók við sum landsstýris­ maður, so er hetta rætt. Eftir áheitan greiddi leiðslan á Suðuroyar sjúkrahúsi, á fundi í mei mánað í ár, frá støðuni. Á fundinum vóru ikki minni enn tríggir landsstýrismenn úr Suðuroynni, tvey løgtingsum­ boð úr Suðuroynni saman við borgarstjórunum í Suðuroynni. Tá kunnað varð um trupulleik­ an, komu týðiligar ábendingar frá landsstýrismonnunum um, at hetta nokk ikki bleiv nakar trupulleiki at fáa uppá pláss. Tí kunnu vit sum borgar­ stjórar ikki góðtaka, at undar­ førðslur um Ólavasøkupakkan, verða nýttir í hesum føri. Vit fara tí staðiliga at heita á okkara løgtings­ og landsstýris­ umboð umframt alt Føroya Løgting og Føroya Landsstýri, at síggja tann stóra álvara í hesum so ómetaliga týdningar­ mikla máli fyri trivnaðin og trygdina hjá ungum og eldri her í Suðuroynni, og at fáa til vega ta upphædd, ið skal til, fyri at tryggja okkara borgarum nøkunlunda somu heilsuviðgerðartilboð sum aðrastaðni í landinum. Borgarstjórarnir í Suðuroynni Kristin Michelsen Kirstin S. Bech Otto West Hildur Vestergaard Mikkjal Sørensen Eyðdis Ellendersen Delmar Tausen Mótmæli av viðgerðini av heilsuverkinum í Suðuroynni viðmerkingar