Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Fyri kilo 7995 Fyri kilo 4950 Fyri hvønn 7995 3,2 kilo fyri 13795 Fyri hvørja 11995 Fyri kilo 4995 Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið Um alt landið! 1,2 til 1,4 kilo um 2,6 til 3,0 kilo Íslendsk lambskrov Íslendsk lambstjógv Íslendskir lambsbøgir Chery Valley dunnur Nakkasteikir Íslendsk rullupylsa Stórar dunnur! ??? Bogi Eliasen, cand.scient. pol Cop 15 fundurin er nú form­ liga byrjaður og Connie Hedegaard, Lars Løkke Ras­ mussen, Yvo de Boer og Rajendra K. Pachauri høvdu teirra væntaðu røður, sum vístu á, at tað er nú ella ongantíð um tað veruliga skal bera til at arbeiða við veðurlagsbroytingunum. Samstundis tykist tað eisini at verða púra greitt at koma á dagsskrá, at menningar­ londini hava sett føtur í spenni og vilja ikki bera kostnaðin av dálkandi menn­ ingini, ídnaðarlondini hava bygt sítt ríkidømi á. Tað tykist eisini at verða púra greitt, at sendinevndinar frá ídnaðarlondunum hava skilt, at soleiðis er støðan. Talsmaðurin fyri G77, Lum­ umba Stanislaus Di­Aping, sum umboðar flestu menn­ ingarlondini,nýtti eisini høvið sunnudagin at vísa øllum á hvørja áskoðan menningarlondini hava. Tað at menningarlond hava hetta sjónarmið er ikki nýtt. Hetta er eitt afturvend­ andi evni tá talan hevur verið um at byggja upp stovnar í ST familjuni. Júst hesin spurningurin er ein av stóru knútunum í WTO, í einum nýggjum leisti fyri valdsmikla Trygdarráðið í ST og ikki minst í Heims­ bankaskipanini og altjóða valutagrunnin IMF. Menningarlond til borðs MEF (Major Economic For­ um) sum eru heimsins størstu búskapir, har størstu menningarlondini eisini eru við, var eitt trapputrin á leið­ ini at viðganga, at eisini óformliga hjálandatíðin er við at enda. Borgarar í triðja heiminum skulu eisini virðast við somu rættindum, sum vit í okkara parti av heiminum taka fyri givið, nú týdningarmestu menning­ arlondini sleppa framat, har annars bert G8 londini fund­ aðust áður. Í ríkara partinum av heiminum hava vit havt sera trupult at síggja lutfallið millum okkara trygd og livistøði og tað sera lága menningarstøði sum ein stórur partur av íbúgvunum í triðja heiminum hava, t.d at einum stórur partur av kinverjum ikki hava streym. Tryggja egnar borgarar Landsins leiðarar hava sum ábyrgd at tryggja sínum borgarum best møguligu avtaluna. Tey flestu meta tó, at veðurlagsspurningurin er so mikið álvarsamur, og at umfatandi londini einsamøll ongan kjans hava at gera nakað munagott. Tað eru onnur enn tey sum dálka, sum gjalda prísin við broytt­ um veðurlagi, tí er neyðugt at arbeiða altjóða. Men ein statsleiðari má alla tíðina ansa eftir at ein nýggj avtala er góð fyri land hansara. Kollvelta hugsunarháttíð Ber tað til at fáa eina semju, sum veruliga tekur avbjóð­ ingina í álvara, so er talan um at fáa í lag skipan, sum bæði tálmar útláti og mennir menningarlond? Tað ber ikki til at steðga menningini í menningarlondunum, held­ ur má talan verða um at kollvelta hugsunnarhátt, sum t.d. Kina arbeiðir við støði í hugsjónini hjá Willi­ am McDonough og Michael Braungart, har málið er at einki spill tilfar skal verða í framleiðslu, men at alt verður gagnýtt. COP 15 – karmur til nýggja heimsskipan? Um úrslitið av COP 15 er góð avtala, so gerst henda avtalan ein paraply, sum fer at seta krøv til WTO, heims­ bankaskipanina og ikki minst at fáa veruliga gongd arbeiðið við sonevndu Mill­ enium Goals í ST, sum skal verða við til at menna menn­ ingarlond á ein burðardygg­ an hátt. USA kom beinanvegin í gjár við útsøgnum, sum vísa, at landsins leiðsla ynskir at verða viðspælari á klimaøkinum. Nógv upp­ merksemi fekk tó útsøgnin frá svenska umhvørvisráð­ harranum Andreas Carl­ gren, sum umboðandi ES (Svøríki hevur ES formans­ skapin) greitt segði, at úrslit­ ið á COP 15 hvílir á Kina og USA, tí hesi bæði lond einsamøll eiga helvtina av heimsins útláti. Við slagorðum sum Hop­ enhagen og Seal the Deal var skjøtul settur á 12 hørð sam­ ráðingardøgn. Fyrsta partin av samráðingunum standa embætisfólk fyri og síðani koma ráðharrar við í seinna partin. Hesar 12 dagarnar er talan um nervaspæl, trýst, lobbyismu har lond, felags­ skapir og vinna fara at gera alt fyri at seta skránna. Fígging Harða stríðið er m.a. um hvar pengarnir til at fíggja tøknimeningina í triðja heim­ inum skal koma frá, tí ser­ frøðingarnir siga, at tað ikki er nøktandi at taka hetta frá verðandi menningarhjálp. Talan skal verða um nýggjar pengar. Hetta er ein torførur boðskapur at selja til veljarar heima í kreppuraktum bú­ skapum, har spart verður í almennum tænastum. Føroyskt íkast Veðurlagsbroytingar fara helst at verða um at fáa lond at seta mál og krøv, men eisini at fáa fólk og einstak­ lingini at taka tað til sín at arbeiða og liva burðardygt. Føroyar hava nógv at bjóða á hesum øki, men synd er at siga, at vit sum land taka av avbjóðingini og møguleik­ anum. Bert fyri at fáa eina fatan av hvussu lítið Føroyar gera burtúr, so kann lesarin fara inn á almennu føroysku og grønlendsku leinkjurnar um COP 15, tað talar fyri seg. Sí http://www.vedurlag. fo/ um Føroyar og http:// climategreenland.gl/ , Grønland. Átakið In the Eye of the Climate Change vísir, at Grønlendska samfelagið vil nakað á hesum øki. USA spælir við á COP 15 Føroyski básurin á COP 15 Myndir: Vilhjálmur Nielsen Einsemi elvir til krabba Royndir hjá amerikonskum granskarum vísa, at rottur, sum líða av einsemi ella strongd, eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba enn rottur, sum eru saman við øðrum rottum. Granskararnir á Yale University í statinum Connecticut siga, at niðurstøðan er eisini galdandi fyri fólk. Gretchen Hermes, sum hevur staðið fyri royndunum, sigur við AP, at vandin fyri bróstkrabba vísti seg at vera tríggjar ferðir størri hjá rottum, sum livdu einsamallar. Hon sigur, at einsemi og strongd eru líka krabbameinselvandi sum royking og stytta livitíðina.