Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Nú fleiri útisetar koma til Føroya at halda jól, er stóur vandi fyri, at tey óvitandi um tað hava veggjalýs í kuffertunum Skaðadjór Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fyri nøkrum fáum árum síðan fekk Dorete Bloch, leiðari á djóradeilini á Nátt­ úrugripasavninum fyrstu fráboðanina um, at veggja­ lúsin var komin til Føroya. Nú í heyst hevur hon fingið fyrstu fráboðanir. Dorete Bloch ivast ikki í, at vejjalúsin son onnur óynskt skaðadjór eru komn­ ar til Føroya, við tað at før­ oyingar nú ferðast so nógv. Fysta veggjalúsin, hon veit um í Føroyum, kom vi fólkum, sum høvdu verið á Kreta og ferðast. Tað sama er í Danmark. Har var veggjalúsin næstan týnd fyri umleið 60 áum síðan, men nú er hon yknað aftur. Í Danmark eru fleiri set­ hús, gistingarhús og kollegi nógv plágað av veggjalús. ­ Vit vita, at á fleiri stór­ um kollegium í Danmark búgva fleiri føroyingar, og tí er ikki óhugsandi, at nøkur teirra føra veggjalús heim við sær til jóla, sigur Dorete Bloch. Ansa eftir kuffertinum Hon mælir fólki, sum fara burtur at ferðast, um ikki at landa kuffertið standa opið, tí veggjalýsnar kunnu detta niður í tað og fjala seg millum klæðini. Veggjalúsin dugir ikki at flúgva. Hon tolir ikki so væl ljós og fjalir seg um dagin til dømis aftan fyri myndir og í rivum. Um náttina kemur hon fram og fer at súgva blóð ur fólki, meðan tey sova. So fer hon aftur at krógva seg. Ikki øll varnast, at veggja­ lús hevur verið og sogið blóð úr skøvningum, fótum og øðrum limum, ið ikki hava verið undir dýnuni um náttina. Men summi eru ovurviðkvom og fáa reyð og hin merki av bitunum. Torført er at basa veggja­ lúsini. Besta vápnið er eitur, men nógv av tí mesta virkna eitrinum fæst ikki longur til keyps. Hevur tú sæð ella hevur tú illgruna um, at veggjalús er inni hjá tykkum, kanst tú vaska klæðini, frysta tey og síðan koyra tey í turkitruml­ una. Lùsin tolir ikki kulda, men hitin skal upp um 50 stig fyri at basa veggja­ lúsini. Veggjalúsin verður upp ímóti einum sentimetri til kongdar. Tær býta meðan tú svevur Eitt nýtt eplaslag nevnt Mette royndist best í veltunum hjá Royndarstøðini i ár. Peder T. Haarh mælir frá at seta niður seinni enn 1. mai EplavElting Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í fleiri ár hevur Royndar­ støðin havt royndarveltur, flagveltu á Miðgerði í Kollafirði fyrimillum annað at fáa meira vitan um, hvørji eplasløg eru best. Í ár var gott eplaveður. Hitin var yvir miðal, og ser­ liga vóru august og sep­ tember heitari enn vanligt. Bara fáa staðni var ov turt tíðliga í summar. Bert fáar fráboðanir vóru um svartaspillu, og tí kundu eplini standa og vaksa langt inn í september. Úrøkan var væl yvir mið­ al, og serliga var tað flag­ veltan, sum gav nógv, 12­ 13 fold. Royndarstøðin roynir hvrt ár nýggj eplasløg, og tey sløgini, sum geva góða frukt, fáast fyri tað mesta tilt keypar árið eftir ella so. Mette best Í ár var tað nýggja eplaslagið Mette, sum gav mest. Úrlistið í flagveltuni var met við 42,7 kilo av 30 slokkum ella 18 fold. Hetta eplaslagið fer um ikki so langa tíð at fáast í handlun­ um sum set. Næstbest vóru gomlu kendu sløgini Folva og Maris Piper. Tey góvu 15 fold. Aftaná komu tvey nýggj sløg, sum royndust væl, men tey verða ikki at fáa sum set enn. Eplið Raja hevur roynst rættiliga væl í fleiri ár í flagveltu. Tað gav eisini væl i ár, men onnur sløg royndust betur í royndar­ veltuni. Hetta kemur av, at Raja er mótstøðuført móti svartaspillu, og í ár var lítið av svartaspillu. Hanna gav væl í sandmold­ ini á Sandi, men var tað ring­ asta í flagveltuni orsakað av nógvum rótasoppi. Reyða eplið Oleva varð eisini hart rakt av rótasoppi í ár. Royndarstøðin mælir til at beisa seteplini fyri at sleppa undan rótasoppi ella minka um hann. Um til ber, eiga seteplini at verða keypt beisað. Tað stendur á ES­ plantipassinm á sekkunum, um eplini eru beisað. Annars má beisievni koyrast á, tá ið sett verður niður. Eplasjúkur Sum nevnt gjørdi rótasoppur rættiliga um seg í ár. Heilt nógv, 15­25 skurvut epli vóru undir fleiri slokkum. Pulvurskurv, sum minnir um eplakrabba, var eisini at síggja í fleiri veltum í ár. Nógvastaðni, har vøkst­ urin var sera góður, komu rivur í tey størtu eplini. Tað kann minkast um við at seta niður til tíðina, seta eplini tættari niur enn 30 cm ímill­ um og við at taða minni. Fleiri sløg Royndarstøðin hevur nøkur tilmæli um, hvørji epli egna seg væl at seta niður. Mette, Folva og kanska eisini Maris Piper, sum tó er heldur ójavnt í stødd og kann hava svartar blettir í miðjuni. Hanna, sum veksur skjótt, er eisini væl egnað, men skal takast upp tíðliga. So er tað pena, reyða og mjølvuta Raja, sum er rættiliga mótstøðuført móti svartaspillu. Mælt verður tó ikki til at seta Raja niður í sandjørð, tí har fær tað ofta skrubb. Mjølvuta reyða eplið Oleva hevur roynst væl øll árini. Eitt spildurnýtt slag nevn­ ist Senna. Tað er eitt stórt reytt epli, sum skuldi verið væl egnað sum bakiepli. Peder T. Haarh minnir á, at sett eigur at verða niður í flagveltu flaggdagin ella í seinasta lagi 1. Mai. Tað ræð­ ur um ikki at taða ov nógv, umleið 45­55 gramm av epla­ tøðum millum hvørt epli. Nýtt eplaslag royndist best Nú styðja tey Obama Í USA vísa meiningakanningar, at teir flestu amerikan­ ararnir taka undir við avgerðini hjá Barack Obama, for­ seta at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan. Tann seinasta meiningakanningin, sum blaðið USA Today kunngjørdi í gjár, vísir, at 53 prosent styðja avgerð­ ina hjá forsetanum, og at 38 prosent eru ímóti. Ein kann­ ing hjá CNN sigur tað sama. Eygleiðarar siga, at ameri­ kanarar hava næstan kúvent í Afghanistan­spurninginum, tí undan avgerðini hjá Obama vóru teir flestu amerikanar­ arnir ímóti at senda fleiri hermenn til Afghanistan. Koppingarevni til grannan Forsetin í Suðurkorea, Lee Myung­bak, sigur, at land hansara er til reiðar at lata Norðurkorea koppingarevni ímóti Influensa A. Norðurkoreonsku fjølmiðlarnir hava einki sagt um, at beinkrímið er farið at ganga har, men útlendskar tíðindastovur siga, at minst 47 fólk eru deyð av kríminum tær seinastu vikurnar. Suðurkorea gavst at senda grannalandinum neyðhjálp í fjør, men Lee Myung­bak, forseti, sigur, at landið er sinnað at veita Norðurkorea heilivág. Sambært AP­tíðindastovuni hevur Norðurkorea ikki svarað tilboðnum. Royndarstøðin ger hvørt ár royndir bæði við at seta niður í sandmold og í flagveltu sum hesa Í Føroyum plágast nú fleiri hús av veggjalúsini, sum sýgur blóð úr fólki