týsdagur 8. desember 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 235 - 8. desember 2009
Vinnuframagrunn
inum tørvar vit
anartilfeingi til
Ráðgevarabankan.
Endamálið við Ráð
gevarabankanum er
at gera tað lættari hjá
íverksetarum at finna
røttu ráðgevingina, tá
ið farið verður undir
nýtt virksemi, ella tá ið
kapitalgrundarlagið í
virkinum skal hækkast
TÍÐINDASKRIV
Vinnuframagrunnurin
letur
stuðul til íverksetarar, áðrenn
tey fara undir nýtt virksemi.
Á hesum stigi kann íverkset
arin søkja um stuðul, ið kann
brúkast til at keypa neyðuga
serfrøðingaráðgeving innan
viðurskifti, sum hava við
stovnan av nýggjum virksemi
at gera. Eisini letur Vinnu
framagrunnurin stuðul til
íverksetarar og ung virki, sum
í sambandi við hækkan av
kapitalgrundarlagi í virkinum
kunnu keypa sær neyðuga ráð
geving.
Fyri at fáa stuðul skal virk
semi hjá íverksetaranum vera
nýskapandi og hava ein markn
að uttanfyri Føroyar.
Íverksetarar søkja um
stuðul til ráðgeving við at
venda sær til Vinnuframa
grunnin.
Um
umsóknin
verður gingin á møti, hevur
íverksetarin rætt til ráð
geving frá ráðgevum, sum
Vinnuframagrunnurin hev
ur góðkent.
Ráðgevar, ið skráseta seg í
Ráðgevarabankanum, skulu
hava í minsta lagi 3 ára roynd
ir innan tað økið, ráðgivið
verður í. Vinnuframagrunnur
in ger av, um ein ráðgevi verð
ur skrásettur í Ráðgevara
bankanum.
Vinnuframagrunnurin fer í
næstum at skipa fyri kunn
ingartiltaki fyri ráðgevar hjá
íverksetarum, har ætlanirnar
við
Ráðgevarabankanum
verða lýstar nærri.
Ráðgevarabankin er at
finna á www.vfg.fo.
Vitanartilfeingi til Ráðgevarabankan
80 deyð av bumbum í Bagdad
Tríggjar haðrar bumbuspreingingar vóru í miðbýnum í Bagdad í morgun,
og sambært løgregluni hava minst 80 fólk latið lív, og 128 eru særd.
Løgreglan sigur, at tað var stutt ímillum spreingingarnar. Eygleiðarar halda,
at bumburnar kunnu hava samband við valið, sum ætlandi verður í februar,
tí víðgongdar kreftir hava hótt við at órógva valið. Tað hevur annars verið
rættiliga friðarligt í Irak tann seinasta mánaðin, men sunnimuslimskir felags
skapir og stuðlar hjá tí ólógliga Baathflokkinum eru ein støðug hóttan
ímóti friðinum, skrivar Reuters úr Bagdad.
Brown sparir
Í morgin fer bretska stjórnin at viðgera uppskotið hjá
stjórnini til fíggjarlóg fyri 2010. Sambært uppskotinum
ætlar stjórnin hjá Gordon Brown at skarva umleið 12
milliardir pund av teimum almennu útreiðslunum tey
næstu fýra árini. Einki verður sagt um, hvat skal sparast,
og Alistair Darling, fíggjarmálaráðharri, sigur, at tað fer
stjórnin ikki at avdúka fyrr enn til várs. Bretskir fjølmiðlar
siga seg hava frætt frá sínum politisku keldum, at sparing
arnar fara serliga at raka heilsuverkið, men tað vil stjórnin
ikki gera viðmerkingar til, skrivar Reuters úr London.
Annika Olsen,
landsstýriskvinna
í lógarmálum,
miðar ímóti at fáa
eitt uppskot um
DNAprofilar lagt
fyri Tingið í hesari
setuni, og kann hetta
lógaruppskot koma
í gildi komandi
summar
DNA-PROFILAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroyar munnu eftirhondini
vera einasta landið í vestur
heiminum, at løgraglan ikki
hevur møguleika at nýta
DNA at hjálpa sær við í stríð
num móti kriminaliteti.
Tað má sigast, at tað er
ógvuliga óheppi, at løg
reglan ikki kann nýta DNA
í sínum arbeiði. Danmark
fekk sína DNAskrá í 2000,
og er hetta ein týðandi liður
hjá løgregluni at finna fram
itl brotsmenn, sigur Annika
Olsen.
DNAprofilar eru ein stór
hjálp hjá løgregluni í mál
um sum eitt nú drápi, neyð
tøku, siðamisnýtslu og harð
skapi.
Lógin var meiri ella
minni klár at seta í gildi í
vár, men ein dómur í Ong
landi sáddei iva um donsku
DNAskránna. Hóast ein
persónur varð fríkendur, var
hansara DNAprofilur fram
vegis í skránni, og tað var
mett at vera brot á manna
rættindini,
sigur Annika
Olsen.
Ætlanin var tá at seta lóg
ina í gildi kortini og so
broyta hana, tá eitt endaligt
úrslit fyrilá um donsku
skipanina, men hetta mælti
danska løgmálaráðið frá.
Og tí er lógin um DNA
skráseting ikki komin í
gildi í Føroyum enn.
Innanhýsis
arbeiðsskrá
Nú verður so miðað eftir at
fáa lagt lógina fyri Løg
tingið í hesari tingsetuni,
og tað skuldi so merkt, at
lógin kann setast í gildi
einaferð komandi summar.
Tað eru greiðar reglur
um, nær løgreglan kann
gera brúk av DNA. Alt, sum
verður savnað av einum
ástaði – har eitt brotsverk er
framt – kann verða nakkað
fyri DNA, og tað verður ein
sera stór hjálp hjá løgregl
uni, sigur Annika Olsen.
DNA kann vinnast úr eitt
nú hári, negl ella blóði, og
er munandi tryggari eyð
merking enn til dømis blóð
roynd. Feilmarginan er eitt
til fleiri milliónir.
Men fyri at kunna loyva
DNA royndum er neyðugt
at broyta rættargangslógina,
so løgregluni verður loyvt
at taka hesar DNA royndir.
DNA’ið verður so goymt
í einari skrá hjá løgregluni,
og eingin óviðkomandi fær
atgongd til skránna. Hon
fer at virka sum ein innan
hýsis arbeiðsskrá hjá løg
regluni,
sigur
Annika
Olsen.
Lógvarbroytingin fer at
lætta munandi um hjá løg
regluni at staðfesta, um ein
skuldsettur hevur verið á
ástaðnum ella ikki, og har
við verður eisini munandi
lættari at fella ella fríkenna
ein mistonktan.
DNA skal hjálpa løgregluni
Vinnuframagrunnurin heldur til í hesum bygninginum, sum eisini
plagdi at hýsa Rúsini
Mynd. Álvur Harandsen
Annika Olsen heldur tað vera sera óheppi, at løgreglan ikki kann brúka dna-royndir, og tí verður miðað í móti at fáa lóg um hetta
setta í gildi komandi summar
Mynd: Álvur Haraldsen