Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Í virkinum í Gøtu arbeiða 80-90 fólk, og virkið keypir og virkar eini 4.500 tons av ráfiski um árið Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Janus Rasmussen úr Syðru­ gøtu er settur í starv sum virkisleiðari á Fiskavirk­ inum í Gøtu og er júst byrj­ aður í hesum starvi. Hann hevur áður arbeitt á virkinum. Janus var ein av monn­ unum aftanfyri Faroe Bunk­ ers, sum bygdi upp nýggju tungoljugoymsluna í Fuglafirði. Um hetta mund­ ið var hann eisini stjóri í P/ F Bergfrost, sum er frysti­ goymslan í Fuglafirði. Saltfiskur Á Fiskavirkinum í Gøtu arbeiða eini 80­90 fólk, og virkið keypir og virkar eini 4.500 tons av ráfiski um árið. Høvuðsfiskasløgini eru longa, brosma og toskur. Keyparalondini av salt­ fiskaframleiðsluni úr Gøtu eru serliga Spania og Italia. Stjórar á Fiskavirkinum eru brøðurnir, Páll og Regin Gregersen. Fiskavirkið í Gøtu nýggjan Virkisleiðara Janus Rasmussen hevur áður arbeitt á Fiskavirkinum Gøtu, hevur verið stjóri á P/F Bergfrost, og var við til at byggja upp Faroe Bunkers, sum er tungoljugoymslan í Fuglafirði Mintust Pearl Harbour Amerikanarar mintust í gjár 68 ára dagin fyri japanska loftá­ lopinum á amerikonsku herflotastøðina Pearl Harbour á Hawaiioyggjunum tann 7. desember í 1941. Japonsku flog­ førini søktu fleiri herskip, og 2.402 amerikanarar lótu lív í álopinum. Til alla lukku fyri amerikanararnar vóru teir amerikonsku flogberarnir ikki í Pearl Harbour, og tað var ein høvuðsorsøk til, at amerikanski herflotin vann týðandi sigur á japanska herflotanum við oynna Midway longu seks mán­ aðir aftan á álopið á Pearl Harbour. Í tí bardaganum mistu japanar fýra stórar flogberar, meðan amerikanarar mistu eitt. 300 pund av rúsevni Niðurlendska løgreglan hevur lagt hald á 150 kilo av rúsevninum kokain. Løgreglan kom fram á rúsevnið tann 25. november umborð á einum skjóttgangandi báti, sum var á veg til býin Ghent í Norðurbelgia, men løgreglan vil ikki siga, hvar báturin var, tá hann bleiv steðgaður. Tað er tó komið fram, at báturin var úr einum landi í Suðuramerika, og at hann var serbygdur til at fjala rúsevni. Niðurlendskir fjølmiðlar skriva, at løgreglan hevur tikið seks fólk úr Niðurlondum, Albania og Venesuela í sambandi við málið. Pensjónistar í Føroyum vilja hava somu grundupphædd sum í Danmark. Tað siga umboð fyri pensjónistarnar í eini yvirlýsing YVirlýsing Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Pensjónistar mótmæla nú ætlanunum hjá fíggjar­ málaráðnum og umboðum fyri politisku flokkarnar, at grundarupphæddin í fólka­ pensjónini verður niðurlag­ að og endaliga avtikin, sum tey taka til. Í eini yvirlýsing siga formenn og nevndarlimir í 15 pensjónistafeløgum kring landið, at bæði sosialt og búskaparliga er fólka­ pensjónin hin best hugsandi pensjónsskipanin. Tey leggja aftrat, at verður grundarupphæddin avtikin, fer øll fólkapen­ sjónsskipanin fyri bakka. ­ Endin av hesum verður, siga tey, at pensjónistar aftur fara at fáa okkurt slag av fátækrahjálp. Sum í Danmark Tey 15 umboðini fyri pen­ sjónistafeløg í Føroyum, sum øll hava undirskrivað yvirlýsingina, minna á, at partur av blokkinum er ætlaður pensjónistum. ­ Í Danmark, haðani blokkurin stavar, rindar tað almenna hvørjum einstøk­ um donskum pensjónisti 5.254 krónur um mánaðin, og vit krevja, at grundupp­ hæddin í Føroyum kemur upp á sama støði, siga tey í yvirlýsingini frá formans­ fundi, sum er dagfest í gjár, 7. desember. Pensjónistar okkurt slag av fátækrahjálp FiskiVinna Vilmund Jacobsen vilmund@ssialurin.fo Í gjár landaðu partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin í Sørvági. Teir vóru úti í 11 dagar, og veiðan var 230.000 pund av upsa. Á landingarmiðstøðini í Sørvági siga tey, at fiskurin hjá skipunum var góður, 40 prosent av veiðini var 2­ arar og 50 prosent 3­arar, sum er góður fiskur. Vesturvarði og Vesturskin royndu eystanfyri hendan túrin. Lítil útróður hevur verið seinastu dagarnar, tí streym­ urin hevur verið harður og veðurlíkindini vánalig. Nakrir størri útróðrarbátar, sum royna við línu, plaga at landa veiðina í Sørvági, og veiðan hjá teimum hevur verið góð seinastu tíðina. Úr Sørvági frættist, at har er lítil útróður við snellu. Dagurin er stuttur, og menn halda, at línuútróðurin sum heild vignast betri hesa myrku tíðina av árinum. Partrolarar í Sørvági Føroyskir pensjónistar stúra fyri, at teir í framtíðini koma at liva av eini ”fátækraløn”