Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Hósdagin klokkan 17 verða triðja, fjórða og fimta bókin í røðini um Havnar søgu, løgd fram í Müllers Pakkhúsi. Við sama høvið verða tvey heiðursskjøl handað Teimum av Kamarinum og Simma og teimum fyri tónleik í hálva øld BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Tá bókarøðin Havnar søga er liðug, fer hon at telja seks bøkur og føra okkum heilt fram til okkara dagar. Hesar tríggjar bøkurnar í røðini um Havnar søgu, ið nú verða lagdar fyri almenn­ ingin, flyta okkum í høvuðs­ heitum fram til 1909, tá Havnin gjørdist fólkavald kommuna og fór at virka eftir nútíðar grundsjónar­ miðum um valrætt og val­ bæri. Hetta fyristingarliga nýbrot er støðið undir hátíð­ arhaldinum í Tórshavnar kommunu í ár. Triðja bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frá­ søgnum, serligum tilburð­ um og samtíðarlýsingum av Havnini. Síðan verður grind í Havn viðgjørt fram til dagin í dag. Kongligi hand­ ilin frá 1816 og til fríhandil, har gongdin frá halli til avlops verður lýst. Fjórða bók í røðini um Havnar søgu byrjar við frá­ søgnum, serligum tilburðum og samtíðarlýsingum av Havnini. Bókin lýsir annars Skansaverki 1812­1865, Havnar skúla 1812­1912 og Havnar traðasøgu fram til 1909 við nágreiniligum yvir­ liti yvir traðir í Húsahaga og Flatnahaga/Álakershaga. Fimta bók í røðini um Havnar søagu er um handil og fiskivinnu, Fabrikkina hjá Østrøm í Rættará og demografisku menningina 1816­1909 og kommunal viðurskifti sama tíðarskeið. Eisini eru yvirlit yvir komm­ unustýrislimir 1866­1909 og limir í ymsum øðrum almennum nevndum. Við sama høvið verða heiðursskjøl latin Teimum av Kamarinum og Simma og teimum. Orsøkin er at hálv øld er runnin síðani Tey av Kamarinum góvu fyrstu plátuna út og løgdu lunnar undir tónleik á plátu á móðirmálinum. Sam­ stundis er hálv øld runnin, síðani Simme lat upp Simme Musikkhús, sum enn er til í miðbýnum. Á rútmiska tónleikaøkinum hevur Simme gingið undan og er enn virkin í Tilhaldi­ num hjá Tórshavnar kommunu. Í formælinum í Havnar søgu sigur Heðin Mortensen borgarstjóri at Tórshavnar kommuna byrjaði túsund­ áraskiftið við miðvísum raðfestingum á mentanar­ økinum, har hin mest um­ fatandi var ætlanin at skriva Havnar søgu, frá landnámi til okkara dagar. Mentamáladeildin skip­ aði eina ritstjóranevnd, ið legði verkið til rættis. Í nevndina komu Annfinnur í Skála, Jógvan Arge, Andras Mortensen, Bárður Jákups­ son og Gunnar Hoydal. Á sumri 2001 vórðu søgufrøð­ ingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen settir at arbeiða burturav við Havnar søgu. Trý ár seinni komu tvær tær fyrstu bøkurnar, ið lýsa Havnar søgu frá bónda­ garðinum á Húsabrúgv í víkingatíð til Vágsbotns­ handilin, Kongliga handilin og hvussu Havnin vaks og mentist fram til 1816. Mangan hevur verið sagt, at søgan er lykilin at skilja samtíðina. Tá vit uttan úr heimi fáa ófrættatíðindi, hevur meiri enn so verið sagt, at tey, ið ikki kenna søguna, eru dømd at endur­ taka hana. Hesi mongu orða­ felli vísa okkum týdningin at skjalfesta tilburðir og gera søguna atkomuliga hjá bæði borgarum og granskar­ um. Tað hevur verið málið við hesum heildarverki um Havnina, sum nú nærum er komið á mál. ­ Tað er mín vón at, at hetta stórverk veksur enn meir um áhugan fyri okkara søguríku miðstøð og borg, ikki bara hjá havnarfólki, men tjóðini allari, sigur Heðin Mortensen, Borgarstjóri, í formæli­ num til Havnar søgu. Grafik Studio hevur sniðgivið bøkurnar og gjørt permur. Føroyaprent hevur umbrotið, viðgjørt myndir, prentað og innbundið. Fyri Tórshavnar kommunu hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags staðið fyri útgávunum. Tríggjar bøkur um Havnar søga fram til 1909 Søgufrøðingarnir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen hava síðani summarið 2001 arbeitt burturav við Havnar søgu Mynd: Bent Kjærbæk Borgarstjóri í geglið Ein dómstólur í Afghanistan hevur dømt Ahad Sahebi, borgarstjóra í høvuðsstaðnum Kabul, fýra ára fongsul fyri korrupsjón. Borgarstjórin var ikki í rættarhølinum, tá dómur fall, og sambært fjølmiðlunum vita myndug­ leikarnir ikki, hvar hann er. Ákæruvaldið sigur, at Sahebi hevur misbrúkt nógva almennan pening. Hann er tann fyrsti embætismaðurin, sum er dømdur síðani forsetavalið í heyst. Eygleiðarar vænta, at fleiri koma afturat, tí umheimurin hevur kravt, at Hamid Karzai, forseti, skal gera enda á teirri ovurstóru korrupsjónini í almennu umsitingini. Lær at knýta slipsaknút Nú nærkast jólaborðhaldini, og fleiri hava sikkurt verið. Ert tú ein av teimum, ið ikki dugir at knýta ein slipsaknút, er eingin orsøk til stúran. Nógv hjálparsom fólk hava gjørt filmbrot og lagt tey á youtube, har tey vísa tær, hvussu tú kanst binda ein slipsaknút. Ein vanligan slipsaknút finnur tú á www.youtube. com/watch?v=sdnyHVYC2lc (víst spegilsvent, so tú sært tað, sum tú hevði sæð í speglinum). Dupultan slipsknút sær tú á: www.youtube.com/watch?v=sfv782Ix8zI (eisini víst spegils­ vent). At enda sær tú ein øðrvísi slipsaknút á: www.youtube. com/watch?v=YA­n2xkYX6 ¦IW‘SKVNMJ£JFSVMFJLBSBS±EFJMEVOVN (FOUVS %SFJOHJSPH6OHMJOHBSFS CFSUMPZWUBUIBWBMFJLBSBSJOOJÎTFOO &JOTLJGUJTMFJLBSJLBOOWFS£BÃIW‘SKVNMJ£J EFTFNCFS PHEFTFNCFSTLJQBS #GZSJJOOBOEVSBLBQQJOHÎ GÓUCÓMUJGZSJZOHSVEFJMEJSOBSÎ ÎUSÓUUBSI‘MMJOJÎ3VOBWÎL