Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2009 13 Løgtingsmál nr. 71/2009 um nýggjar skattingar­ sáttmálar er til viðgerðar í Tinginum og ymsum løgtingsnevndum. Í skjølum um hetta lítla løgtingsmál eru minst tríggir stavimátar. Løgtingið vasar ímillum: Saman oyggjar, Caman Islands, Cayman Islands H er vísir seg eitt kaos, sum hevur sína grund í tí ófull­ fíggj­aða hammershaimbska alfabetinum, sum tíverri úti­ hýsir nøkrum vanliga brúktum bókstavum: c, q, x, w, z. Loysnin er løtt og einføld: Havið sum grundreglu at skriva sernøvn ella proprium (landa­ nøvn, staðanøvn og onnur nøvn) soleiðis, sum vanligt er í teim ymsu londunum ella máløkj­unum. Ikki Saman oyggj­ar, men Cayman Islands. Regin Eikholm contra Una Arge Sama problem var til viðgerðar í Útvarpinum í ”Eygsj­ón” (mánadagin 23.11.09) har Regin Eikholm og Uni Arge løgdu fram sj­ónarmið síni um alfabetið, ella stavraðið (íslend­ skt. stafróf), sum nøkur eru farin at kalla tað. Orðaskifti kann síggj­ast sum framhald av fundinum í Miðlahúsinum herfyri, har staving av fremm­ andum staðanøvnum, alfabet og eitt nýtt málráð blivu viðgj­ørd. Sum heild var orðaskiftið sakligt og upplýsandi, men nakað stutt og tilvildarliga stýrt av útvarpsmanninum (Hann tosaði m.a. um ”fremmandar” stavir ­ hvat er tað, hví fremmand?). Eg skrivi hetta, tí Uni Arge, eftir mínum tykki, bygdi fleiri av sínum argumentum á mis­ skilj­ingar ella skeiva uppfatan av málsøguni. Møguliga havi eg ikki fangað alt, og tað eg citeri, er eftir minninum. Allir ’føroyskir’ bókstavir eru komnir úr latíni Eisini málberingin í sj­álvum sær kann benda á misskilj­ingar. Til dømis um sagt verður: ”Hví skulu latínskir stavir blandast upp í tað føroyska stavraðið?” Hartil er at siga, at føroyska stavraðið ella alfabetið er tað latínska alfabetið. k, l, m, n, o, p og hinir eru allir vanligir latínskir bókstavir. Tað serliga ­ ð­ er eitt bleytt d, sum hevur eina striku sum frámerki. Henda serliga úttalan er langt síðan dottin burtur í føroyskum, men er varðveitt í íslendskum. Flestu donsku d hava eisini ’bleyta’ úttalu, at bade, at glæde, at nyde. Nøkur serlig føroysk lj­óð, mest tvílj­óðini, hava fingið eina striki uppi yvir latínska bók­ stavinum, á, í, ó, ý. Men grund­ virðið í hesum bókstavunum er framvegis sum í tí basala latínska alfabetinum. Nøkur lond skoyta nøkur ser­ lj­óð hj­á teimum uppí, so danskt til dømis hevur æ, ø og å aftrat tí grundleggj­andi latínska. Og tí er tað bara tápuligt at hoyra, at ein tj­óðveldismann í Løgtingin­ um spyr, um vit nú skula hava danskt bolle­å upp í føroyskt. Nei, tað kemur slett ikki upp á tal, tað er ikki partur at tí basala latínska, sum gongur frá A til Z. Og Tað veit Torbj­ørn óiva væl? Hammeshaimb kubbaði nakað av Skal man so við tí avkubbaða hammershaimbska alfabetinum fara út í heim, ella taka heimin heim til sín (á netinum til døm­ is.) ­ so ert tú illa útgj­ørdur. Her hava so summir persónar funnið uppá, at í staðin fyri at skoyta teir manglandi bókstavirnir uppí, so skula vit bara stava øll heimsins lond og nøvn upp á ’føroyskan’ máta. Heldur broyta alla verðina, enn at tilpassa alfabetið til veruleikan. Sanni­ liga revolutionert? Vónandi finna løgtingsmenn hetta land, sum teir gera skatta­ avtalu við. Men hvørki Google, Altavista, sj­ókort ella landkort vísa nakra leið til Saman Oyggj­ar. München ella Mýnskinn? Uni Arge brúkti fleiri ferðir vendingina: »Skula vit so blanda alt saman?« Og legði aftrat: »Skula vit stava München við týskum ü?« Ja, sj­álvandi skula vit tað!!! Hvussu annars. Har er einki problem yvirhøvur. Týskarnir hava eitt u, í summum orðum fær tað umlj­óð, sum týskarnir skriva ­ü­ . (Luft­>lüftung. Mund> Mündung). Vit vænta eisini, at týskarar eru høviskir og skriva Tórs­ havn, hóast teir helst ikki vita, at ­ó­ er tvílj­óð/diftongur. Onnur mál, eitt nú spanskt, brúka strikuna (accent aigu) til at vísa, at trýsti liggur hér. Men München burdi ikki verið nakað problem. Í Føroyum er gamalt at stava bæði Müller og Lützen rætt. Víðari spurdi Uni Arge: »Skula vit so eisini hava kyrilliskt uppí?« Svarið er stutt nei, tí kyrilliskt (td. russiskt) er ikki partur av tí latínska. Spurningurin hj­á Una Arge er eitt dømi um totala misskilj­ing. Troðkað inn, ella sogið inn? Sagt var eisini, at danskir prest­ ar ’daniseraðu’ nøvnini. Hetta er bert partvís rætt. Ofta verður gloymt, at Joen (av Johannes, Johan) helst er tann eldri form­ urin, eldri enn Jógvan, har lj­óð­ innskotið ­gv­ er komið rætti­ liga seint. Danskir prestar (og føroyskir, norskir) hava ikki avbronglað, men skrivað so, sum úttalan var tá. Tann form­ urin, sum stóð í Bíbliuni, var sj­álvandi ein fyrimynd hj­á øllum kristnum. Tað, sum bleiv ’troðkað’ inn av prestum var kristindómurin, fyrst katolicisman síðan luther­ anisman. Men tað er sj­álvandi lættari at diskutera bókstavir enn religión og politikk, ella hvat? Eg trúgvi heldur, at før­ oyingar hava sogið tað danska bíbilmálið til sín, næstan sum nakað guddommiligt. Gjov er eldri enn Gjógv Somuleiðis hoyrdi eg í skúlan­ um ­ og tann misskilj­ing stend­ ur við millum fólk ­ at danskir embætismenn dugdu ikki at skriva føroysk staðanøvn ordi­ ligt. Tað var láturligt, fingu vit at vita, at skriva Gj­ov, Sj­óv, Thorsvig og Vestmannahavn í staðin fyri Gj­ógv, Sj­ógv, Hós­ vík og Vestmanna. Sakin er, at teir gomlu donsku formarnir eru frá eini tíð, tá føroyska úttal­ an var so. Aftur síggj­a vit, at ­ gv­ innskotið ikki er so gamalt. Tann ’embætis­danski’ form­ urin Thorsvig er eldri og meira upprunaligur enn tann føroyski Hósvík (samanber eisini Hós­ dag/Thorsdag). Tann danski formurin skrivar enntá Th­, sum er tað gamla thorn (Þ). Eitt lj­óð, sum er dottið burtur í føroysk­ um, men varðveitt í íslendskum og eingilskum. Gamalt gøtudanskt er fínt miðaldardanskt Nú sigi eg, at tað danska í Føroyum hevur varðveitt ymsar gamlar føroyskar formar. Men somuleiðis meini eg, at tað vit kalla ’gøtudanskt’ í sínum upprunaliga grundformi er tað danska, sum bleiv tosað í 1500 talinum, tá lutherskir prestar fóru at lesa upp úr nýggj­u donsku bíbliuni og at prædika á donskum. Einki at ivast í, at føroyingar skj­ótt lærdu hetta mál. Teir vóru ikki býttari tá, enn í dag. Tað var sum annað mál (ikki fremmanda mál), og tað bleiv brúkt uttan himpr í kirkj­u, í umsiting, í rættinum og sum vanligt skriftmál. Helst bleiv tað ikki troðkað inn, men sogið inn. Aftan á Reformatiónina bleiv hetta danska vanligt, og tað bleiv í hesum fj­arskotna, lítla landi varðveitt, at kalla sum tað kom. Tað gamla, reina ’gøtudanska’ er eitt fínt varð­ veitt málsligt fornminni, sum ikki er at finna nakra aðra­ staðni. Tað burdi verið friðað. Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009? Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Saman oyggjar Nýtt land uppfunnið í Løgtinginum Tíðargreinin tíðargreinin Rolf Guttesen rg@geo.ku.dk ” Tað gamla, reina ’gøtudanska’ er eitt fínt varðveitt málsligt fornminni, sum ikki er at finna nakra aðrastaðni. Tað burdi verið friðað ” »Skula vit stava München við týskum ü?« Ja, sjálvandi skula vit tað! Í Føroyum er gamalt at stava bæði Müller og Lützen rætt ” Tann ’embætis-danski’ formurin Thorsvig er eldri og meira upprunaligur enn tann føroyski Hósvík (samanber eisini Hósdag/ Thorsdag). Tann danski formurin skrivar enntá Th-, sum er tað gamla thorn (Þ). Eitt ljóð, sum er dottið burtur í føroyskum, men varðveitt í íslendskum og eingilskum