Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 235 - 8. desember 2009 Vit hava - bert í okkara tíð - sæð og hoyrt hetta slagið stuðlað m.o. nazismuna og við kirkjuklokkunum ringja gleðiljóð, tá hesir fanarnir marsjeraðu inn í París. Líðingarnir tey "5 óndu árini" vóru ikki bert tær uml. 40 mill., ið vórðu dripin, men eisini píningarnar, sum direkta og indirekta vórðu framdar og sum skuldu yvirlivast í armóð í kjalarvørrinum av krígnum. Luther hevði víst vegin viðv. jødunum, meðan tey høgrakristnu kundu slóa líknandi vegir móti øðrum, ið ikki fingu færri líðingar at føla. Herheima sóu vit teirra stuðul til chilenska bøðilin Pinochet, sum hevði til fragd at heinta fullkomu- liga ósek fólk bæði kvinn- ur og menn, pína tey á alskyns hátt við vatnkurum og papigeykastongum, halda tey vakin í fleiri døgn, neyðtaka tey og sleppa m.ø. rottum og mýs upp í kvinnurnar og annars sleppa teimum bæði liv- andi og deyð út úr tyrlum bæði í regnskógini og út í havið. Tey ungu kunnu lesa um stuðulin m.a. í Dag- blaðnum frá fyrst í hálvfjerdsunum. Lesast kann eisini um stuðulin til Apartheidstýrið í Suðurafrika - eitt annað devilskt stýri - sum høgra- kristnir føroyingar stuðlaðu - eisini eftir at flest onnur lond vóru givin, tí fanans- skapurin í tí rasistiska landinum ikki á nakran hátt kundi stuðlast - tí tað stríddi móti øllum funda- mentalum menniskjans- ligum virðum. Men tað vistu tey høgrakristnu ikki - tí teirra kristna vitan antin var sum hjá hundi upp á Himmiríki ella var og er sum tann Halga bók ávarar ímóti, har skrivað verður, at tú skalt vera varin, tí hin grábeinti eisini kann vísa seg sum ein ljósins eingil og soleiðis lumpa teg, Tað kann so ein og hvør gera sær sínar egnu tankar um, men praksis vísir, at tað, sum tey geva seg út fyri at vera, og tað tey stuðla, er hvør sítt. Og meðan eg eri við tað, so messa tey sunnudag eftir sunnudag: Frelstur við trúgv - gerningar hava einki upp á seg. Hetta er kanska í tráð við áður- nevnda Luther og kanska onkran annan, men tað er at lúgva upp á Jesupápa at siga, at hann sigur, at okkara gerningar einki hava upp á seg, tí tað ger hann í so mongum førum, men tað kann eg venda aftur til á øðrum sinri. Víðari hava vit sæð teirra stuðul til Georg Bush, har høgrakristnir 'over there' hava lagt honum lag á allar handa píningarmetodur, ið eru forbodnar, og annars verða fordømdar nærum um allan heim. Ein devuls- besettur framferðarháttur stuðlaður av høgrakristn- um. Kann nakar seta kristindómin lægri? Hvat skulu hesu mongu píndu og dripnu - eg havi víst til - við einum Helviti eftir deyðan, tá tey høgrakristnu longu hava givið teimum Helviti í livandi lívi. Søguliga hava vit sæð, hvussu sama slagið brendi uml. 5 mill. kvinnur, sum vórðu skírdar heksir. Vit hava sæð og síggja avleiðingarnar av høgra- kristnum virksemi í hjá- londunum, sum hava verið gjøgnum fleiri hundrað ára líðingar og hava enn ikki fóta sær - sum høvuðs- orsøk - av somu grund. Frammanfyristandandi er skrivað fyri um møguligt at seta teirra virksemi her- heima í perspektiv. Tí tann kristindómurin - ið Jesus - stóð og stendur fyri, og sum ímyndar Hann fult og heilt - byggir á kærleiksboðið. At vit skulu vera nakað/alt fyri hvønn annan. Og tað forpliktar okkum nationalt og glo- balt. Tað globala havi eg víst til. Og tann sera ókristiliga atburð høgra- kristiligir hava víst. Onkur hevur enntá - fyri at fyri- gyklingin skal vera full- komin - blást í lúður í øllum miðlum um - at hann hevur verið til morg- unmøti í Washington (hann segði tó ikki, at vit onnur via ladskassan guldu ferð- ina, sum annars var full- komuliga óneyðug. Tí Harrin hoyrir bønir bidnar á sjálvt minsta kamari her í Føroyum,-- men the show....... Sum danin segði á sinni: Fy, fan’en). Vit sóu, hvussu at varð borið í 80'unum og 90'unum. Vit sóu hvussu teir seku sluppu sær undan, meðan tey óseku guldu rokningina. Í góðum høgrakristnum anda. Og síðani eru fólksins ognir býttar út til høgrakristnar kapitalistar. Ognirnar eru faktiskt stolnar - sjálvt um áramál er sett á. Tey mest vælbjargaðu hava fingið aðalstatus, og skulu - sum aðalin - ikki gjalda skatt. Tey privatu - geva tað upp, tey halda vera í lagi og gjalda so tað, tey framm- anundan høvdu ætllað sær at goldið, og tá einki eftir- lit verður praktiserað, so er bert at syngja Halleluja. Og alt hetta er í tráð við høgrakristindómin. Fup og svindil er gerandiskostur, og eingin talar longur um, at ærlighed varer længst, uttan í teimum førum, tá høgrakristin tala niður til og látast formana onnur. Ann- ars flenna teir eftir teimum, ið enn trúgva, at so er. Hetta má fáa ein enda. Og tí havi eg sett hesar fáu linjur saman í vónini um, at nøkur kanska betri skilja, hvat gongur fyri seg, tí, tá fólk skilja, so er møguleiki fyri, at tey eisini handla. Tíðin - har vit sum blindibukkar havi verið misbrúkt - eigur at vera komin at enda. Vit mugu seta kærleiksboðið aftur í ljósastakarnar og leggja okkum í geyma, at tað er av fruktunum, at træi skal kennast. Og latum okkum tí - longu í dag - byrja at fella tey fruktaleysu trøini og í teirra stað allastaðni í samfelagnum planta trø, ið bera kærleiksfruktir. Høgrakristin rótin til ræðuleikar til allar tíðir Dagfinnur Danbjørg Sat til kaffi nú ein dagin, tá ið tað bleiv lisið hart úr Dimmu um 325 feløg, sum stevna móti húsagangi. Har varð Akstur, navnið á mínum smápartafelag, eisini nevnt. Eg flenti fyrst, tí felagið hevur nærum ligið óvirkið síðani eg fekk staðfest sjúku fyri fimm árum síðan og havi spakuliga riggað av, so sjálvandi síggja tølini ikki so pen út í rokniskapi- num, tá nærum eingin inntøka er. Men eftir at hava lisið tað, sum Dimmalætting hevði skrivað, so føldi eg meg særdan, ja faktiskt ærumeiddan, tí Akstur er ikki mær vitandi á veg á húsagang, men eg skal avtaka mítt felag, og har eru fleiri nøvn á feløgum sum eg kenni, sum bestemt ikki eru á veg á húsagang. Hvat vildi Dimmalætting við hasum listanum, sum nevnt er kanska ikki so farligt hjá mær, tí Akstur skal avtakast allíkavæl, men nógv av hasum feløgum sum eisini stóðu á listanum hava ikki ætlanir at gevast. So hví prenta ein lista við nøvnum á feløgum, sum kanska ikki hava so pen tøl í rokniskapinum, fólk sum lesa Dimmu fáa ta fatan, at hetta eru ikki feløg sum eru verd at brúka, tí tey fara jú á heysin, (sambart Dimma- lætting) tað tykir mær, at Dimmalætting sparkar liggjandi mann/feløg. Tað kennist ikki sørt ærumeiðandi at standa á einum slíkum lista, so um tað var ætlanin, so varð væl sparkað. Stevna beint á húsagang Vegna sp/f Akstur brestir Patursson Í Sosialinum hin 7. desember er ein tíðindastubbi um skaðan, sum kyndilsmessuódnin í 2008 voldi í bygdunum Hvalba og Skálavík. Borgarstjórin Otto Vest sigur m.a. soleiðis við blaðið: »Hvalbiar Kommuna hevur ikki fingið eitt klovið oyra í stuðuli frá landinum til ábótina, ið ódnin gjørdi, men í somu ódn fekk havnarlagið í Skálavík eisini skaða, sum kostaði eina slaka millión at umvæla. Men her játtaði landið 400.000 krónur í stuðuli, umframt at skipað varð fyri privatari innsavning, eins og aðrar kommunur samtyktu at lata skálvíkingum stuðul.« Her verða tvey ting blandaði saman, tá ið borgarstjórin eisini nevnir at skipað var fyri privatari innsavning. Tí privatu innsavningini til Skálavíkar stóð undirritaði, sum er skálvíkingur, fyri, og hevur hon einki við almennan stuðul at gera. Ein hvalbingur kundi tikið stig til tað sama har suðuri. Annars eri eg samdur í, at tað er ikki rætt bara at veita aðrari bygdini almennan stuðul. Talan var um eina ódn, sum gjørdi stóran skaða við strondina í báðum bygdunum. Rætting til Otto Vest john s. MyllhaMar Hvat mundi hent, um einki kom fram? Eitt ár er nú farið, síðan vit mistu Edmund, tann 07.09.08, og tað er tíð uppá, at vit líta aftur á nakað av tí, sum er komið fram um deyðiligu sjúkuna CTD. Tann 06.10.08 kundu vit fyri fyrstu ferð nakrantíð lesa í føroysku fjølmiðlun- um um eina sjúku sum var serstøk fyri okkum føroying- ar, fyrsta greinin hevði heiti, Duld dreparasjúka í Føroyum. Sosialurin- v/ Rigmor Dam. Hettar var byrjanin til fleiri greinir, sum gav øll- um føroyingum eina vitan um hesa sjúku, sum var funnin fyrstu ferð í Føroy- um av týska barnalæknan- um, Ulrike Steuerwald í 1995, menn sum læknar og politikkarar valdu at fjala fyri Føroyingum, mett var, at kostnaðurin var og høgur, at fara undir eina kanning av øllum Føroyingum, so her taldi menniskjalív einki. Hvussu nógv menniskja- lív CTD sjúkan hevur kravt hesi seinastu 15 árðini, eru tað eingi hagtøl fyri, tá ongar kanningar eru gjørdar yvirhøvur. Í heilsulýsingunum frá landslæknanum. www. landslaeknin.fo frá 1994- 1995 og til dagin í dag, er einki nevnt um deyðiligu sjúkuna CTD. Heldur ikki fyri árið 2008, var rúm fyri einum orið um álvarsomu drepara sjúkuna. At tað eru ca. 1. út av 650 ella ca.75. Føroyingar sum bera sjúk- una CTD, hevur ikki broytt landslæknans hugsan um hesa sjúku. Skulla vit meta út frá greinini. Eitt makaburt roknistykki um lív. Sum vit kundu lesa í Dimmu tann 03.04.09. v/ Heini Gaard. Sum snýr seg um, (um tað loysir seg at fara at leita eftir umleið 15 føroyingum, sum hava sjúkuna CTD). So er landslæknin Hanus D. Joen- sen stýrdur við harðari hond, av Sundhedsstyrelsen. Í svarskrivi frá Sundheds- styrelsen, kunna tit lesa, at tað er nágreiniliga sama orð- ingin, sum teir brúka í sín- um skrivi. www.johndk.dk. Hendan sjúkan, er meira útbreidd í Føroyum við sín- um 49.000 íbúgvum, enn í øllum heiminum. Tað eru ca.1. út av hvørjum 650, ella ca.75 íbúgvar sum hava sjúkuna CTD. Hettar talið er mett til at vera í Dan- mark, ca.1. út av 80.000 ella ca.75. danskarar sum bera sjúkuna CTD. Í Turka- landi er hettar talið mett at vera, ca.1. út av 40.000. Tá hugsa verður um allar teir sorgarleikir, sum hava staðist av hesi sjúku í øll hesi ár, so má ein undrast á, at eingin setur fyrispurn- ingar til teir sum sótu við maktini í Landstýrinum frá 1995 og fram eftir, so sum Løgmenn og landstýrismenn í heilsumálum. Eingin polit- ikkari hevur enn tikið ábyrgdina av hesum sorgar- leiki, ei heldur hava somu politikkarar áhuga í, at tosa um hesa tragediu, sum hevur rakt so nógvar familjur, tað sær ikki út til, at hettar hevur teirra áhuga. Teir sum kunna loysa hettar loyndarmál eru, fyrr- verandi Løgmenn, Edmund Joensen, Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard, um hesir hava viljan og dirvi til at gera nakað. Teir kunna eisini krevja, at landslæknin Hanus Debes Joensen, sigur sannleikan um drepara- sjúkuna CTD. Tað er óhugnaligt, tá hugsa verður um hvussu nógv í kundi verið gjørt í øll hesi árini frá 1995-2009, og hvussu nógv lív sum kundu verið spard. Kom at hugsa um, hvussu trubult tað var at fáa semju um eina játtan uppá, 1-2. mill. kr. til eina CTD kanning, fyri at bjarga lív. Samstund- is sum ein játtan kundi ger- ast uppá 50. mill. kr., fyri at umbyggja og bøta um Tinga- nes. Hvar er moralurin. Jólini eru fyri framman, aftur eini Jól uttan okkara kæru, fyri okkara familju er Jólahátíðin nokk tað ring- asta at koma ígjøgnum, har er so nógv sum ikki bara kann gloymast, sorgin er komin fyri at vera, hvør dagur er ein kampur ímóti sorgini. Carnitin Transportør Defekt - CTD Esbjerg, jojendk@ yahoo.dk john jensen viðmerkingar