týsdagur 8. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 235 - 8. desember 2009
Tað kann gerast ein
vanlukka fyri Lista
savnið, at leiðarin
Helgi Fossadal nú
sleppur at halda
fram, halda yrkisfólk
í listaumhvørvinum,
sum í dag hava sent út
alment mótmæli.
Stýrið fyri savn ið
skilur ikki trupul
leikan og heldur
sitandi leiðaran
hava gjørt eitt sera
gott arbeiði fyri
Listasavnið
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Onkur var longu í ferð við
at skriva umsóknina til
starv ið sum leiðari á Lista
savni Føroya. Og onnur í
føroyska listaumhvørvinum
høvdu somu ætlan. Ongin
ivaðist nevniliga í, at starvið
fór at verða lýst leyst fyrsta
dagin, nú fimm ára skeiðið
hjá umstrídda leiðaranum,
Helga Fossadal, er við at
vera av.
Men ongin starvslýsing
kom. Í staðin kom ein frá
boðan frá stýrinum fyri
savn ið um, at sitandi leið
arin heldur fram í starvinum
fram til 1. mai 2011, meðan
arbeitt verður við bygnaðar
broytingum fyri savnsøkið.
Sambært stýrisformann in
um fyri Listasavnið, Martini
Næs, vil stýrið hava Helga
Fossadal við í arbeiðið at
skipa Listasavnið undir ein
um felags Tjóðsavni, sum
ætlandi verður veruleiki í
2011.
Álitisbrot
Sostatt verður tað ikki í
hesum umfari, at føroyska
listaumhvørvið aftur kann
savnast
kring
Listasavn
Føroya. Sum kunnugt mót
mæltu tey flestu av føroysku
yrkislistafólkunum harðliga
setanina av Helga Fossadal
í 2005, tí setanin ikki fylgdi
kravinum um, at leiðarin
skuldi hava listafakliga út
búgving. Síðani tað hava
tey flestu av teimun nokta
at sýnt fram á Listasavnin
um, og hava tey í staðin
tikið seg saman í Heyst
fram sýningarbólkin,
sum
til seinastu framsýning taldi
17 føroysk mynd listafólk.
Øll hesi árini hava tey tó
sett sítt álit á, at ein loysn
fór at koma, tá fimm ára
starvsskeiðið hjá umstrídda
leiðaranum fór at vera úti 1.
mars 2010.
– Hetta er eitt so dygt
álitisbrot, at eg havi ikki
orð fyri tí, sigur Inger Smæ
rup Sørensen, listfrøðingur
og samskipari hjá Heyst
fram sýninga r bólkinum og
vísir millum annað til drúgt
samskifti, sum bólkurin
hev ur havt við Stýrið fyri
Listasavnið og Menta mála
ráðið um støðuna hesi
árini.
– Í einum javnum streymi
av brøvum, hava vit víst á,
at um tað ikki skjótt verða
listafaklig
kriteriu,
sum
leggja støðið fyri virksemið
á Listasavninum, so endar
tað við eini vanlukku. Nøk
ur beinleiðis lyfti hava vit
ikki fingið, men vit hava
avgjørt fingið fatan av, at
vit fóru at vera hoyrd á
onkran hátt. Men vit eru
ikki so frægt sum kunnað
um avgerðina, sigur ein
sera skelkað Inger Smærup
Sørensen.
Ikki skyldu at kunna
Hóast hann harmast reak
tiónina hjá listfrøðinginum,
dugir stýrisformaðurin ikki
at síggja, hvussu stýrið skal
hava framt nakað áltisbrot í
hesum sambandi.
– Vit halda ikki, at okkum
nýtist at kunna hvønn ein
stakling um okkara ætlanir
og avgerðir. Eg geri hetta
uppá mín máta, og eftir
mínum tykki var tað rætt at
biðja Helga Fossadal halda
fram sum leiðari, sigur
Mart in Næs, og leggur aft
urat, at stýrið heldur, at
Helgi Fossadal hevur gjørt
eitt sera gott arbeiði á Lista
savninum higartil.
Spurdur, um hann við
hesum velur at ignorera
ára langu spjaðingina í før
oyska
listaum hvørvinum,
sum setanin av sitandi leið
ara hevur verið orsøk til,
sigur Martin Næs
– Nei, eg ignori tað ikki,
men nú velji eg at hyggja
100 ár fram í tíðina heldur
enn fimm ár aftur.
Hví tað júst skal vera
umstríddi leiðarin, sum nú
skal ganga á odda inn í
fram tíðina hjá Listasavn
inum hevur Inger Smærup
Sørensen ilt við at síggja
tað meiningsfulla í.
– Vit vita, at undir verandi
leiðara hevur virksemið á
savninum ikki livað upp til
sjálvt tey minstu fakligu og
professionellu krøv, ið van
liga verða sett einum slíkum
savni. Tí fati eg heldur ikki,
hví stýrið og menta mála
ráðið halda tað vera best, at
hann heldur fram. Tú fært
illgruna um, at her ganga
onkur persónlig áhugamál
fram um tey listafakligu, og
tað kann verða til óbótaligan
skaða fyri ikki bara Lista
savnið men fyri føroyska
listasøgu yvirhøvur, sigur
Inger Smærup Sørensen.
Kann draga út
Eisini Hansina Iversen, for
maður fyri Heyst fram sýn
ing ar bólkin, hevur ilt við at
skilja avgerðina um at lata
Helga Fossadal ganga á
odda í arbeiðinum at skipa
Listasavnið undir einum
Tjóðsavni. Til ta tíð kann
Helgi Fossadal kortini ikki
halda fram í starvinum, tí
undir Tjóðsavninum verður
tað nevniliga eitt aðalkrav,
at leiðarin á Listasavninum
skal hava listafakliga út
búgving.
– Tí mátti tað verið upp
lagt at brúkt høvið til nú
beinanvegin at seta eitt fólk
við listafakligari útbúgving
sum leiðara, sum eisini
nettup kundi verið við í
fyrireikingini av fakliga
grundaðu deildunum undir
Tjóðsavninum, heldur hon.
Til hetta sigur stýrisfor
maðurin, at stýrið helt tað
vera óneyðugt at brúka tíð
uppá at seta eitt starv, sum
allíkavæl skal lýsast leyst
aftur um eitt ár, tá hini
deildarleiðarastørvini
á
savns økinum eisini verða
lýst leys.
– Eisini ivaðust vit stór
liga í, um nakar fór at søkja
eitt slíkt eittára starv, og tí
støðu vildu vit helst sleppa
undan, sigur Martin Næs.
– Tað mátti verið vert at
risikera, um man veruliga
vildi hava eitt fólk við lista
fakligari útbúgving í starv
ið, so hatta ljóðar sum ein
vánalig umbering, heldur
Hansina Iversen.
Sjálv kennir hon fleiri,
sum ætlaðu at søkja starvið.
Hartil kundi stýrið væl bara
latið nýggja leiðaran hildið
fram í starvinum undir
Tjóðsavninum, heldur hon.
– Jú, tað kundu vit kanska
gott. Men nú hava vit so
valt hetta, sigur Martin
Næs.
Hann leggur afturat, at
beint nú er tað eisini heldur
ógreitt, um ætlanin við at
skipa Listasavnið undir ein
um Tjóðsavni verður egg
ella ungi.
Hetta er eisini tað, sum
av álvara fær Hansinu
Iversen at stúra, tí tað kann
merkja, at tað fer at draga
enn longur út at fáa eitt
listafakliga útbúgvið fólk í
starvið. Arbeiðið at skipa
eitt Tjóðsavn kann nevniliga
taka drúgva tíð, vísir hon á.
– Tí er tað í prinsippinum
eisini ógjørligt at vita,
hvussu
leingi
hendan
longda setanin av Helga
Fossadal kemur at vara. Tá
stýrið soleiðis uttan nakað
kundi leingja setanina hesu
ferð, er tað væl onki, sum
forðar teimum í at gera tað
einaferð afturat, sigur Han
sina Iversen.
Aftur rok um Listasavnið
– Vit vildi ikki enda í tí støðu, at ongin søkti starvið, tí tað bara er fyri eitt ár,
sigur Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasavnið, nú stýrið hevur longt
setanina av Helga Fossadal sum leiðara á Listasavnunum
– Tað mátti verið vert at risikera, at ongin søkti starvið, um man veruliga vildi
hava eitt fólk við listafakligari útbúgving, sigur Hansina Iversen, formaður fyri
Heystframsýningarbólkin, sum í fimm ár hevur mótmælt setanina av ófaklærda
leiðaranum á Listasavninum
Út í rúmdina við ferðafólki
Gongst, sum miljarderurin Richard Branson ætlar, sleppa ferðafólk út í rumdina í
rúmdarferjuni Virgin Galactic um hálvt annað ár. Eftir ætlan skal rúmdarferjan
flúgva ferðafólk út í rúmdina. Virgin Galactic fer at hava pláss fyri tveimum
flogskiparum og seks ferðafólkum. Sagt verður, at umleið 300 ferðafólk longu hava
bílagt sær ferðaseðil, og hetta eru ikki bíligir ferðaseðlar. Tað fer at kosta hvørjum
einstøkum ferðandi 200.000 dollarar – ella meira enn eina miljón krónur – at sleppa
út í rúmdina við Virgin Galactic. Øll verkætlanin hjá Richard Branson sigst kosta
umleið 2,6 miljardir krónur. Væntandi er, at fyrsta rúmdarferðin kann fremjast um
18 mánaðir, og ferjan er á stødd við ein minibuss.