Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 235 - 8. desember 2009 Heyst fram sýningar­ bólkurin hevur sjálvur tikið seg úr samstarvinum við Listasavnið. Tí eru tey heldur ikki ein náturligur partur av teimum avgerðum, sum verða tiknar á økinum, sambært Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað undrar ikki menta mála­ ráðharran, Helenu Dam á Neystabø, stórvegis, at Heyst fram sýningarbólk­ urin ikki er kunnaður um ella hoyrdur í ætlanunum um at leingja setananina hjá Helga Fossadal sum leiðara á Listasavninum. – Eg kann ikki fara út at hoyra øll møgulig fólk um ætlaninar hjá stýrinum fyri Listasavnið. Eg havi peikað á formannin fyri stýrið, og honum havi eg fult álit á, at tað er rætt at leingja setan­ ina hjá Helga Fossadal nú savnið skal skipast undir ein um Tjóðsavni, sigur Helena Dam á Neystabø. Spurd um bólkurin, har flestu listafakligu førleik­ arnir í Føroyum er savnaðir, kann kallast »øll møgulig fólk« sigur mentamála ráð­ harrin – Nei, men tey hava sjálvi tikið seg úr samstarvinum við Listasavnið og eru tí ikki ein nátúrligur partur av ráðandi organunum á økin­ um. Eg havi eg spurt meg fyri, har eg skal í hesum málinum. Hvar er tað? – Hjá formanninum fyri stýrið, og sum sagt havi eg fult álit á honum, slær Helena Dam á Neystabø fast. Góður máti at skapa frið. Sambært mentamálaráð­ harranum fekk hon eitt til­ mæli frá stýrinum fyri Listasavnið, sum mælti til at leingja setanina hjá Helga Fossadal við einum ári, og sum hon tók fult undir við. Men sum sæst í blaðnum í dag, mótmæla 15 limir í Heystframsýningar bólk­ inum, at starvsskeiðið hjá Helga Fossadal verður longt í sambandi við arbeiðið at skipa savnið undir einum Tjóðsavni. Kortini staðfestir Helena Dam á Neystabø, at ætlan­ inar eru úttrykk fyri, at stýrið fyri Listasavnið og Mentamálaráðið vilja hava frið kring savnið. – Eg haldi hetta vera ein góðan máta at skapa frið, so allir partar í listaum­ hvørv inum aftur kunnu kenna seg heima á Lista­ savninum, sigur Helena Dam á Neystabø, sum ikki er so vís í, at setanin av sitandi leiðara á Listasavn­ inum er einasta orsøkin til ósemjuna. – Tað eru í øllum førum altíð tveir partar í einum stríði. Meir vil eg siga um hatta stríðið, tí eg kenni ikki nóg nógv til tað. Stríðið snýr seg um, at Heystframsýningarbólkurin vil hava ein leiðara á Lista­ savnið við listafakligari út ­ búgving ... – Sjálvandi skal listarliga fakligheitin inn í slíkum før um og sum eg skilji, verð ur tað tryggja í nýggja bygnaðinum. Óvist við lóggávu Helena Dam á Neystabø er tó ikki heilt vís í, um altjóða lóggáva fyri søvn eisini fer at vera galdandi fyri nýggja føroyska Tjóðsavnið. – Tað eri eg ikki før fyri at svara uppá beint nú, tí enn er hetta arbeiði í gongd. Hinvegin eri eg vís í, at Tjóðsavnið fer at liva upp til í øllum førum tær reglur, sum galda á økinum í Norð­ urlondum. Spurd um vit kunnu læra nakað av stríðnum, sum stóðst av setanini av sitandi leiðara á Listasavninum, sig ur Helena Dam á Neysta­ bø. – Eg vóni vit kunnu læra ongantíð at lata eitt stríð útvikla seg so oyðileggjandi, sum hetta gjørdi. Tí velji eg eisini nú at hygga 100 ár fram í tíðina heldur enn fimm á aftur, sigur menta­ málaráðharrin. Heystframsýningin heldur seg sjálva uttanfyri Nýggju ætlaninar um eitt Tjóðsavn eru ein góður máti at skapa frið aftur kring Listasavnið, heldur Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri Kastaði kava og varð skotin Ein 18 ára gamal norðmaður varð seinasta vikuskifti skotin av einum 77 ára gomlum smáttu­granna, sum norðmenn rópa tað. Teir vóru fimm dreingir, sum høvdu leitað sær í eina smáttu í Tårnaby, sum familja til onkran av dreingjunum eiga. Eftir at drongurin hevði kastað kava eftir manni í granna­ smáttuni, gjørdi hesin ikki mætari enn, at hann skeyt dreingin, sum var farin at renna fyri lívinum. Skotið rakti dreingin niðarliga í ryggin, men eftir viðgerð á sjúkrahúsi meta læknarnir ikki, at hann fær varandi mein. Tað hevur undrað fólk í grannalagnum og ikki minst familjurnar hjá hesum fimm dreingjunum, at hin 77 ára gamli slapp útaftur úr geglinum næstan beinanvegin eftir avhoyringar hjá løgregluni. Fólk undra seg yvir, at maðurin ikki er skuld settur fyri drápsroynd. Løgreglan hevur rannsakað húsini hjá hinum gamla og hevur tikið fleiri skotvápn, sum maðurin hevði ólógliga. Norska løgeglan sigur, at tað, sum maðurin gjørdi, var ein avleiðing av eini aðrari hending og sipar til, at hin 18 ára gamli hevði kastað kavað eftir tí 77 ára gamla. Myndlistafólk mótmæla