Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 235 - 8. desember 2009 viðmerkingar Tá SEV hevur turrlagt allar áirnar á norður- vestursíðuni á Eysturoy, eru 3 vatnorku útbyggingar fyri framman hjá SEV. Tær eru: 1. Dalar norðanfyri Vestmanna 2. Víkavatn v.m. 3. Eystursíðan á Vág- oynni Í Sosialinum 20/6-2008 og 23/1- 2009 hevur undirritaði viðgjørt ávikavist nr. 1 og 2. Hesaferð verður hugt nærri at tí partinum av ætl anini í Vágum, sum fevnir um tær áir, sum renna vest ureftir í Fjallavatn og Sør- vágs/Leitisvatn. Byrging í Tjørnudali Ætlanin er at savna allar áir og áarløkar í fjallalendinum norðan fyri Háls í Sanda vági millum Vest manna sund og Fjallavatn, Sørvágs/Leitisvatn og leiða tær í eina byrging, sum verður gjørd í Tjørnudali. Haðani verður tunnil gjørdur til eina kraftstøð mill um Fútaklett og Oyra gjógv. Í byrgingina í Tjørnudali skal leiðast alt vatn, sum rennur í Ánni í Rók, Tjørnu dalsá, Kvíandalsá og Grótva lá. Hesar 4 áir – eru áirnar, ið renna í Sjatlá, sum rennur gjøg num Vatnsoyrar og sum er høvuðsáin, ið rennur í Sørvágs/Leitisvatn. Bøsdalafossur hvørvur Tá hesar áir verða turrlagdar minkar vatntilføringin í Sør vágs/ Leitisvatni við meir enn 3/4 og tað merkir so aftur, at Bøs dala- fossur hvørvur og at Sørvágs/ Leitisvatn verður eitt deyða vatn og kann tí neyvan brúk ast til drekkivatn. Reipsáfossur hvørvur Norðanfyri verða Tunguáin og Áin á Fjøllum, sum renna í Fjallavatn, bendar í byrgingina í Tjørnudali. Ein partur av avfalls økinum hjá Botnánni verður eisini tikin, so - leiðis at hon minkar munandi. Tá Tunguáin og Áin á Fjøll um verða turrlagdar og Botnáin minkar munandi minkar vatnið, ið rennur í Fjallavatn við meira enn helminginum. Reipsá, sum er einasta á, ið rennur úr Fjallavatni, minkar so - mikið, at Reipsá fossur - ein av vakrastu fossum okkara – hvørvur. Hví? Grundgevingarnar hjá SEV fyri at byggja vatnorkuna út, er at gera Ætlaða vatnorku­ útbyggingin hjá SEV Poul Hansen Bøsdalafossur hvørvur Mynd: Ólavur Frederiksen Av heimasíðuni hjá SEV Tunguáin - turrløgd Tjørnudalsáin – turrløgd Í Tjørnudali skal høg byrging gerast og stórur partur av dalinum setast undir vatn