Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 235 - 8. desember 2009 21 Bøsdalafossur Mynd: Ólavur Poulsen Sjatlá, ið rennur gjøgnum Vatnsoyrar og út í Sørvágs/Leitisvatn verður næstan turrløgd Tunguáin rennur í Ánna í Fjøllum og saman renna tær í Fjallavatn. Tá hesar verða turrlagdar og Áin í Botni missir nakað av avfallsøkinum minkar vatnið, ið rennur í Fjallavatn við meira enn 50% okkum minni bundin av olju og annars at minka um CO2 útlátið. Vatnorkuútbyggingarnar økja bert el-framleiðslu okk ara á landi við varandi orkukeldum við 5% og tað hevur tí ongan týdning fyri tryggleikan. CO2 útlátið Setið ikki spurnartekin við álvaran í mannaskaptu ávirkanini á veður- lagið og at nakað skal gerast. Alheimstiltøkini, ið skulu minka CO2 útlátið vera gjørd fyri at verja náttúr una. Vit ætla at oyðileggja okkara náttúru fyri at verja náttúruna hjá hinum og samstundis skulu vit í krón um og oyrum gjalda ein okursprís fyri tað, tí fíggjarliga hanga vatnorku útbyggingar í Føroyum als ikki saman. Hetta fer so aftur at føra við sær, at el-prísur okkara í allari fram tíð verður nógv hægri enn neyðugt og tað minkar munandi um kapp ingarføri hjá vinnulívinum og tyngir óneyðugt um hjá húsar- haldunum. SEV roynir longu nú at hækka streymprísin fyri at fíggja verandi og komandi vatnorkuútbyggingar. Vón andi sleppa teir ikki tað. Veðurlagsráðstevnan Nú beint uppundir veður lags ráð- stevnuna eru tey ymisku londini farin í skotgravirnar, soleiðis at eing in avtala verður møgu lig: USA hevur gjørt heilt greitt, at tey vera ikki við í einari veður- lagsavtalu í dec. 2009. Kina, India, Brasilia og Suður- afrika hava í felag sett nøkur ófrá- víkilig krøv til bæði ídnaðarlondini og til menningarlondini, áðr enn tey vilja vera við í nakrari veður- lagsavtalu. Afrikansku londini krevja, at ídnaðarlondini skulu minka sítt útlát 40% áðrenn tey gera nakað. Grønland krevur størri útlát, samstundis sum okk ara lands- stýriskvinna trygl ar danir um at lova okkum at vera sjónlig í dec. Havi fyrr nevnt, hvussu vit kunnu sjónliggera okk um fram um øll onnur á hesum øki, uttan at oyði leggja náttúruna. Ein annar háttur at minka skaðaárini av Co2 útlátinum er at verja skógirnar og planta meira av trøum. Skógarøkir til víddar 3 ferðir Danmark vera á hvørj um ári høgd ella brend, tí ídnaðarlon-dini – sum fyri langari tíð síðani hava høgt/brent sínar skógir – ikki vilja hjálpa mennin-garlondunum at varveita teirra skógir. Co2 tjakið ósakligt? Tað tykist, sum alt tjakið um Co2 útlátið er við at verða eitt sindur hysteriskt, øll royna at yvirganga hvønn annan við tosi um tiltøk um grønu orku, uttan at hugsa um, hvønn skaða hesi tiltøk ann- ars gera á náttúruna ella um tað yvir høvur letur seg gera fíggjar- liga. Tað er hóast alt ikki meira enn o.u. 40 ár síðani, at fremstu granskarar í USA vóru sannførdir um, at ein nýggj ístíð var á veg og nógv orka var løgd í at granska, hvussu New York og aðrir stórbýir kundu inni lokast í glasi fyri at verja teir móti ísfjøllunum, sum fóru at koma norðan eftir. Næstu ferð verður hugt nærri at áum, ið SEV hevur ella er í ferð við at turr leggja, umframt økir, sum SEV hevur sett undir vatn. Reipsáfossur – hvørvur Mynd Kalmar Tá ið teir nomu landið var tað eitt vakurt land ið ikki var mannasølkað, har var ikki fjøtur ei band. Fossar dundu í botnum, vøtnini skygdu blá – lógu í dýrd og droymdu við lómum og oknum á H.A.D. viðmerkingar