Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 Jóannes Eidesgaard heldur tað verða merkisvert, sum bankarnir í Føroyum vita væl av hvørjum øðrum, og sum renturnar líkjast nógv. – Ótrúliga nógv talar fyri, at kapping millum peningarstovnarnar manglar, sigur hann Kapping Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard, lands­ stýrismaður í fíggjarmálum, tykist alt annað enn fegin um, hvussu marknaðar­ mekanisman virkar í fíggj­ argeiranum, tá talan er um fígging av húsalánum. »Eg skal ikki siga tað, at mann hevur avtalu innan­ hýsis, men onkursvegna upp livir man peninga stovn­ arnar, sum at teir liva øgi­ liga væl við hvør øðrum, og vita væl av, hvussu hvør ann ar handlar. Tann sama var hugan, sum vit ofta hava rundanum oljufeløgini, at tá tað snýr seg um oljuprísin, so er tað meir ella minni eitt forstáilsi um, at olju­ prísirnir altíð eru júst teir somu upp á oyrað.« Júst soleiðis fullu orðini hjá landsstýrismanninum av Tingsins røðarapalli, tá Løgtingið í gjár viðgjørdi roknskapin hjá Húsaláns­ grunninum, og komið var inn á framtíðarætlanirnar við Húsalánsgrunninum. Landsstýrismaðurin stað­ festi, at eftir at Løgtingið hevur havt fund við Felagið føroyskir Peningastovnar, so er hann ikki í iva um, at tingmenn onkursvegna fingu staðfest, at er tað nak­ að, føroyskir peningastovnar avgjørt hava brúk fyri, so er tað at fáa kapping. – Mann hevði líkasum varhugan av, at tingini vóru rættiliga væl avstemmaði, hvørfall millum teir báðar stóru peningastovnarnar, um bæði rentupolitikk, holdn ingar mótvegis al ­ mennum ætlanum og so fram vegis, staðfesti fíggjar­ málaráðharrin. Desperatión Orðaskiftið um kappingina, ella mangulin upp á sama, millum peningastovarnar tók seg upp í samband við at tosað varð um Húsaláns­ grunnin og ætlaðu broyting­ arnar við Húsaláns grunn­ inum, soleiðis at hann kann veita bílig orkusparandi lán til sethúsaeigarar, og kunna virka sum eitt bústaðar­ politiskt amboð. Í seinastuni hevur Jóannes Eidesgaard fleiri ferðir róð framm undir, bæði á Tingi og í almenna rúminum, at tað er alneyðugt við kapping um sethúsafígging. Serliga hevur hann tosað um møgu­ leikan fyri, at tað almenna fer undir at veita real kreditt­ fígging í bein leiðis kapping við peningastovnarnar. Í gjár róði hann framm undir, at peningastovnarnir hugsa meira um seg sjálvar, enn um samfelagið og borg­ ararnar. – Onkursvegna staðfesti fundurin eisini, at tað er ein ávís desperatión at hóma, tíverri. Vónandi er hon ikki so alvorlig, sum man kanska hevði inntrykk av, at hon var. Men serliga var tað hetta, at peninga stovn arnir fram um alt settu sjálvs røkt­ ina í hásæti. Tað var teirra yvirlivilsis møgu leikar, teirra framtíð, sum taldi meira, enn framtíðin hjá løntak­ arøum, hjá set húsa eigar un­ um, og sjálv andi ikki minni, fram um støðuna hjá lands­ kassanum, staðfesti Jóannes Eides gaard. Munur á tilboðum Sum dømi um munin á rentum í Føroyum og uttan­ lands, nevndi landsstýris­ maðurin, at hann fyrra­ kvøld ið datt fram á ein tíð­ indastubba í donskum miðl um, sum greiddi frá, at BRF­Kredit nú kann bjóða tilboð upp á eitt lán upp á 1,8 prosent. – Tað kann man siga, er eitt tilboð, sum vil nakað, og tað er eitt tilboð, sum liggur ótrúliga langt frá tí, sum føroyskir sethúsa eig­ arar kunnu seta nøsina upp eftir at fáa. Hetta er tann tíðindastreymur, sum vit dag og dagliga eru útsett fyri, og tí eru vit sjálvandi eisini ávirkaðir av, at set­ húsaeigarar rundanum okk­ um hava so ótrúliga nógv betri umstøður at fáa bílig lán, enn hvat vit sjálvi hava, greiddi Jóannes Eidesgaard frá á undir orðaskiftinum í gjár. Kappingarráðið kannaði málið Fyrst í ár ætlaði Kapp­ ingarráðið at fara undir at kanna støðuna í fíggjar­ gerianum, har hyggjast skuldi upp á ymisk viður­ skifti, millum annað, um peningastovnar avtala rent­ ur og annað sínamillum. Men tá Fíggjarlógin fyri 2009 varð klár, varð greitt, at Kappingarráðið varð skert við næstan eini helvt, og úrslitið var, at kanningin ikki kom so langt. Nakrir upplýsingar vóru savnaðir saman, og onkrir fundir vóru við peninga­ stovnarnar, men síðan kom kanningin ikki so nógv longri. Tískil kann tað tykjast sum lagnunnar speisemi, at landsstýrismaðurin í fíggj­ ar málum nú leggur peninga­ stovnarnar undir at føra kartelvirksemi og eingin atlit at taka til sethúsaeigarar, løntakarar og landskassan. Strangari reglur um stjóralønir Í Danmark er stjórnin til reiðar at tátta reglurnar um lønarlagið hjá stjórunum í landsins bankum og fíggjarstovnum. Lene Espersen, búskaparmálaráðharri, sigur við Politiken, at reglurnar verða herdar, bæði hvat viðvíkir lønini og bonusskipanum, men enn dugir hon ikki at siga, hvussu tað verður gjørt. Reglurnar vórðu longu herdar, tá Fólkatingið samtykti Bankapakka II. Eitt nú máttu bankarnir skerja sínar bonusskipanir til stjórarnar fyri at fáa lut í bankapakkanum. Nú skal ein arbeiðsbólkur so gera uppskot um herdar reglur, sigur ráðharrin. Reint í Keypmannahavn Tað kom ivaleyst fyrireikarunum á ST­veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn væl við, tá tað í gjár bleiv kunngjørt, at danski høvuðsstaðurin er tann reinasti býurin í Evropa. Tað er í hvussu er úrslitið av einari kanning, sum týska fyritøkan Siemens og bretska tíðarritið Economist hava gjørt. Kanningin vísti annars, at teir evropeisku býirnir eru komnir longri á umhvørvisøkinum enn býir aðrastaðni, men at ábøtur framvegis skulu gerast. Millum annað sæst í kanningini, at bara sjey prosent av orkunýtsluni hjá býunum eru frá varandi orkukeldum. Fíggjarmálaráðharrin leggur bankar undir kartellvirksemi Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjar­ málum, róði í gjár framundir, at peningastovnarnir í Føroyum føra kartelvirksemi. – Eg skal ikki siga tað, at mann hevur avtalu innanhýsis, men onkursvegna upplivir man peningastovnarnar, sum at teir liva øgiliga væl við hvør ørðum, og vita væl av, hvussu hvør annar handlar, segði hann undir orðaskifti um Húsalánsgrunnin á Løgtingi í gjár Tilgjørd mynd