Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 tíðindi Tað gongur illa hjá reiðaranum Bjarta Mohr at sleppa av við nótaskipið Hallarklett, sum fyri trimum árum síðan fór undir russiskt flagg og fekk navnið Kasablanka. Skipið liggur mannleyst í Ålesund í Noregi Skipakreppa Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í fleiri londum liggja russ­ iskt skip svínabundin, og eingin vil hava við tey at gera. Reiðaríni eru farin av knóranum, og eingin varar beinleiðis av skipunum. Eitt føroyskt nótaskip, sum áður sigldi undir før­ oyskum flaggi við navninum Hallarklettur, má roknast upp í henda harraleysa flota, tí føroyska skipið hevur síð­ an juli 2007 ligið í Ålesund í Noregi. Skipið varð skrásett í Murmansk undir navninum Kasablanka. Reiðari er Bjarti Mohr, men hann heldur seg ikki hava ábyrgdina av, at tað gekk, sum tað gekk við Hallarkletti. ­ Vit vóru í góðari trúgv, tá ið vit fyri trimum árum síðan, í november 2006, leigaðu skipið út til russiska reiðaríð Bareboat Charter. Alla tíðina hevur reiðaríið ikki goldið okkum eina krónu, sigur Bjarti Mohr. Hann upplivir tað sum, at hann er komin í klemmu, og hann veit, at sama reiðarí skyldar nógvar pengar eisini aðrastaðni. Vil hava skipið aftur ­ Teir hava verskó at koma aftur við skipinum, gjalda leiguna og í hvussu er gjalda fyri, at tað kann sleppa til fiskiskap aftur. Hatta er eitt deiligt og væl hildið skip, sigur Bjarti Mohr. Hann hevur í longri tíð roynt at selt skipið, men illa gongur. Nógv tílík skip eru til sølu, keypararnir eru fáir, og torført er at fáa fígging. Sambært Bjarta Mohr er tað ikki rætt, sum áður hevur verið upplýst, at Kasablanka varð tikin í juli 2007 fyri ólógligan fiskiskap. Okkurt var galið við pappírunum. Bótin, sum skipið fekk, var 300.000 norskar krónur, men ta bótina megnaði russiska reiðaríið ikki at gjalda. ­ Hetta er ómetaliga harmiligt, og eg má bara siga, at vit eru hart rakt av heimsumfatandi búskapar­ kreppuni, sigur Bjarti Mohr. Havnamyndugleikarnir í Ålesund ilskast inn á skipið, sum noyðist at senda fólk umborð tvær ferðir um vikuna. Við norska kring­ varpið sigur Birger Flen, havnfúti í Ålesend, at føroyska reiðaríið tykist hava slept endanum. Hann kundi hugsað sær, at skipið varð selt á tvingsilssølu. Bjarti Mohr er ikki samd­ ur. Hann sigur, at umboðs­ maður hansara javnan er umborð, og at hann roynir av øllum alvi at fáa skipið selt. Kasablanka liggur framvegis týs. - frí..... 15.00 - 17.30 leyg: ......... 11.00 - 14.00 Annars eftir nærri avtalu ! Virkisøkið hjá ART Gallerie – Listagluggin – er dygdar­ góð føroysk list. Listagluggin samarbeiðir við best umtóktu listafólkum í Føroyum við at sýna fram og selja list í Føroyum og uttanlands. Málið hjá Lista­ glugganum er á hollum støði at umboða og breiðum týdningi at vera »sýnisgluggi« úti og heima hjá før­ oyskari list. Listagluggin vil vera fremstur í sínum øki Nýggj framsýNiNg fríggjadagiN 11/12 Dygdargóð føroysk list! Opið hvørja viku – alt árið! Listagluggin Dr. Jakobsensgøta 15 · Tórshavn Tlf. 32 20 22 · Fartlf. 51 00 22 listagluggin@hotmail.com · www.listagluggin.com Í samband við komandi framsýning lýsa vit eftir listaverkum – eldri sum nýggjum – eftir viðurkendum listafólkum. Antin keypa vit listaverkini ella selja vit tey/tað fyri tygum. Setið tygum í samband við okkum fyri at hoyra nærri. Ingálvur av Reyni • S.J. Mikines • Hans Hansen • J. Kampmann • Kruse • Waagstein • Z. Heinesen • Eyðun av Reyni • Astrid Luihn Olivur við Neyst • Torbjørn Olsen • K. Svensson • Rannvá H. Mortensen • Frits Johannesen • Bárður Jákupsson • Øssur Mohr o. fl. Ingálvur av Reyni Zacharias Heinesen Torbjørn Olsen Ingálvur av Reyni Havnamyndugleikarnir í Ålesund ilskast inn á gamla Hallarklett, sum í hálvt triðja ár hevur ligið svínabundin og harraleysur Mynd: Staale Wattø, Sunnmørsposten Ísfrítt summar í 2050 Á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn hava amer­ ikanskir granskarar staðfest, at broytingarnar í ísviður­ skiftunum í økinum kring Norðpólin eru komnar fyri at verða. Granskararnir siga, at tað er vorðið trý stig lýggjari í tí arktiska økinum, og tað er fleiri ferðir meiri enn aðrastaðni. Avleiðingin verður, at ísurin hvørvur, havið fer at fløða, og súgdjór, sum halda til í sjónum, doyggja út. Sambært amerikonsku granskar­ unum minkar ísurin so skjótt nú, at í 2050 verður summarið í Arktis ísfrítt. Ókeypis húsalán í 2010 Umleið 350.000 danskir húsaeigarar kunnu gleða seg til næsta ár, tí umstøðurnar laga tað so, at tað verður ókeypis at hava húsalán í 2010, skrivar Politiken. Orsøkin er, at realkreditfeløgini hava sett rentuna næsta ár til 1,78 prosent, sum er søguliga lágt. Eitt nú nevnir blaðið, at fólk, sum hava tvær milliónir krónur í avdráttarfríum láni, skulu rinda 2.600 krónur um mánaðin í rentum næsta ár. Men verða skattur og inflasjón drigin frá, kostar húsa­ lánið í veruleikanum einki. Tað vísa útrokningar, sum Politiken hevur fingið frá Realkredit Danmark.