mikudagur 9. desember 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 236 - 9. desember 2009
Fer Fiskavirking
ikki heilt skjótt
undir aftur virksemi
á flakavirkinum
á Tvøroyri, kann
tað skjótt enda
við, at virkið skal
takast niður og
flytast burtur, sigur
borgarstjórin á
Tvøroyri
Fiskavirking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Virksemið á flakavirkinum
hjá Fiskavirking á Tvøroyri,
skal takast upp aftur heil
skjótt.
Hendir tað ikki, verður
Fiskavirking helst tvingað
til at taka virkið niður og
flyta tað burtur, so at onnur
fáa atgongd til grundstykkið,
sum virkið stendur á.
Tað
staðfestir
Kristin
Michelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri.
Tekur Fiskavirking ikki
arbeiðið á flakavirkinum á
Tvøroyri
uppaftur
heilt
skjótt, fer Tvøroyrar býráð
at uppsiga leigusáttmálan
um grundstykkið, sum virk
ið stendur á.
Sáttmálin um grundstykk
ið, sum flakavirkið stendur
á, sigur, at hevur onki virk
semi av flaki ella ísi verið á
virkinum í tvey ár, kann
sáttmálin sigast upp við
eini freist upp á eitt ár.
Tað er langt síðani, at tey
hildu upp at at arbeiða fisk
á virkinum, men nakað eftir
tað, gjørdu tey framvegis ís
til bátar og skip.
Men eisini tað er langt
síðani hildið uppat og borg
arstjórin sigur, at seinastu
ferð, at virkið lat ís, var 27.
mars í 2008
Tað hevur verið ógvuliga
óheppið fyri bátarnar, sum
hava avreitt til landingar
miðstøðina, tí eftir at teir
hava avreitt, mugu teir antin
til Vágs ella aðrastaðni eftir
ísi og tað er ógvuliga tvør
ligt hjá teimum.
Siga sáttmálan upp
Um góðar tríggjar mánaðir
er tað sostatt tvey ár síðani,
at nakað sum helst virksemi
var á virkinum og tá fer
býráðið beinanvegin at við
gera spurningin um at upp
siga sáttmálan, so at tey
kunnu vera fullkomliga leys
av honum á vári í 2011.
Tíverri er sáttmálin so
bundisligur fyri kommun
una, at tað ber ikki til at
sleppa burtur úr honum
skjótari enn tað.
At siga sáttmálan upp er
tað einasta, býráðið kann
gera. Og so má Fiskavirking
taka virkið niður og flyta
tað av økinum, leggur Krist
in Michelsen afturat.
Fiskavirking leigaði eis
ini onnur høli á havnarlag
num á Tvøroyri, men tann
sáttmálin var lættari hjá
býráðnum at sleppa burtur
úr og hann er eisini langt
síðani uppsagdur.
Annars hevur Tvøroyrar
Býráð biðið um fund við
leiðsluna í Fiskavirking at
vita, hvørjar ætlanir, felagið
hevur við virkinum á Tvør
oyri.
Men Kristin Michelsen
væntar ikki at nakað kemur
burtur úr, tí tað er onki, sum
bendir á, at ætlanin er at
lata virkið upp aftur.
Tvørtur ímóti er fleiri
og fleiri av maskinunum tik
nar niður, eins og virkið
ikki verður hildið og fellur í
órøkt.
Og Tvøroyrar Býráð
kann ikki góðtaka, at Fiska
virking leggur hald á eitt so
stórt øki fremst á havnarlag
num, uttan at brúka tað til
arbeiðsskapandi endamál.
Flakavirki
á Tvøroyri
takast
niður
Tvøroyrar Býráð kann ikki góðtaka, at Fiskavirking leggur hald á besta, vinnuliga grundstykki í kommununi uttan at brúka tað til
nakað sum helst, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri
Nú skulu allir før
oyingar, sum eiga
ella keypa eina fugla
byrsu, hava skrivligt
vápnaloyvi frá lands
stýrinum
vápnaloyvi
Áki bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hereftir skulu allir føroying
ar hava vápnaloyvi fyri at
keypa sær eina høglbyrsu.
Tað ætlar Sjálvstýrisflokk
urin.
Flokkurin hevur nú lagt
uppskot fyri Løgtingið um
at herða vápnalógina, ella
nútímansgera hana, sum
flokkurin nevnir tað.
Men áðrenn vápnaloyvi
verður játtað, skal umsøkj
arin taka dugnaskapsroynd
í vápnabrúki, har hann fær
undirvísing
í
vanligum
vápnabrúki.
Áðrenn loyvi verður játt
að, skulu myndugleikarnir
eisini kanna viðurskiftini
hjá umsøkjarunum og vísa
tær kanningar, at vandi er
fyri, at umsøkjarin fer at
brúka byrsuna á óhóskandi
hátt, skal tað bera til at
nokta at játta loyvið.
Hesi fyrstu 10 árini skal
vápnaloyvi vera eitt tilboð,
men frá á ólavsøku 2020,
skal tað vera eitt krav, held
ur Sjálvstýrisflokkurin.
Flokkurin ætlar eisini, at
á almennum støðum skal
tað hereftir verða ólógligt
at hava knív ella annað hvat
vápn uppi á sær.
Men er talan um fletting,
fiskiveiði, grindadráp ella
annað rímiligt endamál,
skal tað vera loyvt at hava
knív við sær, sum annars er
forboðin og bannið er held
ur ikki vent ímóti vanligum
felliknívum.
Samstundis skal tað verða
forboðið at hava nakað at
gera við hvøss vápn, knívar,
svørð,
korur
verjuvápn,
gassvápn, slagvápn, kasti
vápn ella líknandi vápn ella
útgerð.
Harafturat skulu tey, sum
selja skotvápn, hava loyvi
til tað frá landsstýrinum.
Skulu hava skrivligt loyvi fyri at eiga fuglabyrsu
Íslendingar liva leingi
Tey børn, sum vórðu borin í heim í Íslandi í 2007, kunnu
rokna við at liva 81,2 ár í meðal. Tað siga tøl hjá OECD,
sum eisini vísa, at íslendingar liva í meðal tvey ár longri
enn meðallivialdurin í OECDlondunum. Sambært
tølunum liva íslendskir menn 79,4 ár og íslendskar kvinnur
82,9 ár. Bara menninir í Sveis liva longri enn teir
íslendsku. Íslendsku kvinnurnar hava at kalla sama
livialdur sum kvinnurnar í Noregi og Eysturríki, men tær
kunnu tó ikki kappast við kvinnurnar í Japan, sum liva 86
ár í meðal.
Størri stættarmunur
í Svøríki
Tey væl bjargaðu í Svøríki hava jól og góðar dagar. Tað sæst í einari
kanning, sum fakligi landsfelagsskapurin hevur gjørt, og sum vísir,
at tey ríkastu 10 prosentini av svenska fólkinum øktu sína tøku
inntøku heili 88 prosent í árunum frá 1991 til 2007. Hjá teimum
fátækastu 10 prosentunum var vøksturin bara 15 prosent í sama
tíðarskeiði. Kanningin hjá svenska LO vísir eisini, at tey seinastu
seks árini hava arbeiðandi sviar havt ein reallønarvøkstur upp á 3,3
prosent um árið, meðan vøksturin hjá sjúkum, arbeiðsleysum og
fyritíðarpensjonistum hevur verið 0,86 prosent um árið.