mikudagur 9. desember 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 236 - 9. desember 2009
Uppskotið hjá
Tjóðveldi og Kára á
Rógvi um at bryggja
sterkt í Føroyum er
eitt paradu uppskot
frá andstøðuni, sum
krevur eina nógv
størri kanning og
nógv betri viðgerð,
enn tilfeldið er, sigur
Jógvan á Lakjuni
RÚSDREKKA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Uppskotið hjá Tjóðveldi, ið
var fyri á Løgtingi í gjár,
fekk ikki treytaleyst góða
undirtøku, og ein av teim
um, ið var ímóti, er Jógvan
á Lakjuni.
Fyri tað fyrsta er talan
um eitt ógvuliga álvarsamt
mál, tá rúsdrekka verður við
gjørt yvirhøvur. Hartil var
talan um eitt andstøðu upp
skot, sum oftast eru paradu
uppskot, ið ikki hava grund
festi í einari djúprari kjaki,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at teir eru í
einari samgongu, ið hevur
avtalað, hvat arbeiðast skal
við.
Verður tikið undir við
einum andstøðu uppskoti,
vita vit ikki, hvar vit enda.
Tað er jú á so ómetaliga
nógvum økjum, at fólk
kundu lagt uppskot fram,
sum meiriluti kanska er fyri
í Tinginum, men sum ikki
er meiriluti fyri í samgong
uni. Tí kann man ikki bara
taka undir við einum and
støðu uppskoti uttan at hava
viðgjørt tað í samgonguni,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Men tað er ikki bert tí, at
talan er um eitt andstøðu
uppskot, at fólkafloksmað
urin ikki tekur undir við tí.
Hetta er ein ógvuliga
álvarsamur spurningur, tá
talan er um rúsdrekka. Eg
veit ikki, um vit skulu tosa
um eina glíðibreyt, men í
hvussu er verður farið eitt
stig víðari, og tað haldi eg
krevur eitt nógv størri kjak.
Eg ivist í, um tað er rætta
leiðin at fara, og tí segði eg
sum eg gjørdi av Tingsins
røðarapalli, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Kann ikki
samanberast
Hann heldur ikki, at tað er
nøkur andsøgn sum so í tí,
at sterkur løgur ikki kann
bryggjast í Føroyum, tí tað
er heldur ikki loyvi at
innflyta hann. Í hvussu er
ikki, tá tað kemur til øl.
Men tað ber jú til at keypa
sterkari løg enn 5,8%, sum
er markið fyri styrki á øli?
Ja, men eg haldi ikki tú
kanst samanbera øl við
annan sterkan løg. Nú eri
eg ikki so innarliga í hasum,
men tú sær tey ungu ganga
og mala við øl alla tíðina, tú
sær tey ikki við vínfløskum,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Sambært hagtølum hjá
Rúsdrekkasølu
Landsins
hevur vaksandi sølan av
cider lítla og onga ávirkan á
søluna av øli, men hevur
hinvegin kvinka søluna av
rúsdrekka niður, og tað átti
at verið í tráð við politiska
ynski um at føroyingar skulu
drekka veikari rúsdrekka.
Nú kenni eg ikki hasi
tølini, og tí kundi eg hugsa
mær at kanna tey nærri. Og
tað er júst nakað av tí, eg
førdi fram, at tað krevur
eina nógv størri kanning og
viðgerð av støðuni á hesum
øki í Føroyum, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Hann vísir á, at tað er
nógv hent tey síðstu árini
við útskeinkingarstøðum á
hvørjum horni.
Tí krevst ein nógv djúp
ari viðgerð av øllum máli
num og nøkur tøl á borðið,
áðrenn farið verður víðari.
Sjálvandi er tað betri, at
fólk drekka veikari heldur
enn sterkari, men eg vil
fegin síggja hasi tølini,
áðrenn eg taki støðu til tað,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Heldur fast
Á Tingi í gjár var fólka
floksmaðurin rættiliga av
gjørdur og segði, at hann
fór ikki at góðtaka, at sam
gongan læt hetta málið fara
igjøgnum. Merkir tað so, at
um tað hendir, fer hann at
taka stuðul sín til samgong
una aftur?
Eg segði, at eg fari ikki
at góðtaka, at samgongan
koyrir eitt slíkt mál ígjøgn
um, og tað standi eg fast
við. Fyri tað fyrsta haldi eg,
at vit hava onnur ting at
gera í hesum tíðum enn at
tosa um, at bryggja sterkt í
Føroyum, og fyri tað næsta
átti samgongan at tikið seg
saman um at fingið skil á
fíggjarlógaruppskotið,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann sigur, at hann
kennir seg sannførdan um,
at samgongar ikki fer at
atkvøða hetta uppskotið hjá
Tjóðveldi ígjøgnum.
Krevur nógv betri viðgerð
Jógvan á Lakjuni var rættiliga avgjørdur í spurninginum um at bryggja sterkt í Føroyum
Mynd: Jens Kristian Vang
Fjølbroytt jól í TUTL-handlinum
TUTL fer at seta dám á miðbýin við nógvum fjølbroyttum konsertum um jólini. Næstan dagligt verða konsertir
og frá 20.desember verða tvær konsertir hvønn dagin. Í morgin klokkan 16.30 verður útgávukonsert við Moniku
Stauss Joensen (violin) og Birgitte Schnakenburg (klaver), ið hava innspælt yndisligar og kensluligar perlur úr
klassiska tónleikaheiminum. Fløgurnar verða seldar fyri serligan prís hendan dagin. Fríggjadagin verða The
Reverends í TUTLhandlinum, og leygardagin verður tað Jens Eli Ellefsen, sum stendur fyri undirhaldinum.
Týsdagin og hósdagin í komandi viku verða Jógvan Hansen og Fríðrik Ómar í TUTLhandlinum. Teir báðir hava
fyri stuttum útgivið eina fløgu við heitinum Vinaløg, har tað besta innan føroyskan og íslendskan tónleik er á.
Fríggjadagin í næstu viku verður KATA í TUTLhandlinum, og leygardagin er tað vælumtóktu Høgni Lisberg,
sum fer at framføra.