Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 Føðingardagur, bók og stórt tiltak Í dag eru júst 100 ár síðani, at Havnar Fimleikafelag varð stovnað. Seinasta tiltakið í samband við 100 ára hátíðar­ haldið verður í Gundadali í dag millum klokkan 17 og 19. Allir limir felagsins við familju eru boðnir í føðingar­ dag. Fólk møtast á ovara vølli í Gundadali til eina felags fimleikaløtu, sum varar 15­20 minuttir. Síðani fara allir HF­limirnir á niðara vøll og taka eina felagsmynd. Eftir hetta fara øll í skrúgongu niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi, har Havnar Fimleikafelag bjóðar øllum vælkomnum til bollar og kakao, fimleikainnsløg, røður og annað. Í sam­ bandi við stóra føðingardagin júst í dag, gevur Havnar Fimleikafelag út eina bók um felagið. Høvið verður at síggja og ogna sær bókina hendan fyri 250 krónur og eisini ber til at fáa bókina signeraða. Umframt bókina, verður eisini møguleiki at keypa onkra góða jólagávu, eitt nú HF­fløguna, HF­búnan og 100 ára hettutroyggjuna. Havnar Fimleikafelag sigur í tíðindaskrivi, at øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá felagnum. Undir svarinum av einum ófráboðaðum fyrispurningi á Tingi í morgun segði Jørgen Niclasen, uttanríkis­ málaráðharri, at talan er kanska um álvarsam­ asta mál í føroyskari fiskivinnusøgu. – Vit umhugsa í løtuni, um vit skulu skjóta málið inn fyri ein altjóða dómstól, segði uttanríkismála­ ráðharrin SKÁLABERG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað førdi eina røð av við­ merkingum við sær, tá Jørgen Niclasen í morgun fekk ein ófráboðaðan fyrispurning viðvíkjandi Skálaberg. ­ Hetta hevur verið ein longri tilgongd, og longu sama kvøldið at Skálaberg varð tikin, fór uttanríkis­ málaráðið til verka, og vit hava arbeitt uttan íhald líka síðani, segði Jørgen Niclasen. Hann segði, at russar hava handlað langt frá vanligari siðvenju í hesum máli. ­ Sektaruppskotið er púra burtur við og er heldur ikki í tráð við altjóða lóg, og vit gera tí hvat vit kunna. Fyri at gera status beint nú – hetta er jú ein long søga – er Fiskimálaráðið í holt við at leggja seinastu hond á eitt bræv til russiska fiskimála­ ráðið um, at hetta ikki kann góðtakast frá føroyskari síðu, og at hetta málið setur spurnartekin við fiski­ vinnusamstarvið millum Føroyar og Russland, segði Jørgen Niclasen. Samstundis er uttanríkis­ málaráðið við at orða eitt skriv til russiska uttanríkis­ málaráðið um álvarsemið í hesum málinum. ­ Vit vísa á havrættar­ dómstólin í Hamburg sum eitt amboð hjá okkum, eins og eg í morgun havi biðið um ein fund við danska uttanríkismálaráðharran, Per Stig Møller. Framman undan hevur samskiftið verið við ráðið og við don­ sku sendistovuna í Moskva, segði Jørgen Niclasen. Hann segði, at uttan­ ríkismálaráðið ger alt tað er ment, fyri at loysa málið, men hann kundi ikki í Tinginum í dag siga nær og hvussu málið kann loysast. 100 donsk skip Havt var á munni, at var talan um donsk viðurskifti, hevði talan verið um ógvuslig tøl. ­ Høvdu tað verið donsk viðurskifti, hevði tað svara til at 100 skip hjá Mærsk vórðu tikin, kanska av sjórænarum í Somalia, og at einir 4000 mans vórðu tiknir gíslar, segði Jørgen Niclasen. Hann metir tí, at hetta uttan iva er álvarsamasta málið í føroyskari fiski­ vinnusøgu, og tí hevur bæði uttanríkismálaráðið og fiskimálaráðið arbeitt í døgndrift líka síðani hend­ ingina og til nú, og tað fara tey eisini at gera heilt til málið er loyst. ­ Vit gera tað, vit kunnu, men russiskir fiskivinnu­ myndugleikar eru ikki tað, ið vit kalla lættir at samstarva við. Tað vóru teir fyrr, men tað eru teir ikki nú, so her er broyting komin í, segði Jørgen Niclasen. Tað er eisini orsøkin til, at føroyskir myndugleikar um­ hugsa at leggja málið inn fyri ein altjóða dómstól. ­ Tey sektaruppskotini, sum higartil eru komin fram, liggja so langt frá tí, sum er rímiligt, og sum vit vita, at altjóða dómstólurin í Hamburg fyrr hevur ógildað, at tað er nakað, vit umhugsa, segði Jørgen Niclasen. Hann vónar sjálvandi, at kunna loysa málið uttan at taka tað stigið. ­ Men skal tað stigið tak­ ast, eru okkara formligu viðurkifti soleiðis, at tað verður saman við dønum, so tað verður danski stat­ urin, ið kemur at leggja tað málið fram. Tað verður so okkara uppgáva at sannføra teir um, at tað er rætt, segði Jørgen Niclasen. Kanska álvarsamasta málið í fiskivinnusøguni Skálaberg hevur nú ligið á reduni í Murmansk í skjótt tríggjar vikur, og enn kann tað taka sína tíð, áðrenn skipið er leyst aftur