mikudagur 9. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 9. desember 2009
15
Vanligi borgarin er so við
og við farin at gjøgnum
skoða fanatisku grønist
arnar við teirra stórsligna
og sjálvshevjandi morali.
“Fupp”, hugsar merilutin
U
m vit skula trúgva veður
lagskirkjuni, eru bert
fjúrtan dagar eftir at “redda
heimin” – tvær vikur, av tí at
hetta er ætlaða tíðarskeiðið fyri
veðurlagsráðstevnuna í Keyp
mannahavn at finna eina loysn
uppá “mannaelvda alheims
upphiting”.
Og um tað veruliga bert eru
fjúrtan dagar eftir, áðrenn vit
øll eru ferdig og fordømd, tá er
tað av sonnum hjartagrípandi at
síggja hasi á leið tjúgu túsund
sendifólkini fara hiðani við
stíli. Meiri enn 1200 limusinar
hava gjørt landgongu í danska
høvuðsstaðnum (gloym alt um
almenn flutningsgøgn). Nógvir
teirra hava koyrt fleiri hundrað
kilometrar frá Týsklandi og
Svøríki.
Tann stóra útlátsfestin fer tó
fyrst í álvara at rokka í endan
um av ráðstevnuni, tá ið bossar
nir detta inn á gólvið við gott
og væl 140 privatum jetflog
førum. Tað er hetta slag av
atferð, sum fær nøkur okkara at
ivast í, um hesir heimsleiðarir,
ið gerandisliga halda revsipræ
diku fyri sínum syndugu borg
arum um teirra CO2útlát, trú
liga trúgva tí, teir siga um tann
helvitiseld, ið stendur fyri dur
um, um ikki vit gera, sum teir
siga... “tí at vísindin sigur so”,
hvat hon yvirhøvur ikki ger.
R
áðagerðin hjá økofasistum
um antropogeniska alheims
upphiting, ella ManBearPig, er
annars rættiliga rátt og heldur
yndisliga avdúkað, eftir at ein
teldusníkur breyt inn í teldurnar
hjá veðurlagsgranskingarstovu
ni við lærda háskúlan í East
Anglia, og gav 61 megabýtum
av trúnaðarfílum sítt rættvorð
na frælsi (takkarprei til Watts
Up With That?, The Heartland
Institute og Delingpole).
Tá ið tú lesur fílarnar – harí
millum 1079 teldupostar og 72
skjøl – sannar tú, akkurát hví
vísindafólkini í “Climate
Research Unit” við universi
tetið í East Anglia høvdu eitt
gudiligt ynski um at stempla
teir sum loyndarmál.
Andrew Bolt, avstralskur
tíðarhøvundur, metti gølu
søguna, ið enn einaferð avhylj
ar mytuna um alheimsupphit
ing, at vera “the greatest in
modern science”. Sum tú
smáflennandi fert frá einum
átuligum meyli til annan,
ætlandi ein veksling millum tey
mest víðgitnu vísindafólkini, ið
messa hasa menniskjahatandi
teoriina um mannaelvda
alheimsupphiting, er tað forbiið
trupult ikki at halda tað sama
sum hr. Bolt.
T
ó, “Climategate” er ikki ein
gøla, tú kanst halda á við at
flenna innantanna eftir, tá ið
hon er skammilig og skakandi
upp í sama krók. Trúnaðarfíl
arnir benda á og mæla til saman
svørjingar, avtalað spæl til tess
at, í ovurmát, ógvusligera hita
dáta, ólógliga týning av flóvis
ligum upplýsingum, ið ikki
sampakka við trúnna hjá valds
graðum vísindafólki og alarm
istiskum marxistum, fakliga og
persónliga kúging, manipuler
ing av dáta, privatar viðurkenn
ingar um beinleiðis brek og
ósannindi í teirra almennu
hevdanum, og nógv meira.
Serfrøðinganevndin hjá ST á
veðurlagsøkinum, IPCC, grund
ar ein stóran part av sínum
arbeiði, úrskurðum og fylgjandi
tilmælum frá nettupp hesum
veðurlagsgranskarum frá
University of East Anglia.
Somu tilmæli, apokalyptisk í
bæði frælsistøku og pengaoyð
sli, ið landsprestarnir við sínum
smáligu og týdningarleysu
umhvørvisstovum og ráðum nú
møtast í Keypmannahavn um.
Tilmæli, ið eru neyðug hjá
prestunum so at røkka eini
avtalu, sum síðani skal kunn
gerast sínum skítbýttu undirsátt
um – ja, tað eru so tú og eg.
Avtalan fer so ella so at vísa á,
at landstopparnir og vigtig
Connie hava bjargað verðini...
men fer sjálvandi ikki at
avdúka, at tað eru tú og eg, ið
fara at rinda rokningina fyri
ein, í ringasta føri, ikki
eksisterandi trupulleika, í besta,
fúlt yvirmettan ein.
Tað er jú gaman í hjá Bjørt
Samelsen og Anniku Olsen at
fortelja okkum, hvussu vit øll
somul skula forbrúka minni, og
at tær, hvør einsæris, gera
nakað fyri at minka um CO2
útlátið við at hava skift nærum
alla elektriska útgerð út í
húsinum, og tí nakað “fyri”
umhvørvið – sum var tað ein
altyvirskuggandi yvirpersónur.
Feitt, tit báðar, men hetta er
altso ikki ein møguleiki hjá
flest húsarhaldum, við tað at
tey ikki kunna dúva uppá eina
skattafíggjaða pensjónsskipan
og løn, sum sigur spar tvey til
okkum deyðiligu – fyri síðani
at kompensera teirra mangul
uppá útlát heima við hús við
nøkrum flogferðum ella seks!
Ó
ansæð, og aftur til Climate
gate, tí sum við øllum
øðrum hendingum, sum ikki
klemma umhvørvisprædikuna
hjá lokala høvuðsprestinum ytst
úti á vinstravonginum, hann
sjálvur, fremsti profeturin hjá
skjótt veðurlagsklokkandi
Jógvani Fríðrikssyni, hevur ikki
nakað nevnisvert, um yvirhøvur
nakað, verið at frætt frá okkara
ryggleysu og litaðu fjølmiðlum
um hesa mest tíðindaríku gølu,
sum ístaðin má liva sítt lív á
alnótini, har hon hinvegin hevur
fingið veingir.
Bara tríggjar dagar inn í
COP15 fóðraði Elin W. Poul
sen, umboðandi Kvf, sum ein
liður í hennara troyttandi
progpaganda – og enn einaferð
heilt ókritiskt og uttan nakra
redaktionella linju – okkum við
eini nýligari útsøgn frá ráðstevn
uni, ið avdúkar, at heimurin er
heitari nú (enn nakrantíð fyrr
síðani 1860). Men tølini, um
frøkun Poulsen bara tímdi at
nákanna hevdanina, eru gomul
og langtsíðani afturvíst vegna
óbrúkiligar mátingar. Ikki tí,
sum óáhugað í hinari síðuni, ið
húsar ein vaksandi og avgerandi
part av samlaðu vísindaverðini,
er hetta óáhugavert.
T
ann mest skaðandi opin
beringin eru allir hasir
meylarnir, ið snúgva seg um,
hvussu hitafikseraðu “vísinda
fólkini” fleiri ferðir og avbera
uppfinnsamt annaðhvørt hava
masserað, lagt hald á ella
strikað próvtilfar til tess at
stuðla síni søk – hvør enn hon
mátti verið.
Ná, men her eru so nøkur
dømi, ella bestubitar:
Manipulering av prógvum:
“I’ve just completed Mike’s
Nature trick of adding in the
real temps to each series for the
last 20 years (ie from 1981
onwards) and from 1961 for
Keith’s to hide the decline.”
Privatur ivi um heimurin
veruliga er fyri eini upphiting:
“The fact is that we can’t
account for the lack of warming
at the moment and it is a
travesty that we can’t. The
CERES data published in the
August BAMS 09 supplement
on 2008 shows there should be
even more warming: but the
data are surely wrong. Our
observing system is
inadequate.”
Dyljan av próvtilfari:
“Can you delete any emails you
may have had with Keith re
AR4?
Keith will do likewise. He’s
not in at the moment – minor
family crisis.
Can you also email Gene and
get him to do the same? I don’t
have his new email address.
We will be getting Caspar to
do likewise.”
Harðskapsfantasiir ímóti
víðgitnum, men kritiskum
veðurlagsgranskara:
“Next time I see Pat Michaels
at a scientific meeting, I’ll be
tempted to beat the crap out of
him. Very tempted.”
Royndir at grýluklæða ólaga
liga sannleikan um miðaldar
liga hitaskeiðið (MWP):
“… Phil and I have recently
submitted a paper using about a
dozen NH records that fit this
category, and many of which
are available nearly 2K back—I
think that trying to adopt a
timeframe of 2K, rather than
the usual 1K, addresses a good
earlier point that Peck made w/
regard to the memo, that it
would be nice to try to
“contain” the putative “MWP”,
even if we don’t yet have a
hemispheric mean reconstruc
tion available that far back…”
A
t enda, og mest atfinningar
samt, kemur eitt longri
samskifti um hvussu teir best
kroysta “ólýdnar veðurlags
frøðingar” út úr “vísindaliga
samfelagnum”. Altso, hvussu
teir kunna skapa eitt vísindaligt
klima, har hasi, ið ikki taka
undir við antropogeniskari
alheimsupphiting, kunna
flokkast sum serlingar.
Í Keypmannahavn fara øko
fasistarnir at koma við einum
ótali av hatskum lygisøgum og
fjákutum lýsingarátøkum, har
teldugjørdar hvítabjarnir detta
av himni og eksplodera “av tí
at, ja, líkasum, mævir, tað er
líkasum sovritt, sum hendir,
hvørja ferð tú ferðast við einum
bad ass flogfari”.
Nei, verðin er ikki vorðin
heitari, men kaldari. Og vanligi
borgarin er so við og við farin
at gjøgnumskoða fanatisku
grønistarnar við teirra stór
sligna og sjálvshevjandi morali.
“Fupp”, hugsar meirilutin, sum
er farin at troyttast av einum
fisedýrum og fullvegis óbrúki
ligum økopolitikki, ið otar seg
inn á okkara borgararættindi.
Skjótt fer tað at vera eins og
hjá Føroya Tele, har tú skalt
betala “ómaksgjald” bert fyri at
hyggja inn í hasa pengahálandi
búðina. Tí tað er ikki tað, sum
ikki skal gerast nú “orsaka av
veðurlagsbroytingum”; líka frá
hægri skatti og avgjøldum til
nýtslurokningar. Men stúr ikki,
tí um ikki so leingi fer “skept
iska” áskoðanin eisini at vera
ein meirilutaáskoðan!
T
að er faktiskt óluksáliga tor
ført at taka yvirdeterminist
isku veðurlagskirkjuna í álvara,
tá ið hon so glúpskt er ímóti
einastu teknologiini, ið riggar;
einasta teknologiin, ið bumbu
sikkurt og úrslitagott kann
minka “mannaelvt útlát av
vakstarhúsgassum”. Atomorka,
sjálvandi. Og hetta, samtíðis
sum kirkjan er eins glúpskt fyri
at minka um nettupp hatta
útlátið.
Ótrúligt. Og tó, tí sært tú, fyri
veðurlagskirkjuna er hetta, at
minka um hatta vælsignaða
útlátið, einans ein máti at røkka
einum politiskum máli, hon
annars ikki hevði rokkið.
Tí er tað, sum eg so ofta havi
ført fram, at tá ið alt kemur til
alt, hava vit við eina ideolog
iska klovning at gera. Tvær
politiskar sannføringar. Sann
føringin, at mannaættin er ónd
og ússalig og dálkandi, og tí má
ráða sær og heldur venja seg
við at spenna reimina til gagns
fyri klótuna, er jú sera kon
servativ. So sera sosialistisk.
Harafturímóti er
sannføringin, at mannaættin er
góð og før fyri at finna uppá
innovativar teknologiskar
loysnir til núverandi avbjóð
ingar, av tí at menniskju natúr
liga eru produktiv – og nakað,
vit yvirhøvur ikki skula skamm
ast um – sera progressiv. So
sera liberalistisk.
E
nn er tó langt á mál áðrenn
almenni hýrurin og vísinda
ligi sannleikin sæst aftur hjá
okkara fólkavaldu lógarsmiðj
um. Enn eru ov nógv seráhuga
mál knýtt at mannaelvdari
alheimsupphiting, missurin ov
mektigur, bæði hvat pengum og
umdømi viðvíkur. Hinvegin,
máti skal eisini vera við, huvssu
leingi tú kanst trúgva uppá
jólamannin.
Men eitt eri eg so fullvísur í,
og tað er, at tað munnu vera fáir
“sýtarir”, ið verða umvendir av
at síggja træklemmandi sendi
fólk við egnum sjaføri fretlandi
aftur og fram í Keypmannahavn.
Jólamaðurin
Páskaharan
Alheimsupphiting
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo