mikudagur 9. desember 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
14
nr. 236 • 09. jan. 2009
skýggjaðir. Eg føldi tað sum at
fólki vendi sær burtur, tá ið eg
hitti onkran.
Tað var tað sama, tá farast
skuldi í býin í Havn. Tá farið varð
við bussi var bussurin bert fyri
sjúklingar. Tá vit skuldu síggja
kappróður á ólavsøku var tað
umborð á Reyða Krossi, so vit ikki
vóru millum fólkið.
Her vóru nógvar skepnir á sana
toriinum. Eg hitti ein sjúkling,
sum hevði ligið har í 20 ár. Tað
var vist sjáldsamt. Men nógv
lógu í áravís. So var tað ein 18
ára gomul gentu, sum bert lá ein
mánaða, tá doyði hon.
Ein kendur sjúklingur var
Mikkjal á Ryggi, sum fyri kortum
hevði 130 ára “føðingardag.” Eg
minnist, tá ið hann hevði yrkt ein
nýggjan sang, marsjeraði hann
aftur og fram eftir gólvinum og
las hann upp. “Hvat halda tit um
hetta?” spurdi hann.
Onkur slapp heim, hóast hann
ikki var komin heilt fyri seg. Men
so kundi henda, at hann ansaði
ikki nógv væl eftir sær og kom inn
aftur.
Tá sjúklingar vóru so leingi
innlagdir, fingu teir ymisk ítrív.
Eitt dømi var at gera øskubikar av
horni umframt nógv annað.
Eitt serligt upplivilsi var, tá
fiskimenn komu niðan í Hoydalar
at vera tuberklakannaðir. Teir
komu niðan í bussi. Fyrst varð
tikin eina blóðroynd og síðani
varð farið í røntgentólið, har
Magnussen sat. Tað kom javnan
fyri, at stórir og prúðir menn
svímaðu av sproytuni, tá teir sóu
blóðið renna úr nálini. Eina ferð
svímaðu sjey manns. Sjúkra
systrarnar vistu, hvørjir teir vóru,
sum plagdu at svíma, og tær
høvdu ein stól kláran til teirra.
Til T.F. Thomsen
Eg var heima í einar tríggjar
mánaðar eftir at eg fór frá Uttara
Handil. Hetta dámdi mær væl,
tí eg hevði arbeitt so nógv úti.
Tá ringir Tummas Thomsen frá
T.F. Thomsen og spyr, um eg
ikki kundi komið og hjálpa sær í
einar tríggjar mánaðir at avrokna
skipini. Tað kundi eg koma, um
tað bert var hálvan dag.
Georg Thomsen var stjóri. Tað
var ógvuliga áhugavert eisini.
T.F. Thomsen er jú elsta fyritøka í
landinum. Har eru fult av gomlum
skjølum og eina dagbók fyri hvørt
ár. Vit plagdu at lesa í hesum
gomlu bókum. Har vóru brøv
millum annað frá fiskakeyparum í
Spanien.
So fekk eg oljuna at avgreiða.
Thomsen fekk eisini umboðan
fyri DFDS at selja bilettir til
teirra ferðamannaskip. Eg skuldi
vera tríggjar mánaðir, men eg
bleiv 89 ár.Tað var eitt deiligt
arbeiðspláss, tí arbeiðsgevarin
var so fittur, og man føldi seg
heima har.
Sá Marité aftur
Marité var í rakstri fram til
1973 og harvið alla mína tíð í
Uttara Handli. Ì 1978 varð hon
seld til Svøríki, har hon varð
sett í upprunastand og skuldi
nýtast til at sigla við í svenska
skergarðinum.
Eg havi sæð hana eina ferð
aftur. Hetta var á Langlinje í Keyp
mannahavn til eina regattasigling.
Tá ið eg og Poul komu gangandi
segði Poul, at hasa hekkuna kenni
eg. Tá sær hann eisini, at navnið
Marité stendur á hekkuni. Hann
fór so umborð at heilsa uppá teir.
Tað fyrsta, hann segði, var, at
her luktaði ikki sum við Marite
í gomlum døgum. Nú luktaði av
parfymu. Her var alt so flott.
So fortaldi Poul, at eg hevði
arbeitt í reiðarínum hjá Marité.
Tá var einki óført við blíðskapi.
Eg fekk bókling við søguni hjá
Marité, tskjúrtur og tílíkt.
Yvirísing undir Íslandi
Poul noyddist at støðga við
arbeiðinum, sum motorpassari,
av tí at hann fekk oljueksem, og
fór tí at arbeiða í landi, meðan
hann fekk viðgerð fyri eksemið.
Hann arbeiddi millum annað sum
hjálparmaður hjá Groth Larsen,
sum var radiomekanikari og hevði
elarbeiði umborð á skipunum.
Í 1956 fóru Poul og beiggi hans
ara Anthon til Íslands at fiska við
trolaranum Ísborg av Ísafirði. Ein
beiggi hansara, Helge, kallaður
Lilleba, sigldi sum kokkur við
Sólborg, sum var eitt systirskip.
Tað var sera kalt og Ísborg varð
yvirísaður. Trolarin fór so langt
á síðuna, at aðrir sóu botnin á
honum, og teir vóru bangnir fyri
at fara runt.
Pól fortaldi, at Anthon var í
lastini, og teir máttu bara skalka til,
so hann var einsamallur har niðri
og ikki visti, hvat ið gekk fyri seg.
Men so fingu teir banka so nógv av
ísinum, at hann rætti seg aftur.
So fingu teir eitt trol um skrúv
una. Tá varð Poul heisaður niður
aftanfyri á einum bretti fyri at
skera hetta netið av. Hann kundi
eins væl verið sligin upp undir
hekkuna. Poul var altíð so djarvur.
Fóru at reka hotell
Í 1958 keyptu vit Hotel Tveraa,
sum var sum eitt vanligt hús
til støddar. Vit lyftu tað upp og
fóru at reka Hotel Tvøroyri, sum
opnaðu 27. mai 1959. Vit høvdu
um hetta mundi ein døgurða fyri
løgtings og landstýrismonnum,
sum vóru her suðuri og tóku ímóti
Leivur Øssursson, sum var bygdur
í Portugal. Vit keyptu húsið frá
Mervin og Any Dimon. Tað var
faktisk beiggi Poul, Helge, sum
var kokkur, ið vildi hava okkum
við. Hann vildi helst ikki vera
einsamallur um at reka tað. Eg
skuldi gera roknskap og tílíkt,
men tað endaði so við, at vit
keyptu tað saman.
Í 1970 byrjaðu vit at grava tað
út so hotellið gjørdist so stórt
sum tað er í dag.
Fyrstu gestirnir vóru krúnprin
sessa Margretha og Hendrik, sum
vóru á vitjan í Føroyum i 1971. Tá
varð hildin móttøka fyri teimum
á hotellinum. Tað var nokk so
stuttligt.
Tað gekk væl við hotellinum at
byrja við, men tað var ymiskt sum
gekk illa í hond.
Hotellið gav ikki nokk av sær
til at løna fleiri fólkum, tí hevði
Poul og Helgi eisini annað arbeiði
meðan vit róku hotellið. Poul var
portørur og koyrdi ambulansan
á Suðuroyar Sjúkrahúsi í 32 ár.
Harumframt koyrdi hann taxa.
Helge fekk seinast í sjeyti
árunum eina heilabløðing. Aftaná
tað var hann tíverri ikki fult
arbeiðsførur.Tað var sera hart,
men vermamman Poulina og
svigarinnan Kristianna, vóru har
hvønn dag og hjálptu til.
Jólastormurin í 1988 var eisini
eitt bakkast, og hotellið fekk
stóran stormskaða, sum vit einki
fingu fyri. Tekjan á húsinum
niðanfyri varð lyft upp í heilum
líki og feyk á hotellið.
Men so bleiv Poul so sjúkur.
Hann fekk blóðpropp. Hann plagdi
tó at halda náttarvakt. Tá eg kom
heim um hálvgum 12 tíðina av
hotellinum, fór hann til arbeiðis.
Men seinast í 1991 máttu vit
gevast við hotellinum.
Jona avbestilti Smyril
At tað bar til at gista umborð á
Smyrli, meðan hann lá á Tvøroyri,
gjørdi nógv fortreð fyri hotellið.
Hetta var fyri at sleppa fólki frá at
fara so tíðliga upp morgunin eftir.
Eina ferð, dóttirin Edna arbeiddi
umborð á Smyrli, kom
Jona Henriksen til
avgreiðsluna at bíleggja
Petur Mohr Dam við skúlaflokki. Gerda dámdi hann sera væl sum lærara
➘
Mammubeiggin Sigurd og Dorthea úr Skopun, sum endaðu í Kanada
Mammubeiggin Gunnar var bæði framúr sum fakfelagsmaður og sum menniskja