Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 236 • 09. jan. 2009 6. partur Vit endaðu seinasta partin við tí tiltikna sleipinum hjá Vestmanna av Marité heim úr Grønlandi. Men Poul var fleiri ár afturat við Vestmanna. Tað gekk eisini væl. Eg minnist, at í 1950 fortjentu teir so nógv. Teir vóru 13 túrar, og teir vóru úti í 14 dagar í senn. Veiðuna seldu teir í Hull, Grimsby og Blackpool í Englandi og í Aberdeen í Skotlandi. Men tað stóð eisini onkuntíð á hjá teimum. Tað var seint eitt kvøld i 1949 ella 1950. Tá kemur ein granni, Alma Poulsen, inn og biður meg koma oman til hana at lurta eftir Thorshavn Radio, sum tosaði við Vestmanna. Tað var týðiligt at hoyra, at teir vóru í neyð. Tað var eitt rættuligt ódnarveður, og tað skiltist, at har stóð nógv á. Aldurnar vóru sum fjøll, og brotini vóru øðilig, sum komu inn yvir skipið. Meðan tað stóð harðast á, samlaðust teir rundanum sendaran, og tá hoyrdu vit teir syngja ein sang. Eg minnist bert okkurt brot úr sanginum. Seinasta ørindi ljóðar nakað soleiðis: Ei allir komu teir aftur. Teir fylgdist lið um lið, Tí havið tók teir í sín favn. Har hvíla teir í frið. Men um hálvgum tvey tíðina um náttina, beint aftaná at teir høvdu sungið, hoyrdist knappliga einki meira til teirra. Eg var sjálvsagt bebbarædd fyri, hvat ið kundu vera hent. Um onkur kennir allan sangin vilja vit fegin frætta. Men í skýmingini, um seks tíðina kvøldið eftir, kemur róp í, at nú kemur Vestmanna inn eftir fjørðinum. Men hon var illa farin. Alt var farið av dekkinum og stýrihúsið var skeiklað. Dagin eftir fór eg út til missionerin, Clæmint Eliasen, við olmussuni, sum Poul hevði lovað at geva Tvøroyrar kirkju. um teir komu livandi burtur úr hesi neyð. Poul var ein túr við Rankanum í Hvítahavinum í 1947, hetta var beint áðrenn vit giftust. Rankin var annar trolarin, sum AT átti í og reiddi út. Hann var bygdur í 1929, og hann kom til Føroyar í 1946. Hann var eins og Leivur Øssurson roknaður at vera eitt gott keyp. Skipari var Jógvan Christiansen, Jógvan hjá Stóra Martin. Tað gekk eisini væl tey fyrstu árini. Men skjótt fingu teir somu trupulleikar, sum hinir trolararnir, sum at kolprísurin fór upp í loft. Til Uttara Handil Komið verður eitt sindur aftur til AT. Hjalgrim á Heygum var stjóri fram til 1951. Tá ið tað byrjaði at sansa at fíggjarliga, var Hjalgrím og samráddist við Føroya Banka um fígging, fyri at AT skuldi halda fram. Boðini hann fekk frá Føroya Banka vóru, at hann kundi fáa fígging, um hann einsamallur var verandi stjóri, og driftsráðið trekti seg. Men hetta gekk driftsráðið ikki við til, og tí segði hann upp. Tá gjørdist ein dani, Peter Bang, stjóri. Hann innrættaði kontórið hjá Heygum til eina íbúð, har hann og konan búðu. Handilin hjá AT gjørdist tá ein Keypssamtøka í samstarvi við FDB, danska samtakið av keypssamtøkum, og handilin varð rikin av einum øðrum dana Bak Hansen. Eg hjálpti so Keypssamtøkuni við roknskapi og tílíkum, so leingi tað vardi. Í 1955 vóru allar ognir seldar á tvingsilssølu, og tá kom Uttari Handil við Richard B.Thomsen sum eigara og soninum Henning Thomsen sum stjóri at yvirtaka allar føstu ognirnar hjá AT og skonnartina Marité. Richard B Thomsen var eisini ein kendur rithøvundur. Eg kom so at halda áfram í handlinum aftaná yvirtøkuna og kom tískil at arbeiða í bygninginum í 29 ár. Eg hevði ymiskt annað arbeiði umframt. Eg arbeiddi á kommunuskrivstovuni, og eg hevði roknskapin hjá Ranafossi, sum var eitt línuskip, bygt i Frankaríki fyrst í 1960-unum. Var eisini grannskoðari hjá kommununi og Trongisvágs Havn. Eg hevði altíð nóg mikið at gera. Eg var so í krambúðini, sum eg startaði upp fyri Henning Thomsen, umframt at hava kontórarbeiði hjá Uttara handli. Eg stóð fyri handlinum og keypti inn. Eg var har til 1967-68, tá eg gavst. Stjórin kom inn ein dag og segði: “Gerda, tað er ikki so nógv at gera nú. Eg haldi, at tú skeiðar eina av gentunum út.” Vit vóru tríggjar tá. Eg hevði biðið tær koma at arbeiða har, so eg vildi ikki siga tær úr starvi. Tískil fór eg sjálv heim. Fekk tuberklar Eg hevði eisini verið sjúk av tuberklum. Eg fekk smittuna í 1943, men tó ikki so álvarsamt, at eg mátti leggjast inn. Eg kundi tó ikki gera nakað hart arbeiði. Men í 1952 fekk eg at vita frá læknanum Villa Magnussen, at tuberklarnir høvdu spjatt seg. Um eg bíðaði tríggjar mánaðir afturat, so kundi eg ikki lekjast. Eg lá tískil á sanatoriinum í Hoydølum frá marts til november í 1952. Hetta var hart, tí eg sá ikki børnini alla hesa tíð. Pauli var so lítil, tá eg fór, at hann kendi meg ikki, tá ið eg kom aftur. Tá var møguligt at fáa veruliga viðgerð við heilivági fyri tuberklar. Tað vóru tvey sløg av heiluvági. Annað kallaðist pass. Tað sá út sum sukurlátuflykrar. Hetta skuldi svølgjast saman við vatni, men sjálvt um tað ikki smakkaði av nøkrum, gekk tað illa hjá mær at fáa tað niður. Hitt kallaðist streptonocyn, sum var eitt svenskt uppfinnilsi. Eg fekk tvær sproytur um dagin í 90 dagar, men eg toldi tað illa. Eg lætnaði 10 pund hesa tíðina. Eg misti púra matarlystin. Tá tríggir mánaðir vóru gingnir gekk tað frægari. Tað vóru bert eitt av 10.000 sjúklingum, sum ikki toldi hetta medisin segði doktor Magnussen. Øll hini fingu góðan matalyst av tí. Eg slapp heim í november. Tá var tað framvegis fólk sum ræddust tuberklar. Tað var óbehagiligt at vera innlagdur, tí sjúklingarnir føldu tað, sum vóru teir Gerda Einarsson: Fekk vitjan av Margrethu og Hendrikki Nú eru vit komin til seinasta partin av hesi væl umtóktu røðini við søguni hjá Gerdu Einarsson og hennara ætt. Tað seinasta, sum hendir á hennara yrkisleið, er, at hon saman við manninum Poul fer at reka hotell á Tvøroyri Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Táverandi krúnprinsessan Margretha var saman við Hendrik prinsi fyrstu gestir hjá Gerdu og Poul á hotellinum eftir umbyggingina. Á myndini síggjast eisini Atli Dam og Sverre Midjord. Handilin hjá T.F. Thomsen, har Gerda eisini arbeiddi ➘