Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 236 - 9. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hósdagin 10. desember kl. 16 letur ein listaframsýning hjá Absalon Absalonsen upp í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um eina framsýn­ ing við 35 akrylmálningum, har myndevnini eru sera ymisk, alt frá landsløgum, skipum og grindadrápi til abstaktar málningar. Absalon hevur áður havt sjálvstøðugar framsýningar, og hetta er aðru ferð, at hann er í Smiðjuni. Framsýningin er opin til og við mikudagin 16. des­ ember. Opið er frá kl. 10­ 19, tó sunnudagin er opið frá kl. 14­18 og mikudagin frá kl. 10­12. -red Absalon í Smiðjuni Absalon Absalonsen letur hósdagin upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kristian Vang Andlát og jarðarferðir Í sambandi við at urnan við Jákupi Thorsteinsson er komin heim, verður minningarhald í kirkjugarðs­ kapellinum í Havn leygardagin 12. des. kl. 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 9. desember. Rudolf. Teir vita einki halgimenni at navni Rólvur ella Rudolf. Navnið er komið upp í álmanakkan í 1727. Navnið er týskt, sett saman av hrodr, ið merkir heiður og wulf, ið merkir úlvur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Silvurbrúdleyp Mánadagin 7. des. hava Anna og Kári Egholm Jacobsen, Glyvrar, verið gift í 25 ár. Veitsla verður 19. des. í Bygdar­ húsinum í Leirvík fyri innbodnum. Silvurbrúdleyp Týsdagin 15. des. hava vit Kára og Abraham Løkin, Runavík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík frá kl. 18. Tey ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 221980 (Abraham) ella 272777 (Kára) áðrenn fríggjadagin 11. des. Silvurbrúdleyp Týsdagin 29. des. halda við bæði, Pálin og Henry Olsen, Rituvík okkara silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin við veitslu í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tit, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu siga frá á tlf. 219134 (Henry) ella 223534 (Pálin). Til ber eisini at senda ein teldupost: henry­o@olivant.fo ella palin.olsen@skulin.fo áðrenn 15. desember. merkisdagar Fyri 30 árum síðan, í desember 1979, tóku níggju stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Kári Poulsen, Tórshavn, Oddur Holm, Hvalba, Meinhard Petersen, Klaksvík, Jákup Frits Thomsen, Skála, Martin S. Kruse, Sørvágur, og Poul Leivsgarð, Klaksvík. Á myndini vanta: Rasmus Feilberg, Fuglafjørður, Herman K.Joensen, Oyndarfjørður, og Erland Olsen, Rituvík. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980 Fyri 30 árum síðan: Skipsførarar í 1979