Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 9. desember 2009 21 Í dag, 9. desember, eru 100 ár liðin síðan Føroya Fólka­ háskúli, sum var stovnaður í 1899, varð fluttur frá Føgrulíð á Borðoynni til Havnar og tikin í nýtslu. Skúlin varð bókstaviliga fluttur. Bygningurin í Føgru­ líð varð tikin niður og settur upp á Frælsinum, har Háskúlin er í dag. Tað vóru teir báðir Rasmus Rasmus­ sen og Símun av Skarði, sum settu skúlan á stovn fyri 110 árum síðan. Í blaðnum Tingakrossi 15. desember 1909 er ein tíðindastubbi um Háskúlan. Har stendur m.a. at hóast tað var ódnarveður hósdagin 9. desember vóru umleið hundrað fólk møtt til hátíðarhaldið, tá skúlin alment varð tikin í nýtslu. Aftan á at tey høvdu sungið sangin “Tá alfagra land mítt” helt Símun av Skarði røðu, har hann m.a. segði, at endamálið við skúlanum var at skapa eitt rætt ryggrað í Føroya ungdómi, so hann kann verða sjálvbjargin í huga og verki. Aðrir sum hildu røðu vóru Rasmus Rasmussen fyri háskúlan, Andrias Evensen, prestur, Jákup Dahl, realskúlalærari og Jóannes bóndi. Hátíðar­ haldið endaði við einum sjeyfaldum hurrárópi fyri, at skúlin mátti virka væl og leingi. Síðan 1988 hevur Rói Pat­ ursson verið skúlastjóri á Føroya Fólkaháskúla. -red Háskúlin 100 ár í Havn Myndin her er á permuni á 90-ára minnisritinum, sum kom út í 1989. Húsini, sum vórðu flutt úr Føgrulíð, eru til høgru á myndini Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði settu skúlan á stovn í 1889 Háskúlin í Føgrulíð Tá skúlin varð fluttur til Havnar, vóru tvær læraraíbúðir bygdar báðumegin skúlabygningin Lýsing í Tingakrossi mikudagin 8. desember 1909 nøvn