Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 9. desember 2009 Í steypakappingini verður brak ið millum Tjaldur og Stjørnuna longu í hálv­ finaluna, men longu undan dystinum er rok, tí Tjaldur noktar at spæla fyri jól Við at áseta fyrru hálvfinaluna í steypa kappingini hjá kvinnum til 19. desember hevur HSF ikki fylgt teim um reglum, sum eru ásettar fyri Coca Cola-kappingina. Tað er greiða niðurstøðan hjá Tjald ri, sum nú hóttir við als ikki at møta upp til nakra hálvfinalu. Í skrivi til Hondbóltssammbandið hevur formaðurin í Tjaldri boðað frá, at ein samtykt íá limafundi ásetur, at fyrru hálvfinalurnar skulu spælast annað jólakvøld, og at hendan sam- tyktin eisini er staðfest av Kapp ing- ar nevndini í skrivi tann 6. desember. - Hondbóltsfelagið Tjaldur skal herv ið boða frá, at felagið ikki spælir nakr an dyst 19.12.09 í Coca-Cola- kap p ingini. Um fyrri dysturin ikki ver ð ur spældur 26.12.09, sum var samtykt á limafundi, fara vit at heita á HSF, um at halda seg til Coca-Cola Cup forskriftirnar, sum eru at lesa á heimasíðuni hjá HSF, stendur í teldu brævinum, sum Eivind Jacob- sen, formaður hjá Tjaldri, hevur sent HSF. Meistararnir úr Hoyvík eru aftur partur av FM­ dysti­ num. Sigurin móti Kynd li ber við sær, at H71 nú bert er eitt stig frá finalu plássi­ num Hóast tað enn er langt eftir á mál í dystinum um finaluplássini í hond- bólts kappingini, so var dysturin í gjár ein serstakliga týðandi uppgerð á vegnum. Sum meistarar hevur H71 sjálv- sagt mál um, at teir aftur hesa ferð skulu verða partur av FM-finaluni, men úrtøkan hevur ikki staðið heilt mát við vónirnar. Og sum avleiðing av hesum valdi annar av venjarunum fyri stuttum at taka seg úr sessinum. Hjá Kyndli hevur tað í sínum lag held ur ikki gingið heilt eftir vild, men tapið hjá StÍf sunnudagin bar við sær, at báðir partar í gjár kundu ota seg heilt fram í oddastríðið aftur. Lág leikferð Tí var spenningurin undan dystinum týskvøldið øgiligur, men tað var ikki í øllum brøgdum, at hetta sást aftur á vøllinum. Spenningurin var støðugt stórur, tí munurin á máltalvuni var somikið lítil, men intensiteturin og leikferðin hava mangan verið hægri í dystum millum Kyndil og H71. Hiemaliðið byrjaði betur, men eftir fyrsta lítla korterið tóku hoy vík- ing arnir yvir. Teir otaðu seg framum, og uttan at talan nakran tíð gjørdist um veruligt stórspæl, so hildu teir Kyndil aftan fyri seg restina av dysti- num. Við sigrinum er H71 nú av álvara komið aftur á slóðina, nú munurin upp til StÍF á øðrum plássi bert er tað eina stigið. Hinvegin er munurin niðureftir held ur ikki tann stóri. VÍF, sum er á aftas ta plássinum hevur seks stig, og tí er talan framvegis um støðu, har hvør einstakur dystur hevur mest sum óhugnaligan týdning fyri í øllum førum fimm av teimum seks liðunum í deildini. Kyndil­H71 21­22 (10­11): H71 aftur í finalustríðið jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Rok um hálvfinalur Kyndil-H71 21-22 (10-11) 10 min: 4-4 20 min: 7-7 40 min: 14-16 50 min: 16-17 Málskjúttar Kyndil: Høgni Klein 7, Josef Abrahamsen 4, Janus Einar Sørensen 3, Bárður Johannesen 2, Hans Áki Dal- Christiansen 2(1), Rúni Johansen 1, Høgni Klein- Olsen 1, Julian Johnsson 1 H71: Janus Sørensen 7, Poul Kjartan Dam 5, Dánjal Tórgarð 4, Hans Kári Hansen 2, Gunnar Bláberg 1, Bárður Brimvík 1, Rúni Højgaard 1, Rógvi Sørensen 1 Brotskøst: Kyndil 1, H71 2 Útvísingar: Kyndil 1, H71 4 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason. FAKTA Hondbóltur Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 9 7 - 0 - 2 290 244 46 14 2 StÍF 9 5 - 0 - 4 248 252 -4 10 3 H71 9 4 - 1 - 4 226 225 1 9 4 Kyndil 9 4 - 0 - 5 230 245 -15 8 5 KÍF 9 3 - 1 - 5 219 251 -32 7 6 VÍF 9 3 - 0 - 6 264 260 4 6 Gunnar Bláberg úr H71 hevur her eitt sera gott tak á Bárði Johannesen úr Kyndli. Tá avtornaði var H71 eisini omaná, soleiðis at teir framvegis eru sera væl við í stríðnum um finalupláss Mynd: Álvur Haraldsen