Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 9. desember 2009 – Nr. 236 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Campbell til United Enska The Sun skrivar í dag, at Manchester United helst fer at skriva sáttmála við 35 ára gamla Sol Campbell. Campbell, sum hevur eina fortíð í Tottenham, Arsenal og Portsmouth, skrivaði í summar undir sáttmála við Notts County, men fáar vikur seinni segði spælarin sjálvur sáttmálan upp. Nú er semja gjørd við felagið, soleiðis at Campbell er leysur maður, og tað skal hava fingið Alex Ferguson at venda sær til roynda verjuspælaran, nú ensku meistararnir hava stórar trupulleikar í verjupartinum. Har hava skaðar nevnliga við sær, at hvørki Rio Ferdinand, Nemanja Vidic, Wes Brosn, Gary Neville, Honny Evans ella John O’Shea eru tøkir. Føroyingar kunnu stuðla brøðratjóðum Noreg og Svøríki fara saman at bjóða sær til at verða vertir fyri EM-endaspælinum í fótbólti í 2016. Og nú býðst høvið hjá øllum føroyskum internetsbrúkarum at stuðla norðurlendsku brøðratjóðunum, Noregi og Svøríki í royndunum at gerast vertstjóðir fyri EM-endaspælinum í 2016. Hetta kann gerast við at fara inn á heimasíðuna www. supportthebid.com - longu nú hava næstan 6.000 internetsbrúkarar víst sín stuðul til Svøríki og Noreg. Tað verður eisini stutt og lætt hjá føroyingum at ferðast til EM-endaspælið í 2016, um Noreg og Svøríki verða vertir tá. Juventus var á odda, men nervarnir spældu teim­ um eitt puss, tá Bayern München vann stór sig­ ur í Torino, og í bólki B eydnaðist tað CSKA Mosvka at sníkja seg fram um týsku meistaranar úr Wolfs burg Týska stórfelagið var í trongum skóm undan dystinum. Men sum tað sømir seg einum týskum liði, so reistist Bayern, tá mest stóð á. Trezeguet hevði annars lagt Juvent us á odda, soleiðis at teir stevn du móti knockout-partinum av Champions League, men so setti Bayern ferð á. Juventus líktist ikki longur einum stórfelag, eftir at Hans Jörg Butt, mál verjin hjá Bayern! hevði javnað til 1-1 við brotssparki. Óttin fyri eini fiasko køvdi mest sum alt initiativ hjá Gomlu damuni, og í seinna hálv- leiki sat Bayern fullkomuliga á dysti- num. Og við málum frá Olic, Gomez og Tymoschuk fekk Bayern staðfest við stórum bókstavum, at teir fram- vegis eru eitt felag, sum roknast skal við. Heitur Owen Í bólki B lá tað mesta til høgrabeinið hjá Wolfsburg, sum á heimavølli kun di spæla seg víðari við sigri á ein um Manchester United í B-u pp- still ing, nú ensku meistararnir longu hava spælt seg víðari. Hetta eydnaðist tó ikki hjá Wolfs- burg, og tað var einamest einum manni fyri at takka. Spurnartekinini kring Michael Owen vóru annars fleiri, tá hann í summar gjørdi av at fara úr niðurflutta Newcastle til Man chester United, men við trimum mál um í gjár prógvaði hann, at mál- skógvarnir eru um at verða heitir. Og tá CSKA Moskva so samstundis tók øll stigini við sær úr útidystinum móti Besiktas, vann russiska liðið seg víðari úr bólkaspælinum. Dystir mikukvøldið Bólkur E Liverpool-Fiorentina Lyon Debrecen Bólkur F Dynamo Kiev-Barcelona Inter-Rubin Kazan Bólkur G Sevilla-Rangers VfB Stuttgart-Unirea Urziceni Bólkur H Olympiakos-Arsenal Standard Liege-AZ Alkmaar Úrslit týskvøldið Bólkur A Juventus-Bayern München 1-4 Maccabi Haifa-Bordeaux 0-1 Bólkur B Besiktas-CSKA Moskva 1-2 VfL Wolfsburg-Manchester United 1-3 Bólkur C FC Zürich-AC Milan 1-1 Marseille-Real Madrid 1-3 Bólkur D Atlético Madrid-Porto 0-3 Chelsea-Apoel Nicosia 2-2 Støðan í bólkaspælinum Bólkur A v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Bordeaux 6 5 - 1 - 0 9 2 7 16 2 Bayern München 6 3 - 1 - 2 9 5 4 10 3 Juventus 6 2 - 2 - 2 4 7 -3 8 4 Maccabi Haifa 6 0 - 0 - 6 0 8 -8 0 Bólkur B v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Manchester Utd. 6 4 - 1 - 1 11 6 5 13 2 CSKA Moskva 6 3 - 1 - 2 10 10 0 10 3 VfL Wolfsburg 6 2 - 1 - 3 9 8 1 7 4 Besiktas 6 1 - 1 - 4 3 8 -5 4 Bólkur C v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Real Madrid 6 4 - 1 - 1 15 7 8 13 2 AC Milan 6 2 - 3 - 1 8 7 1 9 3 Marseille 6 2 - 1 - 3 10 10 0 7 4 FC Zürich 6 1 - 1 - 4 5 14 -9 4 Bólkur D v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Chelsea 6 4 - 2 - 0 11 4 7 14 2 FC Porto 6 4 - 0 - 2 8 3 5 12 3 Atlético Madrid 6 0 - 3 - 3 3 12 -9 3 4 Apoel Nicosia 6 0 - 3 - 3 4 7 -3 3 Bólkur E v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Fiorentina 5 4 - 0 - 1 12 6 6 12 2 Lyon 5 3 - 1 - 1 8 3 5 10 3 Liverpool 5 2 - 1 - 2 4 5 -1 7 4 Debrecen 5 0 - 0 - 5 5 15 -10 0 Bólkur F v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Barcelona 5 2 - 2 - 1 5 2 3 8 2 Rubin Kazan 5 1 - 3 - 1 4 5 -1 6 3 Inter 5 1 - 3 - 1 5 6 -1 6 4 Dynamo Kiev 5 1 - 2 - 2 6 7 -1 5 Bólkur G v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sevilla 5 3 - 1 - 1 10 4 6 10 2 Unirea Urziceni 5 2 - 2 - 1 7 5 2 8 3 Stuttgart 5 1 - 3 - 1 6 6 0 6 4 Rangers 5 0 - 2 - 3 4 12 -8 2 Gamla daman heilkiksaði Fakta um Champions League David Trezeguet var maðurin, sum skeyt Juventus upp á 1-0, men saman við liðfeløgunum kundi hann bara iðra seg, tá Juventus eftir eitt vánaligt avrik mátti leggja rygg til størsta europiska tapið í søgu felagsins Mynd: Polfoto/AP jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk