Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 236 - 9. desember 2009 Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 17.15 Í sendingini er samrøða við Jørgen Thygesen frá Berner, Jan Brixen frá KJ Hydraulik og við Vilhelm F. Jakobesen frá Tórshavnar Kommunu. bilar Jørgen Thygesen, ið fyrstu ferð kom til Føroyar sum ferð andi sølumaður fyri Ber­ ner í 1982 og sein ni búsettist her, flyt ur fyrst í komandi ári heim aftur til Dan­ mark ar at búgva Flyting Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Jørgen Thygesen, ella Berner- maðurin, sum hann eisini verður nevndur, byrj- aði hjá Berner í Danmark sum sølumaður í 1980. Tvey ár seinni kom hann til Før oyar fyrstu ferð og vitjaði bil- og maskin verk- stað ir kring landið. Hetta gjørdi hann tvær ferðir um árið fyrstu árini, til hann bú settist í Føroyum í 1992. Tað sum hann selur mest av til bil- og masikverkstaðir eru brúksting sum t.d. skrúv ur, skivur, borir, sagir og aðra útgerð umframt el- og hondamboð. Berner er ein altjóða fyritøka, sum varð stovnað í Künzelsau í Týsk landi av Albert Berner í 1957, og er framvegis ein familjufyritøka. Í 1994 stovnar Jørgen Thyge sen heilsøluna Sp/f DAFA, har hann umboðar ymisk ar danskar fyritøkur við klædnavørum, stivlum og skóm. Hann hevur so statt koyrt kring landið sum ferðandi sølumaður fyri bæði Berner og Dafa. Eftir at hava búð fast í Føroyum í 17 ár, hevur Jørg en nú gjørt av at flyta aft ur til Danmarkar at búg- va. Tann 1. desember yvir- tók Geir Wardum í Havn heilsøluna Dafa, og Jørgen hevur sagt upp hjá Berner til 1. januar eftir næstan 30 ár í starvi. Síðst í januar flyta hann og konan Oda, sum er føroysk, til Dan- markar at búgva. Tey hava keypt hús í Fredericia. Tey hava tó ikki slept Føroyum endaliga. Jørgen hevur enn umboð fyri onkrar skógvar og stivlar, sum hann fram- vegis kemur at selja her. Reinhaldið hjá Tórs­ havn ar Kommunu hev ur fingið eina tøkni liga framkomna el driv na trillibøru, sum bæði kann bakka og vippa Nógv hevur seinastu tíðina verið gjørt burturúr el bil- um. Herfyri royndarkoyrdu vit ein elbil hjá Lendis- deild ini hjá Tórshavnar Kommunu, og nú hevur Rein haldið hjá kommununi fing ið eina eldrivna trilli- børu. Talan er um eina italska Zal lys Dumper Jet við trim- um hjólum, tveimum framm an og einum aftan. Trilli børan er sum ein lítil dump ari. Hon er væl út gjørd og kann bæði bakka og vippa, eins og lykil skal til fyri at seta hana í gongd. Zal lys verksmiðjan, sum KJ Hydraulik ið umboðar, gera annars nógv ymisk sløg av el-flutningstólum. Vilhelm F. Jakobsen, sum dag liga koyrir trillibøruna, sig ur, at hon er til stóra hjálp hjá honum til at rudda kring um í býnum. Nógva staðni eru brekkur, og tað kann vera tungt at ganga við eini vanligari trillibøru við fullari last. Av tí at hend an er el-drivin, er hon sera løtt at arbeiða við og at hand fara. Dumper Jet, sum lastar upp til 400 kg, hevur ein 24V elmotor og koyrir við eini ferð upp á 5 km/t. Ein slík el-trillibøra kostar um leið 30.000 krónur, alt eft ir hvat útgerð hon hevur. Jørmund Olsen, formaður í Reinhaldinum hjá kom- mu nu ni, sigur, at hóast hend an Zallys Dumper Jet kost ar umleiðr tríggjar ferð ir so nógv sum ein van- lig arbeiðstrillibøra, er het- ta ein góð íløga. Hendan fyrs ta, ið er keypt sum ein roynd, vísir seg at lætta væl um í dagliga arbeiðinum. Býur in er stórur og tað er langt um at fara. mg Jan Brixen frá KJ-Hydraulik og Vilhelm F. Jakobsen frá Tórshavnar kommunu við eldrivnu trillibøruni Mynd: Álvur Haraldsen Lykilin til trillibøruna - takk! SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Jørgen Thygesen hevur sagt upp hjá Berner og flytur aftur til Danmarkar at búgva Mynd: Jens Kristian Vang Berner-maðurin flytur til Damarkar