Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Nr. 236 - 9. desember 2009 Stríggið ella ógjørligt er at fáa javnvág í fíggjarløg­ tingslóg landsins. Fyribils úttalilsi siga eitt hall uppá 800 mió kr, onkur 1 mia. kr. Hetta eru stór tøl í mun til samlaðu ætlan landsins. So kann ein spyrja, um ikki ber til bert at minka útreiðslurnar við hesari upphædd, so javnvág fæst í, men hetta gongur sjálv­ sagt ikki, tí tað eru ávísar grundleggjandi uppgávur hjá landskassanum, ið ikki kunnu steðgast! Men tað eru summar uppgávur, ið politikarar skilja øðrvísi enn tað, fólkið vil! Mær tykir, at tað grund­ leggjandi hjá okkara fólka­ valdu er, at allar uppgávur í høvuðsstaðnum ikki mugu skerjast ella minkast. Væl veit eg, at í høvuðsstaðnum eru rættuliga týðandi upp­ gávur, ið viðvíkja okkum øllum. Skal í hesum føri bert nevna sjúkrahúsverkið. Men við at lurta nærri eftir politikarunum, so tykir mær, at tað eru tær nógvu atkvøðurnar í høvuðsstaðn­ um, ið telja mest! Um vit hugsa okkum tvey ung pør, ið ætla at setast í búgv, og at bæði finna sítt arbeiðspláss í Havn: Annað parið keypir sær hús í Tórshavn ella nær­ hendis, meðan hitt parið setir seg í búgv í Skopun. Hetta seinna er helst ættað úr Sandoynni, og ynskir tí at búgva her. Tað er bíligari at byggja her, serliga orsaka av grundstykkja­ prísi, og verandi ferðaætlan hjá strandferðsluni ger hetta møguligt. Flestu staðni norðanfyri ber til at koyra til havnar til ar­ beiðis, men úr Sandoynni mást tú sigla­í hesum føri við Teistanum. Sama er sjálvsagt eisini galdandi fyri einlig ung fólk. Ábøtur verða eftir um­ støðum alla tíðina gjørdar í ferðamøguleikunum. Brúgvar og tunnlar, bæði undir og á verða og eru gjørdir. Seinasta átakið er, at Ritan skal røkja rutuna til Fugloy og Svínoy. Alt gott um tað, um henda loysn er nøktandi. Tá Nólsoy missir Rituna, so er ætlanin at seta Ternuna í hesa rutu, men hetta reisir ein nýggjan fíggjarligan trupulleika, tí Ternan sum størri skip krevur at hava fleiri starvsfólk sambært vaktarskipanina, so nú fær strandferðslan ein nýggjan fíggjarligan spurning at taka sær av, samstundis sum stovnurin skal spara vegna væntandi javnvág í fíggjarløgtingslóg landsins. Hvat gera vit nú? Jú vit skerja túratalið hjá Teistan­ um, og so spara vit fólk á einari vakt og seta hesi umborð á Ternuna!. So kostar hesin parturin ikki nakað eyka. Sjálvt um kostnaðurin til skipanina hjá Teistanum sum sjúkra­ bátur kemur at vera umleið einar 4 tímar eyka um samdøgurið. Vit í Sandoynni sita eftir við svartaperi. Svínoy/ Fugloy saman við Nólsoy fáa eftir umstøðunum hóskandi ferðasamband. Við at fækka túrarnar til Sandoynna koma fleiri av yngru fólkunum ikki at kunna røkja arbeiði í Havn, og partvís aðrastaðni, og sítt heim í Sandoynni! So flyt, annahvørt til Havnar ella av landinum! Eg ivist ikki í, at politik­ arar hava trupulleikar av fáa fíggjarstøðu landsins at hanga saman, men ofrið ikki Sandoynna, og latið Teistan hava núverandi ferðatúratal! Tit góvu okkum henda møguleika fyri nøkrum árum síðan. Fólk hava tikið av hesum tilboðið og búsett seg í Sandoynni. Slítið ikki framtíðina hjá Sandoynni upp við rót! Skulu vit minka fólkatalið í Sandoynni burtur í lítið og einki? Eyðun Mohr VidErø Bara rentan av at fíggja eina milliard í undirskoti, fer at kosta føroyskum skattgjaldarum einar 50 milliónir krónur um árið, og kortini skjýtur Tjóðveldi upp at lækka inntøkurnar uppaftur meira. Meðan stríðst verður við at fáa ta fíggjarligu kabal­ ina at ganga upp, og meðan úrslitið enn stendur á eini heilari milliard (1.000 milliónum krónum) í undirskoti, kemur Tjóð­ veldi, sum ketta upp úr høvdatrogi, og skjýtur upp, at avtaka blokkstuðulin. Hetta er tann reini ørskapur! Í eini útvarpssamrøðu við annað av fíggjarnevnd­ arumboðunum hjá Tjóð­ veldi fingu vit ta afturvend­ andi søguna: Blokkurin fyllir so lítið í búskapinum, og høvuðsorsøkin til bygn­ aðarligu trupulleikarnar er, at vit ikki taka ábyrgd av samfelagnum, og høvuðs­ orsøkin til at vit ikki taka ábyrgd av samfelagnum er blokkurin. Soleiðis fáa tey vent tingunum somikið á høvdið, at eftir stendur, at tað er ábyrgdarleyst ikki at tveita restina av blokk­ stuðlinum á vestfallið. Hava tey slettis ikki skilt, hvussu álvarsom støðan er? Beinleiðis ósatt Í áðurnevndu útvarpssam­ røðu varð sagt: ”Vit skóru blokkin fyri átta árum síð­ ani við einum triðingi og búskapurin vaks beinan­ vegin...”. Hetta er fyri tað fyrsta beinleiðis ósatt. Búskapur­ in vaks ikki beinanvegin eftir at blokkstuðulin lækk­ aði, og hví skuldi hann tað? Hvussu kann ein niðurskurður í blokkstuðli­ num seta ferð á búskapin? Men so kundi eg eisini hugsað mær at spurt, hvussu Tjóðveldi kann siga, at blokkstuðulin fyllir so lítið í føroyska búskapi­ num, men samtíðis siga tey, at búskapurin vaks beinanvegin, tá blokk­ stuðulin minkaði? Um Tjóðveldi heldur, at búskapurin vaks, tí at blokkstuðulin minkaði, so hongur tað ikki saman við pástandinum um, at blokkstuðulin hevur lítið at týða í búskapinum. Hetta eru leysir pástand­ ir, sum verða slongdir út til Føroya fólk. Gjald fyri vald Tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini kalla blok­ kin ”gjald fyri vald”. Eg má spyrja, hvat tað er fyri vald, sum tey tosa um? Vit kunnu gera Føroyar til fullveldi ella yvirtaka málsøki, tá vit sjálvi hava hug til tað. Vit hava buktina og báðar end­ arnar (tað vil siga alt vald­ ið), og kortini pástanda tjóðveldisumboðini, at danir vilja gjalda eina milliard um ári fyri eitt vald, sum teir ikki hava. Blokkurin fíggjaði fullveldisundirskotið Heldur enn at lækka blokk­ stuðulin uppaftur meira, vil eg mæla Tjóðveldinum til at fara í holt við at gera tær tillagingarnar, sum áttu at verið gjørdar í 2002, tá tey seinast lækkaðu blokk­ stuðulin. Tey reypa um, at avlopið frá 1998 til 2003 var 2,6 milliardir krónur, men tey gloyma at siga, hvussu stórt avlopið var tey ein­ støku árini. Tað fellir nevni­ liga í eyguni, at av teimum 2,6 milliardunum stava heilar 2,4 milliardir frá fýra teimum frystu árunum (áðrenn blokkstuðulin lækkaði), og bara 0,2 millardir frá 2002 og 2003 (aftaná blokkniðurskurðin). Eisini gloyma tey at siga, at við í avlopinum á 2,6 milliardir krónur, eru 5,1 milliard í blokkstuðli, sum fullveldislandsstýrið fekk sendandi úr danska ríkis­ kassanum á hvørjum ári. Uttan hesar pengarnar var talan um eitt samlað undir­ skot á 2,5 milliardir krónur ­ í góðum tíðum! – Tað er ikki at standa á egnum beinum! Álvaratos Tjóðveldi !!! løgtingsmaður hElgi AbrAhAMsEn Einaferð var tað ein prest­ ur, ið hevði ein pappageyk, sum var tiltikin fyri at lýsa vælsignilsir. Ein sjómaður ­ sum búði í somu bygd, sum presturin ­ hevði eisini ein pappageyk, men hans­ ara lýsti eiðir og forbannils­ ir tann líðilanga dag. Tá presturin fekk at vita, hvussu vorðið var, bjóðaði hann sjómanninum at fáa loyvi til at seta sín pappa­ geyk í búrið saman við hansara, tí so kundi hann leggja banniorðini av og fara at lýsa vælsignilsir. Men hvat hendi? Eftir fáum døgum bannaðu báðar líka illa. Hetta rann mær í hug, nú eg skrivi ­ og havi skrivað ­ um tað ólukkuligu høgrasnaring­ ina, sum serliga Javnaðar­ flokkurin hevur verið fyri, eftir at hava verið í fólka­ flokspappageykabúrinum í nøkur ár. Onkur vælsign­ ilsir flóta ­ sum valagn ­ enn út gjøgnum munnin á javnaðarmonnunum, men tá munurin millum prak­ tiskan politikk millum nevndu báar flokkar skal síggjast, tá mugu bæði sjóneykur og special­ kirugar til fyri at hóma frábrigdi. Teir eru vorðnir eins og siamesiskir tví­ burðar, og tessvegna er neyðugt at taka eina uppgerð við teir, ið svikið hava, og at seta neyðugar kirugar at operera teir frá hvørjum øðrum, soleiðis at Javnaðarflokkurin aftur finnur sítt upprunaliga støðið. Og eins og burtur­ vilsti sonurin, sum eisini var farin av leið og var endaður millum svínini, gekk í seg sjálvan og vendi heim aftur, tí tá vil eisini stórt gildi verða hildið millum tey mongu, ið svikin hava verið og enn eru, um teir burturvilstu koma heimaftur og fara til verka fjøldini at frama. Spurningurin er um virðir. Ikki um eyðræning av fólkinum, sum vit hava sæð tey mongu síðstu árini, og sum hevur koyrt allan Heimin av sporinium og fólkið í armóð og arbeiðs­ loysi. Helararnir eru sjálv­ andi líka sekir, sum rænar­ arnir. Og Javnaðarflokkur­ in varð hvørki stovnaður fyri at vera rænari ella helari, men verja hjá van­ liga fólkinum, serliga teimum veiku og teimum, ið liva á lívsins skugga­ síðu. Hetta má aftur í hásæti og boyggjast í lýsandi neon, so ein og hvør kann síggja gamla stavnhaldið, sum tá aftur er vorðið nýtt. Fólkapensión­ in ­ sum var og er ein av teim stóru varðunum í Javnaðarfloksins søgu ­ stendur nú fyri skotum. So um tit ikki kunnu koma til fornuft ­ hvat Guð má for­ bjóða ­ so skjóti eg hervið upp, at tit lóggeva pensións­ aldurin frá 67 til 90 ár, tí so hava tit loyst tykkara stóra borgarliga pensións­ trupulleika, og fólkið kann so við eitt komandi val sleppa av við tykkum sum trupulleika og kann síðani stovna nýggja verju. Tí øll kunnu lata seg keypa. Bárður hevði sitið sum løgmaður í dag, um hann ikki hevði latið seg keypa. So tað eru ikki bert javnaðarmenn, sum eru til sølu, tíðanverri. Men har eru hóast alt fleiri men. Midas kongur ynskti, at hann kundi fáa ta megi, at alt, hann rørdi við, bleiv til gull, og hann fekk hesa megi. Men eftir at hava rørt við blómurnar og síðani sína elskaða dóttur, sá hann tær ræðuligi avleiðingarnar, tað fekk. Blómurnar og dótturin høvdu lívsins virðir. Gullið var deytt. Ein onnur søga sigur um skip, ið lendi á oydnari oyggj langt burturi frá øllum. Manningin fór í land, og teir funnu skjótt út av, at ovmikið av gulli kundi gravast úr jørðini, og teir gróvu og gróvu og gróvu, so gulldungarnir vuksu. Men veturin kom, og tá komu teir eftir, at teir høvdu forsømt at velta jørðina og skaffa vetrar­ føði, og sostatt lótu teir lív í gulldungunum. Og hóast tað verður sungið: Vit á gullgøtum...... sum um........... Góðu javnaðarfólk! Valið stendur ímillum at halda áfram sum narrar í stríðn­ um fyri einum fólkafloks­ paradísi ella at gerast socialistiskir stríðsmenn í einum góðum demokratisk­ um Føroyum við frælsi, javna og brøðralagi. Velja tit tað síðstnevnda, so eru mong at samstarva og gera stjórn saman við í fleiri av hinum flokkunum. Tí nóg onnur í øðrum flokkum vilja eisini eitt GOTT DEMOKRATISK FØR­ OYAR við frælsi, javna og brøðralagi. Sjálvandi. Narrar í fólkafloksparadísinum ella sosialistiskir stríðsmenn? dAgfinnur dAnbjørg viðmerkingar