Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 Fiskiveiðiavtala við russar Meðan tað gongst heldur striltið hjá føroyingum og russum at semjast um fiskiveiðiavtalu fyri 2010, hava grønlendingar ikki somu trupulleikar við russum. Í síðstu viku samdust embætismenn úr Grønlandi og Russlandi um eina avtalu, sum í høvuðsheitum gevur grønlendingum meiri tosk í Barentshavinum og russum meiri kongafisk í grønlendskum sjógvi. Partarnir siga, at avtalan hevur stóran týdning fyri londini, og grønlendska landsstýrið sigur, at avtalan við russar er góð. Hon skal nú leggjast fyri Landstingið til góðkenningar. Sálmasangløta í Vestmanna Í kvøld klokkan 20verður skipað fyri sálmasangløtu í Vestmanna kirkju. Skráin er eitt sindur broytt í mun til, hvat hon var upprunaliga, men hon er framvegis rættiliga áhugaverd. Tey, ið syngja sálmar, verða hesi: Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen, Jensia Højgaard Dam, Unn Patursson, Stanley Samuelsen, Katrina Petersen og Uni Arge. Tað eru prestarnir í Norðstreymoy, sum skipa fyri. Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Í morgun tekur Faroe Pela­ gic í Kollafirði ímóti fyrstu lastini, síðan hálendingar saman við JFK í Klaksvík gjørdu sáttmála við Eik Banka um at leiga virkið. Tað er Fagraberg, sum er komin aftur av svartkjafta­ túri. Skipið leggur umleið 300 tons upp í Kollafirði. Tá avtalan um leigumálið millum hálendska felagið og JFK øðrumegin og Eik Banka hinumegin varð und­ irskrivað, varð sagt, at umleið 20 fólk koma at arbeiða á virkinum – í tveimum vaktum. Saman við maskinfólki, skrivstovufólki og leiðslu fáa umleið 50 fólk arbeiði á virkinum. Í dag er so fyrsti arbeiðs­ dagur á virkinum undir nýggjum navni og nýggjari leiðslu. Fagraberg hevur roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi. Hetta er tíðin, tá svartkjafturin plagar at taka seg uppaftur sunnanfyri, men líkindini at royna hava ikki verið nakað serlig. Norðborg roynir eisini um somu leið sunnanfyri. Stóran týdning Hanus Hansen hjá JFK­ Troli, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri føroysku luttøkuna í virkseminum, sum nú er farið í gongd í Kollafirði, fegnast um, at gongd nú er komin á. ­ Ein av mínum uppgávum verður at fáa pelagsk skip at landa til matna í Kolla­ firði, sigur hann. Nógv kjak tók seg upp, tá landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum, Jacob Vester­ gaard, gjørdi av at býta føroysku svartkjaftakvotuna millum skipini og feløgini, sum veiða svartkjaft. ­ Vit kunnu altíð kjakast um hetta býtið – hvør kanska hevur fingið ov nógv, og hvør møguliga hev­ ur fingið ov lítið. Soleiðis vil tað altíð vera, og sjáldan eru øll nøgd, tá onkur sker ígjøgnum, sum í hesum førinum. Hanus Hansen ivast tó onga løtu í, at hevði før­ oyska svartkjaftakvotan ikki verið býtt millum feløg og skip, men framhaldandi verið felagskvota, høvdu Føroyar sum samfelag fing­ ið munandi minni burtur úr kvotuni. ­ Nú fara tey feløg, sum eiga kvotuna, sjálvandi at royna at fáa sum mest burt­ ur úr henni, og tað er ikki minst avgerandi fyri Føroy­ ar, at svartjafturin, sum er minkaður so nógv í nøgd, fær eitt størri virði, heldur Hanus Hansen, reiðari. Mettur prísur Anfinn Olsen, reiðari á Fagrabergi, var staddur uttanlands, tá vit høvdu hann í telefonini í morgun. Hann sigur, at Fagraberg hendan túrin hevur roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi. ­ Hetta er tíðin, tá svart­ kjafturin plagar at taka seg uppaftur sunnanfyri, men higartil hevur viðrað illa. Anfinn vísir á, at Fagra­ berg hendan túrin hevur stívliga 300 tons av svart­ kjafti. ­ Vit hava ikki avtalað nakran endaligan prís enn, men kunnu vit fáa meira fyri veiðina við at landa hana til matna enn til ídnað, fara vit sjálvandi at gera tað, tá hetta er møguligt, sigur hann. Reiðarin á Fagrabergi sigur, at nú fáa partarnir at síggja, hvussu svartkjafturin er til dygdar, og síðan verður tosað um prísin. Tá vit høvdu hann í tele­ fonini í morgun, dugdi hann ikki at siga, um øll veiðan verður løgd upp í Kollafirði – ella, um ein partur møgu­ liga fer til Fuglafjarðar, har Havsbrún keypir hana til rávøru í síni fóðurfram­ leiðslu. ­ Tað veldst um dygdina, nú lastin hjá Fagrabergi verður landað, leggur hann aftrat. Anfinn Olsen sigur seg tó vóna, at meginparturin av veiðini hjá skipinum verður fryst í Kollafirði. Faroe Pelagic heilfrystir fiskin, sum virkið keypir. Á virkinum eru maskinur til flakaframleiðslu, men í fyrstu syfti er ætlanin at heilfrysta fiskin til matna, Nú er gongd komin á aftur í Kollafirði Høgni Hansen (mynd) plagar at føra pelagiska skipið Fagraberg, men hendan túrin var Øssur Hentze á brúnni. Fagraberg royndi hendan túrin sunnarlaga í føroyskum sjógvi Faroe Pelagic hevur í morgun tikið ímóti teirri fyrstu lastini og skipið, sum land­ar í morgun, er Fagra­ berg, sum hend­an túrin hevur roynt sunnarlaga í føroyskum sjógvi Fyrsta lastin verður í dag løgd upp til Faroe Pelagic í Kollafirði, og eini 20 fólk í tveimum vaktum fáa arbeiði