Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 236 - 9. desember 2009 Kvinna fyri Kennedy Alt bendir á, at ein kvinna kemur í amerikanska Senatið fyri demokratiska senatorin Edward Kennedy, sum doyði fyrr í ár. Í gjár var undanval í statinum Massachusetts, sum Edward Kennedy umboðaði, og har fekk demokratiska valevnið Martha Coakley flestar atkvøður. Tað avgerandi valumfarið verður í januar, men eygleiðarar siga, at tað er lítil og eingin ivi um, at Martha Coakley fer at vinna á republikanska avbjóðaranum tá. Hon fær tó als ikki ta støðu í Senatinum, sum Edward Kenndey hevði, skrivar AP. Bjálving er loysnin Ein nýggj frágreiðing, sum Altjóða Orkustovnurin IEA hevur gjørt, men sum ikki er almannakunngjørd enn, kemur til ta niðurstøðu, at tann besti hátturin at skerja CO2-útlátið er at bjálva hús og bygningar munandi betur enn nú. Tí er umráðandi, at vit brúka meiri og betri bjálving, fleiri lágorkuvindeygu og onnur tiltøk, sum kunnu forða fyri, at ov nógvur hiti fer til spillis. Tað skrivar Politiken í dag. Danski granskarin Jens Laustsen tekur undir við sjónarmiðinum hjá IEA. Hann sigur við Politiken, at betri bjálving kann gera so stóran mun, at tað skal takast í størsta álvara. Smyril Line bjóðar áhugavert og avbjóðandi arbeiði sum souschefur í ein um al tjóða um- hvørvi. Vit vænta, at tú: · ert kreativur, lagaligur og hevur ábyrgdarkenslu · hevur hug og evni at arbeiða saman við øðrum · kanst arbeiða sjálvstøðugt · ert fl eksibul og hevur gott sinnalag · ert útlærdru gastronomiskur kokkur Vit bjóða: · eitt spennandi og krevj andi starv á einum stór um og fjølbroyttum arbeiðs plássi · góðar umstøður og gott arbeiðsumhvørvið · góðar møguleikar fyri per són ligari og fakligari menn ing · arbeið og frítíð í lut fall inum 1 til 1 Setanarviðurskifti Starvið verður lønt í samráð við Chef Manager. Starvið verður sett skjót ast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta. Umsóknir og CV skulu send ast við telduposti til hesa tilskrift innan mánadag 30. desember: chef.manager@norrona.fo Tel. 344850 / 344835 Søkt verður eftir souschefi til gall una umborð á Norrönu at byrja 1. februar 2010. SOUSCHEFUR TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skriv - stovum í Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Danmark. Um framt egnar skriv- stov ur, hev ur felagið eisini aðal sølu- umboð í Bretlandi, Beligu, Frak landi, Hollandi, Italiu, Pó landi og Svøríki. Smyril Line hevur eisini tætt samstarv við samstarvs felagar í megin part - inum av evrop eiska megin land inum og rest ini av út heiminum. SMYRIL LINE · YVIRI VIÐ STROND 1 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.FO sum skipini leggja upp í Kollafirði. 11 mans Manningin á Fagrabergi liggur millum um 11 mans hvønn túrin. Skipari hendan túrin var Øssur Hentze, sum er ættaður av Kambsdali, men býr í Fuglafirði. Skipari við Fagrabergi er annars Høgni Hansen, sum býr í Oyndarfirði. Hann var eisini umborð á skipinum í morgum, tá myndamaður okkara var fram við og tók nakrar myndir av hesi fyrstu last- ini, sum nú verður løgd upp til nýggja felagið, ið fer at reka pelagiska virkið í Kollafirði. i á virkinum. Saman við maskinfólki og øðrum verður arbeiði til umleið 50 fólk á virkinum - Eg ivist onga løtu í, at hevði føroyska svartkjaftakvotan ikki verið býtt millum feløg og skip, men framhaldandi verið felagskvota, høvdu Føroyar sum samfelag fingið munandi minni burtur úr kvotuni, sigur Hanus Hansen, reiðari. Myndin er tikin niður í lastina á Fagrabergi, sum hevur góð 300 tons av svartkjafti Hesa vikuna hava nøkur skip landað í Klaksvík, og á landing­ armiðstøðini hava tey soleiðis landað trol­, línu­og snellufisk Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin landaðu partrol- ararnir Smaragd og Safir í Klaksvík. Teir høvdu 120.000 pund av upsa. Trolbáturin Varðin og snelluskipið Havsbrún land- aðu eisini í Klaksvík mána- dagin. Varðin hevði umleið 10.000 pund og Havsbrún umleið 15.000 pund. Í dag kemur Ågot av Íslandsrygginum við 30.000 pundum av línufiski. Ein stórur partur av veiðini er toskur, og nakað er eisini av svartkalva. Á landingarmiðstøðini í Klaksvík siga tey, at snellu- skipið Báran hevur boðað frá landing í morgin, og teir hava umleið 12.000 pund av upsa. Smaragd og Safir landað í Klaksvík