hósdagur 6. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nú hevur Bókadeild
Føroya Lærarafelags
aftur sent tríggjar
bøkur til prentingar.
Og nú eru bøkurnar
liðugt prentaðar og
klárar at geva út. Ikki
bert bøkur eru á
skránni hjá Bókadeild
Føroya Lærarafelags
hesuferð - eisini eitt
føroyskt telduforrit
til børn er komið út á
marknaðin
ÚTGÁVUR
Ingrid Bjarnastein
– Hetta er eitt serstakt
høvið, sigur Niels Jákup
Thomsen, leiðari á Bóka-
deild Føroya Lærarafelags.
–
Bókadeild
Føroya
Lærarafelgs gevur út nógv-
ar bøkur um árið, men
hesuferð er talan um bøkur,
sum allar eru uppruna før-
oyskar.
Barnabøkurnar eru tvær
og eisini er ein endurminn-
ing.
Bókin Leiku liva – tá
ongin sær kann kallast ein
føroysk útgáva av Walt
Disney
filminum
Toy
Story. Hetta er fyrsta av
tveimum
bókum,
sum
ætlananin er at geva út, og
kemur onnur bókin helst út
til várs. Liss J. Hansen
hevur
skrivað
bókina.
Leikur gera alt møguligt tá
ongin sær, og er tað hetta,
sum bókin snýr seg um. Tá
menniskju eru tilstaðar
liggja tær deyðar, sum
leikur jú eiga at gera.
Leikurnar
byggja
luft-
kastellur, liva av sólstrálum
og
drekka
hvørvisaft.
Torkil, sum er nevndur í
bókini, er sonur Liss.
Søgan Leikur liva – tá
ongin sær er bygd á søgur,
sum hon hevur fortalt
Torkil tá hann var yngri.
Eisini hevur Torkil tveir
stórar beiggjar og hava teir
eisini fingið pláss í bókini
Kuffertfiskurin
Bókina hevur Brynhild
Andreassen skrivað. Hon er
um 2 kuffertfiskar, sum
sjálvandi liva í sjónum.
Kuffi, sum vanliga svimur
runt í Suðurhøvum, verður
sendur á ferð til Føroyar, í tí
sambandi, at hann skal
bjarga kuffertfiskaættini. Í
Føroyum
møtir
Kuffi
Havlisu...
– Eg havi einaferð fyrr
týtt eina norska bók til før-
oyskt, sigur Astrid Andres-
sen, rithøvundurin.
– Tá fann eg útav, at tað
var minst líka nógv arbeiði
at týða eina bók sum at
skriva eina. Og eisini tá tú
skrivar eina bók, noyðist tú
at vera trúgvur ímóti tekst-
inum. Ikki ber til at sita og
finna uppá ymiskt, um tú
heldur okkurt manglar.
Handritið um Kuffa og
hini hevur ligið í eini skuffu
í langa tíð. Tá bókin upp-
runaliga skuldi koma út fyri
nøkrum árum síðani, fekk
Astrid kaldar føtur, men nú
er bókin útgivin, og er hon
ein annaðleiðis og spenn-
andi barnabók.
Elin Mortensen hevur
skrivað endurminningar um
heimbygdina
Tvøroyri.
Barnabókarithøvundirnir
geva teirra fyrstu bók út,
meðan hetta er 5. bókin
Elin Mortensen gevur út.
Nógvar gamlar myndir
prýða bókina, sum lýsir
tíðina tá Elin var ung.
Men er tað ikki ringt at
minnast so langt aftur í
tíðina?
– Nei, tað er tað ikki,
sigur Elin Mortensen.
– Nærum øll familjan
hevur eitt gott minni, og
fyrr varð tosað nógv við
børn. Mamma plagdi at for-
telja søgur og tú hevði ikki
so nógv rundan um teg tá,
sum órógvaði.
Teldutøkningur og
bókstavir
Teldutøkningurin Andrias
Hammer hevur gjørt eitt
telduforrit til børn undir
skúlaaldri. Hetta er ein
fløga, ið skal læra barnið
bókstavirnar við hjálp av
orðum, myndi, teksti, spæli
og filmum.
Fløgan inniheldur 29
bókstavsfilmir, 29 spøl, 29
myndir og nakrir smærri
filmar eru eisini við.
Hetta er vælegnað at
brúka í barnagarðinum,
heima ella á forskúla. Eis-
ini kann tað verða ein hjálp,
um barnið hevur ringt við
at læra seg bókstavirnar.
Barnabøkurnar
hevur
Spf. Hestprent umbrotið og
prentað,
meðan
Einars
Prent hevur umbrotið og
prentað endurminningarnar
av Tvøroyri. Allar bøkurnar
og fløgan fáast nú til keyps
kring landið.
Bókadeild Føroya Lærarafelags:
Bøkur til øll
Frá v. niðast Andrias Hammer, Brynhild
Andreassen, Liss J. Hansen og Elin Mortensen. Frá
v. ovast Astrid Mac Donald og Kristina Tausen, ið
hava myndaprýtt bøkurnar um Kuffa og leikurnar
Mynd: Jens Kr. Vang
2
Nr. 236 - 6. desember 2001
Nr. 236 - 6. desember 2001
3
Sunnukvøldið kom-
andi verður nýggja
rútmiska kórverkið
hjá Jóhan Mortensen
“Jólaboðskapurin”
frumframført í Fríð-
rikskirkjuni á Toftum
KÓRKONSERT
Tíðindaskriv
Konsertin verður rættiliga
fjølbroytt. Skúlakórið í
framhaldsdeildini í Runa-
vík fer at leggja fyri við
sínari skrá. Í hesum kórin-
um, sum nú hevur nøkur ár
á baki, eru í ár einir 30-35
sangarar – bæði gentur og
dreingir. Nakrir av sang-
arunum, ið sungu við í fjør,
men nú eru farnir úr skúl-
anum, fara eisini at syngja
við. Eitt stórt gentukór,
mannað við einum 60 - 70
gentum úr skúlunum á
Glyvrum og í Runavík, fer
at framføra yndisliga “Ave
verum” hjá Mozart. Aftan á
tey fer Manskórið á Skála-
fjørðinum at syngja nakrar
sangir. Manskórið hevur øll
hesi síðstu árini sungið til
jólakonsert í Fríðrikskirkj-
uni og á tann hátt sett sín
serstaka dám á tíðina undan
jólum.
Eftir eina stutta andakt
verður nýggja jólakórverk-
ið hjá Jóhan Mortensen
“Jólaboðskapurin” fram-
ført. Verkið, sum er eitt
sindur meira rútmiskt enn
tey undanfarnu, er í fimm
satsum. Teksturin í verk-
inum verður prentaður á
baksíðuna
á
konsert-
skránni. Eitt stórt blandað
kór við einum 60 - 70
sangarum fer at leggja fyri.
Tey eru við í fyrsta, øðrum,
triðja og fimta satsi. Í
øðrum satsi fer Marita
Joensen eisini at syngja
solo. Í fjórða satsi, tá eingl-
arnir syngja fyri hirðunum
úti á markini, fer gentu-
kórið í skúlanum á Glyvr-
um mannað við einum 40 -
50 gentum at syngja.
Endasatsurin er ein hal-
leluja-satsur.
Sum vant verður fylgi-
spælstónleikur aftur við
kórsanginum. Kórið fer
kortini at syngja við síni
egnu styrki - uttan mikro-
fonir. Teir fýra, ið manna
fylgispælsbólkin, eru kend-
ir og royndir tónleikarar her
á landi. Í onkrum pørtum
verða floytur eisini at
hoyra.
Konsertin verður í Fríð-
rikskirkjuni sunnukvøldið
klokkan 20:30
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum, sum mintust meg
á 70 ára degnum.
Ein serlig tøkk til børn og svigarbørn við familju.
Heilsan
Jona Gudmundsen
Sandavági
Nýtt føroyskt kórverk
í Fríðrikskirkjuni
Tøkk, Gud fyri kirkju tína,
bygd á hesum vakra stað;
vit nú aftur vilja trína
inn um kirkjugátt í dag;
lat nú orð títt til oss ljóða
við tess kraft og halgu ond,
tú oss higar hevur bjóðað,
rætt oss hevur kærleiks hond.
Kirkju tína her á Eiði
fegnast vit í stórum um,
orð títt okkum vegin greiði,
náðar evangelium,
hevur ljóðað her í øldir,
prædika og sálmasong,
sungið hava mannafjøldir,
gjøgnum árini so mong.
Lov og tøkk vit Gudi siga,
fyri skírn og altarborð;
og vit vilja øll her biðja
teg at signa halga orð,
tað sum ber oss boð um náði,
undurfull og dýrabar,
prís og tøkk Gud faðir fái,
sum her niður til oss sær.
Signa Gud nú hendan dagin,
nú vit aftur savnast her;
hoyra um hin halga staðin,
sum tú oss til reiðar ger.
Gev at orð títt greitt her ljóðar
til hvønn syndabundnan træl;
at tú Gud oss øllum bjóðar
inn í halga himnasal.
Fedrarnir her hava funnið
troyst, og sælan hjartafrið,
tí at Jesus hevur vunnið
teimum fyrigeving, grið;
eisini vit honum prísa,
fyri hansar sáttargerð
og at hann vil okkum hýsa,
har sum hann jú sjálvur er.
Kirkjuklokkan okkum kallar
her til halgan náðifund;
Gud, tú sónar syndir allar,
gevur frið í sál og lund;
einaferð er skeiðið runnið,
foldarlívið liðugt er,
hevur tú tá Jesus funnið?
So tað móti himni ber.
Eiðis kirkja
120 ár 18. september
Kjartan Stakk-
sund hevur yrkt
henda sang í
sambandi við at
Eiðis kirkja aftur
varð tikin í
nýtslu 1. sunnu-
dag í advent,
eftir at hon er
umvæld
Sunnukvøldið verður nýggja rútmiska kórverkið hjá Jóhan Mortensen, Jólaboðskapurin,
frumframført í Fríðrikskirkjuni á Toftum
C
M
Y
K
3
2