Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 236 - 6. desember 2001 Nr. 236 - 6. desember 2001 5 Oljufeløgini, sum leita eftir olju undir Føroyum, hava nú riggað av fyri veturin og tilbúgvingarút- gerðin er farin í land aftur á Tvøroyri VETRARDVALI Áki Bertholdsen Oljufeløgini, sum leita eftir olju undir Føroyum, eru nú farin í vetrardvala og hesa vikuna hava tey riggað av. Tað hevur ført eitt sindur av virksemi við sær ymsa- staðni í Føroyum, eisini á Tvøroyri, har tilbúgvingar- miðstøðin er. Týsdagin var hjálpar- skipið í frálandsvinnuni, Stril Safety, á Tvøroyri og skipaði tilbúgvingarútgerð upp. Stril Safety hevur ligið til reiðar úti á oljuleiðunum við tilbúgvingarútgerð, skuldi eitt óhapp hent, sum kravdi, at olja varð tikin upp av sjónum. Nú er útgerðin so aftur løgd á goymsluna hjá OSR- Før- oyar (Oil Spill Response), á Tvøroyri. OSR er felagið hjá Paula Einarsson á Tvøroyri, sum hevur fingið sáttmálan við tey fýra samtøkuni, sum leita eftir olju undir Føroy- um um at tilbúgving. Tvs, at OSR skal vera til reiðar við útgerð at basa eini oljudálking, skuldi eitt óhapp hent. Síðani í summar hevur OSR havt útgerð umborð á hjálparskipinum Stril Safe- ty, sum hevur ligið við pallarnar, til reiðar at tikið upp, skuldi olja likið á sjógv. Nú skal útgerðin goymast á Tvøroyri, til farið verður aftur undir boringarnar, væntandi næsta summar. Og tá kemur so aftur eitt skip á Tvøroyri eftir út- gerðini og leggur seg hjá boripallinum úti á leiðun- um. Tá verður tað Agip, sum fer at leita eftir olju undir Føroyum. OSR ikki í dvala Hóast útgerðin nú er løgd á goymslu fyri veturin, merk- ir tað ikki, at arbeiðið hjá OSR liggur stilt. Í næstum fær OSR til- búgvarútgerð, sum skal umborð á Brimil. Tað er útgerð, sum Brimil skal hava til at basa møguligari oljudálking undir landi, um eitt óhapp skuldi hent, sum førir slíka dálking við sær, sum Vaktar- og Bjarging- artænastan hevur ábyrgdina av. Spurningurin er, um út- gerðin verður sett upp um- borð á Brimli, so at hon altíð er tøk. Men er tað ikki pláss til at hava útgerðina standandi umborð á Brimli og at hon tískil fer at forða manningini í arbeiðnum annars, er ætlanin at rigga til, so at útgerðin kann standa á landi, men at hon kann fáast umborð og setast á dekkið í eini knappari vending. Talan er m.a. um útgerð, sum sýgur olju upp av sjó- num. Annars fær OSR eisini í næstu framtíð eisini tveir treylarar við ymsari útgerð, sum verður sett upp á plássum í landinum, har tað er skjótt at koma eftir henni. Annar treylarin skal setast í Runavík og hin antin í Havn ella í Klaks- vík. Frammanundan stend- ur ein treylari á Tvøroyri. Hetta eru treylarir, sum eru pakkaðir við útgerð, og sum skjótt kunnu koyra á staðið, um oljudálking tek- ur seg upp framvið landi, ella inni á firðum. Somuleiðis er ætlanin at halda skeið fyri fólki kring landið í at brúka útgerðina. Men annars er tað tað van- liga arbeiði at halda at røkja útgerðina, sum veturin skal brúkast til. Farin í dvala fyri veturin Arbeiðsbáturin er hentur at hava umborð. Tað er hann, sum togar oljusperringar upp á pláss í einum boga rundanum eina oljudálking. Nú verður hann settur undir tak á Tvøroyri Týsdagin var Stril Safety á Tvøroyri og skipaði tilbúgvingarútgerð upp. Honm verður nú løgd á goymslu hjá OSR- Føroyum á Tvøroyri, har hon verður goymd, til leitingin undir Føroyum verður tikin upp aftur næsta ár. Tað er umráðandi, at jólamaturin verður borðreiddur kókandi heitur, og restirnar skulu setast í kulda- skáp sum skjótast MATGERÐ Stefan í Skorini Heilsufrøðiliga Starvsstov- an hevur gjørt eina leið- beining, ið hevur til enda- máls at bjarga fólki undan búkilsku av bakteriu. Mælt verður til at vera sera varin. Jólarættirnir skulu borðreiðast kókandi heitir, og maturin skal set- ast í kuldaskápið beint sum liðugt er at eta. Hesi eru boðini, um tú vilt sleppa undan búkilsku vegna bakteriu. Um jóltíðir verður nógv gjørt burturúr matgerðini, og maturin er við til at skapa hugna og samanhald. Tað er tó skjótt, at maturin verður fongdur við alskyns bakterium, sum kunnu spilla jólahugnan. Hitið matin Tað er umráðandi, at ein rættur, ið skal borðreiðast lunkaður, verður hitaður væl ígjøgnum, og hann skal borðreiðast kókandi heitur. Hetta ger, at sjúkuelvandi bakteriur verður dripnar. Um maturin skal hitast uppaftur dagin eftir er um- ráðandi, at hann er settur í kuldaskáp, beint sum mál- tíðin er liðug. Tá maturin verður borðreiddur aðru ferð, skal hann hitast væl ígjøgnum enn einaferð. Heitir rættir eiga bert at verða upphitaðir aftur eina ferð. Allar matrestir skulu goymast í kuldaskápi við 5 hitastig ella lægri. Allar matvørur, ið spillast lætt, eiga at verða goymd í kuldaskápi við mesta lagi fimm hitastig. Nærum ong- ar bakteriur nørast við 5 hitastig ella lægri. Ruddið kuldaskápið Umráðandi er eisini, at maturin ikki liggur ov tætt í kuldaskápinum, tí so verð- ur ov lítið av luft millum vørurnar, og hitin kann tí- skil hækka. Fyrireiking til jóla kann vera at rudda kuldaskápið, so gott pláss verður til vørurnar. Tær matvørurnar, ið ikki tørva kuldaskápshita, kunnu set- ast aðrastaðni. Tað er harumframt eisini týdningarmikið, at ráur matur ikki kemur í sam- band við lidnan mat, so bakteriur ikki spjaðast á tann hátt. Best er at gera ein rætt í senn og at vaska hendur, brettir, íløt, knívar og onnur amboð hvørja ferð skift verður ímillum tey ymsu matsløgini. Soleiðis slepst undan at spjaða bakteriur millum teir ymsu rættirnar. Verið varin við jólamatgerðini Borgarstjórin Jan Christiansen mælir foreldrum at børn- um, ið ikki fáa ansing vegna verkfallið hjá pedagogunum, um at rinda brúkaragjaldið sum vant. Hann sigur, at seks tær størstu kommunurnar fara at taka hetta málið upp á fundi og vónandi finna tær eina felags niðurstøðu VERKFALL Stefan í Skorini – Eg vil heita á foreldur, sum ikki fáa børnini ans- aði, um at gjalda brúkara- gjaldið til dagstovnin fyri fyrst, sigur Jan Christians- en, borgarstjóri í Hann. Hann vísir á, at tað kann fáa stak óhepnar fylgjur, sum vit ikki kenna, um foreldur gera sum teimum lystir. Jan Christiansen hevði tí dámt best, um for- eldur bíðaðu eftir niður- støðuni frá Kommunusam- skipan Føroya, áðrenn tey taka málið í egnar hendur. Tann 13. desember fer Kommunusamskipan Før- oyar, sum er felagið hjá seks teimum størstu komm- ununum í Føroyum, at um- røða júst hetta málið á stýr- isfundi, og tær ætla at gera eina felags niðurstøðu. Jan Christiansen vil ikki siga nakað um, hvørja nið- urstøðu kommunurnar væntandi koma fram til, tí tað er nakað tíðliga at úttala seg um tað enn. – Um kommunurnar finna ein ójavna og koma fram til, at foreldur ikki eiga at gjalda, so verður ein eftirregulering gjørd, sum verður líka fyri øll. Tí er best um foreldur gjalda sum vant og bíða eftir okk- ara niðurstøðu, sigur Jan Christiansen. Órímiligt Borgarstjórin heldur tó, at foreldur ikki eiga gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa. Hann vil tó ikki binda seg at geva foreldrum nakað lyfti. Hann tekur undir við, at núverandi støða er heldur órímilig hjá foreldrum, ið missa arbeiðsløn og mugu lata barnagentum løn fyri at ansa sínum egnu børnum, ið ikki sleppa í dagstovnin, tí tey hava verið í hesi støðu ov leingi. Alt meðan tey samstundis skulu gjalda brúkaragjaldið til barna- garðin, sum tey ikki brúka. Lønarhækkingin hjá pedagogunum tað fyrsta árið verður 5% við aftur- virkandi kraft aftur til 1. mars, og foreldur skulu eis- ini vera við at gjalda hesa lønarhækkan. Borgarstjórin í Havn vísir staðiliga aftur, at kommun- urnar royna at draga sam- ráðingarnar út og harvið fáa eitt drúgt verkfall fyri peningaliga vinningin. Borgarstjórin vil heldur hava ein enda á verkfallin- um sum skjótast. Býráðið sparir í dag góð- ar 100.000 krónur um dag- in, meðan pedagogarnir ikki eru til arbeiðis. Út- meldingarnar frá samráð- ingunum benda tó á, at ein semja verður funnin skjótt. Bankin mælir til at gjalda Fleiri foreldur hava steðgað gjaldinum til dagstovnarn- ar, so leingi eingin ansing verður veitt. Tey bíða eftir, hvussu leingi verkfallið varir, og taka síðani støðu til, hvussu nógv tey skulu lata barnagarðinum. Fleiri, ið hava spurt í bankanum, hvussu tey skulu bera seg at við hes- um, hava fingið tey ráð, at tey skulu halda fram við at gjalda, tí tað kann koma teimum aftur um brekku, um tey ikki lata dagstovn- inum brúkaragjaldið. Føroyar Kommunufelag fer at hava fund fríggjadag- in. Hóast málið um brúk- aragjaldið ikki er á skránni, so fara borgarstjórarnir óiv- að at kjakast um hetta. Carita Bjørklund, for- maður í Føroya Pedagog- felag, hevur fyrr sagt við blaðið, at foreldur ikki eiga at gjalda fyri ta tíðina, pedagogarnir hava verið í verkfallið, og Bjørn á Heygum, advokatur, sigur, at foreldur hava góða orsøk at seta spurnaðartekin við, um tey eiga at gjalda fyri nakað, tey ikki fáa. Mælir foreldrum til at gjalda sum vant Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, heitir á foreldur um at lata dagstovnunum brúkaragjald- ið, hóast hesir eru stongdir vegna. Hann mælir foreldrum til at bíða eftir niðurstøðu frá Komm- unusamskipan Føroya, sum ætlar at gera eitt felags útspæl C M Y K 5 4