hósdagur 6. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 236 - 6. desember 2001
Nr. 236 - 6. desember 2001
7
Spurningurin um,
hvørt veiði- og fiski-
loyvi skulu skattast,
er sera ógreiður.
Løgmaður svarar
fyrispurningi á tingi,
og landsstýrismað-
urin við fíggjar-
málum leggur
broytingaruppskot til
skattalógina fyri
tingið. Men ivin
tykist kortini ikki
avgreiddur
FISKILOYVI
Edvard Joensen
Fiskiloyvi
kunnu
ikki
seljast, men tað er einki
forboð í móti at flyta tey
millum skip ella persónar í
móti gjaldi.
Men tann vinningur, sum
fingin verður úr hesum
flutningi skal ikki skattast,
hevur Toll- og Skattaráðið
tikið avgerð um. Og so
hevur landsstýrismaðurin
lagt uppskot fyri tingið um,
at tað skal hann kortini.
Men tað er í stríð við lóg-
ina um vinnuliga fiskiskap,
sigur tingmaður, sum heftir
seg við, at í teirri lógini
stendur, at fiskiloyvini eru
ogn Føroya fólks. Og tað
ber ikki til at skatta ein
reiðara av pengum, sum
landskassin eigur.
Her er einki, sum :
»greier seg i sjøen...«.
Løgmaður svarar
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, hevur svarað fyri-
spurningi, sum Vilhelm
Johannesen, løgtingsmað-
ur, hevur sett honum um
skatting av veiði- og fiski-
loyvum, sum seld verða
milum skip ella reiðarí.
Løgmaður sigur í svari
sínum ongastaðni nakað
um sølu yvirhøvur. Hin-
vegin tosar hann fleiri
ferðir um flyting av loyvum
millum loyvishavarar. Hann
sigur millum annað soleiðis
í svarinum:
»Sambært verandi sið-
venju merkir hetta, at veiði-
loyvi og fiskiloyvi við til-
hoyrandi rættindum (fiski-
døgum ella kvotum) verða
flutt. Fiskimálastýrið er í
samband við flytingar av
veiðiloyvum vorðið kunn-
ugt við, at hann, sum hevur
flutt veiðiloyvi, hevur flutt
tað í móti gjaldi. Tað sæst
ikki vera forboð ímóti hes-
um í lógini.«
Víðari sigur løgmaður í
svarinum til Vilhelm Jo-
hannesen soleiðis:
»Samanumtikið kann tí
sigast, at fiskiloyvir kunnu
ikki seljast, men at veiði-
loyvi og tilhoyrandi rætt-
indi sambært § 8 í lógini
(um vinnuliga fiskiskap
blðm.) kunnu flytast. Um
flytingin av veiðiloyvi og
rættindum verður gjørd
móti gjaldi, kann Fiski-
málastýrið ikki forða fyri
hesum«.
Vilhelm ónøgdur
Vilhelm Johannesn, løg-
tingsmaður, sum setti løg-
manni fyrispurningin, er
ikki nøgdur við tað, sum
løgmaður svarar.
Hann vísir á, at tað er í
stríð við lógina um vinnu-
liga fiskiskap frá 1994, at
tað skal bera til at selja, ella
sum løgmaður sigur, flyta í
móti gjaldi, loyvi til at gera
nýtslu av ogn Føroya fólks.
Tí tað er júst tað, fiskurin
er, stendur í lógini um
vinnuliga fiskiskap.
Har stendur soleiðis:
»Livandi
tilfeingið
á
føroysku landleiðunum og
tey
rættindi,
føroyska
heimastýrið við samráð-
ingum hevur rokkið ella
eftir altjóða rætti eigur
uttan fyri føroysku land-
leiðirnar, eru ogn Føroys
fólks....«
Hetta
skuldi
Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, fáa
greiði á við eini dagfesting
av lógini um vinnuliga
fiskiskap. Hesar broytingar
skuldu
steðga
allari
spekulatión við veiði- og
fiskiloyvum, varð sagt.
Men hendan lógarbroyt-
ing letur bíða eftir sær,
sigur Vilhelm Johannesen.
Í staðin er tað hent, at
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður við fíggjar-
málum, er komin í tingið
við lógarbroytingum til
Skattalógina, sum skal gera
tað møguligt at skatta tann
vinning, sum fæst av at
flyta loyvi sínámilum.
Grundin til at Karsten
Hansen leggur uppskot fyri
tingið um skatting av vinn-
ingi av sølu av fiskiloyvum
er, at Toll- og Skattaráðið
hevur gjørt av, at slíkur
vinningur ikki er inntøka
og tí ikki kann skattast.
Í stríð við lógina
Uppskotini hjá Karsteni
Hansen ganga út uppá, at
veiðiloyvi og fiskiloyvi
skulu viðgerast sum onnur
rakstrargøgn. Tað vil siga á
sama hátt, sum tá skip ella
maskinur verða seld.
Seljarin skal inntøkuføra
tann pening, hann fær fyri
veiðiloyvið, sama ár, sum
selt verður.
Keyparin skal hinvegin
sleppa at draga hann frá í
rakstrinum.
Um
keypt
veðru til brúks í fleiri ár,
skal upphæddin avskrivast
yvir líka nógv ár.
Hetta uppskotið er beint í
Fíggjarnevndina, har tað nú
er til viðgerðar, sigur Vil-
helm Johannesen.
Men hann dugir ikki at
skilja, at Karsten Hansen,
landsstýrismaður er komin
við slíkum uppskoti. Tí tað
er beinleiðis í stríð við
lógina
um
vinnuligan
fiskiskap.
Hon sigur jú heilt greitt,
vísir Vilhelm Johannesen á,
at tilfeingið er ogn Føroys
fólks. Tann, sum fiskar tað,
fær sostatt vinning av
nøkrum, sum er annans
ogn. Í hesum førinum Før-
oya fólks.
– Men ta ber jú ikki til at
skatta ein reiðara av ogn hjá
øðrum. Tí er uppskotið hjá
Karsteni ikki í tráð við
galdandi lóg, vísir Vilhelm
Johannesen á.
At Toll- og Skattaráðið
ikki metir vinning av
loyvissølu sum inntøku,
kemst av, sigur Vilhelm
Johannesen,
at
Ráðið
heldur loyvini vera ogn, og
ognarskatt hava vit ikki í
Føroyum.
– Jú, tað er ogn, má eg
enn einaferð ásanna, sigur
hann. Men ogn hjá Føroya
fólki.
So alt í alt er hetta málið
so fløkt, at eingin fær skil á
tí. Hvørki embætismenn
ella
politikarar,
sigur
Vilhelm Johannesen, sum
heldur, at tað er tíð uppá, at
Jørgen Niclasen kemur við
tí fráboðaðu broytingini í
lógini um vinnuliga fiski-
skap, sum skal steðga
hesum hurlivasanum.
Frensur í fiskiloyvinum
Vilhelm Johannesen setti løgmanni
fyrispurning um sølu av fiskiloyvum. Svarið frá
løgmanni er eftir Vilhelmsa tykki líka fløkt
sum alt annað í hesum málinum
Anfinn Kallsberg, løgmaður,
hevur svarað Vilhelmi
Johannesen, løgtingsmanni,
upp á fyrispurning um sølu
av fiskiloyvum. Løgmaður
nevnir ongastaðni orðið søla,
men ásannar, at einki kann
forða fyri flutningi av veiði-
og fiskiloyvum fyri pengar
millum tveir partar
– Tað er upplagt at
brúka føroysku ull-
ina. Harða kappingin
ger, at vit mugu gera
nýggj og spennandi
klæði alla tíðina, sigur
Anna Mortensen,
annar ánarin av
nýggja handlinum
Pau í Havn
KLÆÐI
Turið Kjølbro
Seinasta
leygardag
læt
nýggi handilin Pau upp í
Dr. Jakobsensgøtu í Havn.
Tað eru tær báðar Anna
Mortensen av Tvøroyri og
Dania Danielsen úr Havn,
sum eiga og reka handilin.
Báðar eru tær útbúnar á
handarbeiðsskúla í Dan-
mark, og tað er haðani hug-
skotið at virka klæði úr før-
oyskari ull er sprottið. Fyri
trimum árum síðani byrj-
aðu tær so smátt, fyrst í
Danmark, men síðani tær
eru fluttar heim aftur, er
gongd veruliga komin í
framleiðsluna. Í eina tíð
hava vørur teirra verið seld-
ar í handlinum hjá Suður-
oyar Ullarvirki á Áarvegn-
um í Havn.
– Vit hava alla tíðina ætl-
að at stovna egnan handil.
Tað er eitt stórt lop at lata
handil upp, men vit trúgva
uppá, at tað ber til, sigur
Anna Mortensen.
Klæðini, Pau framleiðir,
eru fjølbroytt. Frakkar,
jakkar, troyggjur, húgvur,
blusur, niðurdeilar, kjólar
og
annað.
Yvirklæðini
verða framleidd úr sam-
fingnari ull frá Suðuroyar
Ullarvirki og Snælduni. Til
onnur pløgg verður nappað
ull frá Snælduni brúkt.
– Vit leggja okkum eftir
at gera design, sum hóskar
til tíðina, bæði modernað,
ótradisjónell og klassisk, og
bæði til børn, ung og eldri.
Klassisku klæðini halda vit
fast við eina tíð, summi
fella frá skjótari enn onnur,
men eg rokni ikki við, at vit
koma við nýggjari kolleksj-
ón tvær ferðir um árið. Tað
hava vit ikki orku til. Tí
koma nýggj klæði so við og
við, sigur Anna Mortensen.
Anna Mortensen býr og
arbeiðir á Tvøroyri. Hon
hevur verkstað heima, har
fólk eisini kunnu koma at
keypa. Tá ið Anna og Dania
búðu í Danmark, seldu tær
pløgg í Keypmannahavn og
Svøríki. Tær hava í umbúna
at selja pløgg uttanlands
aftur, í Noregi, Svøríki og
Danmark.
– Vit royna at hava prísin
so lágan sum til ber, soleið-
is, at ung fólk eisini kunnu
keypa.
Kappingin um at bjóða
seg fram við klædnavørum
úr føroyskari ull er hørð.
– Tað er upplagt at brúka
føroysku ullina. Fólk høvdu
ivaleyst tímað betur at selt
ullina, um tey fingu meiri
fyri hana. Málið má vera, at
øll ullin verður brúkt. Síð-
ani vit byrjaðu, eru fleiri
farin at bjóða seg fram við
vørum úr ull, og tað er bara
gleðiligt. Tess størri er av-
bjóðingin til okkum. Kapp-
ingin ger, at vit mugu gera
nýggj, spennandi klæði alla
tíðina, og tað setur stór
krøv til okkum, sigur Anna
Mortensen.
Møguliga fara Anna og
Dania at tilevna pløgg úr
øðrum tilfari enn ull í fram-
tíðini. Tær umhugsa at
brúka skinn og annað tilfar
eisini, og gongst sum tær
ætla, fer ein seymistova í
Sandvík at seyma pløggini
fyri Pau.
Nýhugsan úr føroyskari ull
Ung genta í niðurdeili og húgvu frá Pau
Mynd: Anna Katrina Højgaard
Smágenta í kjóla, frakka og
húgvu frá Pau
Mynd: Anna Katrina Højgaard
Færingernes land -
Historien om den
færøske nutids
oprindelse eftir Hans
Jacob Debes, dr. Phil,
kemur út á donskum
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Í morgin fríggjadagin gevur
granskingarforlagið Mul-
tivers í Keypmannahavn út
bókina Færingernes land –
Historien om den færøske
nutids oprindelse eftir Hans
Jacob Debes, dr. Phil. Bók-
in er skrivað á donskum til
lesarar í Norðurlondum.
Stuðlað útgávuni hava før-
oyskir og danskir grunnar
umframt føroyskt vinnulív.
Staðið fyri útgávuni í sam-
ráð við høvundin hava
søgufrøðingurin Kristian
Hvidt, dr. phil, sum í nógv
ár var arkivarur í danska
fólkatinginum, og Steen A.
Cold, skrivstovustjóri. Hes-
in var sum kunnugt fyrsti
stjórin í Norðurlandahúsin-
um í Føroyum.
Hon er ein lýsing av
sjálvsstýris- og sambands-
eyðkennum í føroyskari
mentan og politikki fram til
dagin í dag. Umframt lýsir
hon rørslur í Europa, ser-
liga í Noregi og Íslandi og
sjálvsagt Danmark eisini,
sum føroyska lagnan er heft
at.
Í bókini, sum er umleið
400 blaðsíður, eru 60
savnsmyndir úr føroyskari
søgu, og tekningar, sum
Ingálvur av Reyni hevur
gjørt. Hetta er fyrsta bókin
á øðrum máli enn føroysk-
um um høvuðstættirnar í
føroyskari samfelags- og
mentanarmenning,
sum
kemur út í Norðurlondum
síðani bókina eftir Jørgen-
Frants Jacobsen, sum kom
fyri 70 árum síðani.
Bókin verður seld í øllum
Norðurlondum. Hon verður
løgd fram á Christiansborg
miðskeiðis í hesum mánað-
inum. Leygardagin verður
framløga av bókini í Norð-
urlandahúsinum í Havn við
móttøku.
Útgevarar
og
Henrik Borberg, stjóri á
forlagnum, eru hjástødd.
Føroya søga til
norðurlendingar
Smágentur í kjóla
og troyggju frá Pau
Mynd: Anna Katrina
Højgaard
C
M
Y
K
7
6