hósdagur 6. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 236 - 6. desember 2001
Nr. 236 - 6. desember 2001
9
Føroya Tele fekk
týsdagin loyvi til at
veita sínum kundum
avsláttarskipanir.
Hetta bert Kall kunna
gjørt higartil. Tað er
nú nógv, sum bendir
á, at kappingin á
fastnetøkinum
veruliga fer at harðna
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Tað gav ilt av sær, tá ið
stjórin fyri Føroya Tele,
Andras Róin, í bløðunum í
gjár skrivaði nakrar við-
merkingar í sambandi við
tann komandi KT-vinnu-
politikkin. Tað var einamest
í sambandi við, at ein so-
kallað støðumynd var gjørd
av føroyska fjarskiftis-
marknaðinum. Kanningin
bar eisini saman við onnur
lond. Niðurstøðan av støðu-
myndini var. at serliga
GSM og fastnet í Føroyum
liggja ógvuliga ovarliga í
prísum.
Tað var í støðumyndini
fleiri ferðir víst á, at smærri
lond sum Ísland og Luks-
emburg hava rættiliga góð-
ar prísir at vísa á.
Ì sambandi við støðu-
myndina av marknaðinum,
hevur Fjarskiftiseftirlitið
eisini alment heitt á Føroya
Tele um lækka sínar prísir á
GSM-økinum.
Tað, at Føroya Tele og
Fjarskiftiseftirlitið fara upp
at táttast er tó ikki nakað
óvanligt. Hóast hetta, so
gav Fjarskiftiseftirlitið týs-
dagin Føroya Tele loyvi til
at geva avsláttur til sínar
stórkundar.
Avsláttur
Tað vakti ans, tá ið Vinnu-
málastýrið skifti veitara á
fjarskiftisøkinum frá Før-
oya Tele til Kall. Orsøkin
var einføld: Kall kundi
bjóða Vinnumálastýrinum
eitt betri tilboð enn kapp-
ingarneytarnir, Føroya Tele.
Orsøkin til hetta var, at Kall
kundi bjóða avsláttur, t.e.
ein mondgaravsláttur, har
Vinnumálastýrið, eins og
aðrir stórkundar, kundu fáa
ein avsláttur áljóðandi ein
ávísan prosentpart.
Føroya Tele hevur í
longri tíð roynt at fingið
eina avsláttarskipan, men
hetta hevur ikki eydnast
teimum. Og tó, týsmorg-
unin kundi leiðslan á
Føroya Tele fegnast um, at
teir loksnins og eftir tógvið
stríð hava fingið loyvi til at
veita sínum kundum av-
sláttur. Tað, sum talan er
um,
er
ein
sokallaða
mongdaravsláttarskipan.
Tey, sum fáa gleði av
hesum vera stóru kundarir
hjá Føroya Tele.
- Vit fara nú í næstum at
bjóða okkara stórkundum
eitt tilboð upp á eina av-
sláttarskipan. sigur Andras
Róin.
Stjórin fyri Føroya Tele
greiðir frá, at teir vórðu
noyddir at fara undir at
sundurskilja teirra rokn-
skap, og hetta er als ikki eitt
løtuverk. Tað var ikki fyrr
enn, at teir høvdu latið
Fjarskiftiseftirlitinum
henda roknskapin, at teir
fingu loyvi til eina av-
sláttarskipan.
Sum áður nevnt, so hava
Fjarskiftiseftirlitið og Før-
oya Tele eisini áður tikið
málið um avsláttarskip-
aninar upp. Hóast Føroya
Tele nú hevur fingið loyvi
til eina avsláttarskipan, so
var tað als ikki hetta, ið
fyritøkan ætlaði sær frá
byrjan av.
Føroya Tele hevur søkt
um eina avsláttarskipan,
sum eisini samenir fleiri
partar av virkseminum hjá
fyritøkuni. Hetta er nakað
tað sama sum tá ið trygg-
ingar verða savnaðar saman
í eina trygging, og tann
einstaki tryggingartakarin
fær ein avsláttur.
Hetta hevur ikki eydnast
Føroya Tele, og málið er nú
komið so langt, at tað er
kært fyri einari serligari
kærunevnd fyri Fjarskift-
iseftirlitið. Enn er eingin
avgerð komin frá nevndini.
- Vit eru sjálvandi fegnir
um at hava fingið hesa av-
sláttarskipanina, men hetta
broytir ikki tað, at vit fram-
vegis ynskja okkum hina
avsláttarskipanina eisini,
sigur Andras Róin.
Orsøkin til, at Føroya
Tele ikki hevur kunnað
fingið avsláttarskipanina
góðkenda
er,
sambært
Andras Róin, tann, at
Fjarskiftiseftirlitið
ikki
hevur mett roknskapin hjá
Føroya Tele nóg væl sund-
urskildan. Samstundis sum
tað, sambært stjóranum,
hevur verið torført at leggja
ymisku tænasturnar saman
til eitt avsláttartilboð.
Ábreiðslur
Í Sosialinum og Dimma-
lætting mikudagin stóð at
lesa
viðmerkingar
frá
Andrasi Róin. Hesar vórðu
skrivaðar í sambandi við, at
Fjarskiftiseftirlitið hevur
gjørt hesa góðu støðumynd.
Andras Róin sigur í
sínum viðmerkingum, at
tað kann tykist eitt sindur
løgið, at kanningin saman-
ber so at siga tvørtur um
mark, har fleiri feløg verða
blandaði saman til eitt.
Andras leggur afturat
sínum viðmerkingum, at
hóast eingin hevði ásett
teimum tað, so høvdu
prísirnir av sær sjálvum fari
niðureftir.
- Tað er eitt klárt aðalmál
hjá Føroya Tele at lækka
okkara prísir, og vit hava
eisini lækkað okkara prísir,
sigur Andras Róin.
Í løtuni vinnur Føroya
Tele, eins og aðrir út-
lendskir veitarar, nógvir
pengar á GSM-økinum.
- Vit hava gjørt rættiliga
stórar
íløgur
innanfyri
GSM-øki, og hetta vilja vit
sjálvandi hava innaftur, og
vit skulu helst eisini hava
ein vinning, soleiðis at vit
kunnu gera nýggjar íløgur,
sigur Andras Róin.
Eftir hvat skilst so liggja
tað rættiliga nógvar og
stórar íløgur fyri framman
hjá Føroya Tele, og tað
kann verða trupult hjá
teimum at gera hesar, um
myndugleikarnir leggja seg
so nógv út í hetta við
kappingini.
- Endamálið við kapping
er at geva kundanum betri
og bíligari tænastur. Enda-
málið við kapping er ikki at
tvinga
kapping,
sigur
Andras Róin at enda.
SEMING
Stefan í Skorini
Føroya
Pedagogfelag
øðrumegin og Fíggjar-
málastýrið og komm-
unurnar hinumegin sam-
ráddust framvegis miku-
dagin á middegi. Part-
arnir hava verið á Hotel
Hafnia
síðan
mána-
morgunin, tá semings-
menninir kallaður part-
arnar samanaftur.
Jákup í Gerðinum,
semingsmaður, segði, at
hann væntaði, at part-
arnir fóru at skriva undir
eina semju mikudagin,
tá vit høvdu hann í tele-
fonini á middegi miku-
dagin. Jákup í Gerðinum
roynir at finna semju
saman við Gloriu Kalsø.
Hann leggur tó dent á,
at semja enn ikki er
funnin.
– Tað hevur gingið
framá í smáum fetum,
men enn vantar nakað í,
segði Jákup í Gerðinum,
sum væntaði at sita
nakrar tímar afturat.
Tá allir smálutir eru
komnir uppá pláss er
bara eftir at fella semj-
una niður á pappír, sum
partarnir skulu undir-
skriva.
Vónandi kunnu vit í
blaðnum í morgin bera
fleiri tíðindi um semj-
una, sum semingsmað-
urin væntar er komin
undir land mikukvøldið.
Pedagogfelagið hevur
verið í verkfalli í meira
enn tvær vikur, og
foreldur eru farin at
ótolnast.
Føroya Tele kann
nú geva avsláttur
Vænta semju
í dag
Endamálið við kapping er at geva kundanum betri og bíligari tænastur. Endamálið við kapping er ikki at tvinga kapping, sigur
Andras Róin í sambandi við, at Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt eina støðumynd av fjarskiftismarknaðinum í Føroyum
Andras Róin og Føroya Tele kunnu nú geva teirra stórkundum tilboð um avsláttur á
fastnetøkinum. Mynd: Heri á Rógvi
Í 1992 vóru skatta-
inntøkurnar hjá Nes
kommunu komnar
uppá 16 milj. krónur.
Árið eftir gongur av
skriðuni í kommun-
uni og samfelagnum
annars, og skattainn-
tøkurnar minka nið-
ur í 10-11 milj. krón-
ur, hóast skattapro-
sentið fer úr 16,5%
uppí 23%. – Vit vóru í
dýrastu neyð, sigur
Súni í Hjøllum,
bygdarráðslimur.
KOMMUNUMÁL
Vilmund Jacobsen
Tá ið tað gongur væl, hava
vit menniskju lyndi at
halda, at tað bara fer at
ganga væl. Gongur illa, er
ilt at fáa eyga á glottarnar;
vit gerast dapurskygd og
duga illa at ímynda okkum,
at
gongdin
nakrantíð
vendir. Men søgan sigur
okkum, at soleiðis hongur
tað vanliga ikki saman.
Í aðrari grein í blaðnum í
dag vísa vit á, hvussu
gongdin í Nes kommunu
hevur verið seinastu árini; í
1993 var øskukalt, men
bert fá ár seinni byrjaði
kommunan at blóma, og í
dag er hon sera væl fyri.
Súni í Hjøllum, bygdar-
ráðslimur og formaður í
teknisku nevnd, sigur, at
kommunan sá sínar tor-
førastu dagar í nýggjari tíð í
1993.
– Inntøkurnar av komm-
unuskattinum vóru komnar
uppá 16 milj. krónur í
1992,
men
tá
ið
alt
kollapsaði í 1993, minkaðu
inntøkurnar niður í 10-11
milj. krónur, hóast skatta-
prosentið fór úr 16,5% uppí
23%. Høvdu vit ikki økt
skattaprosentið hetta árið,
høvdu inntøkurnar endað
niðri á 8 milj. krónum. Vit
vóru tískil í dýrastu neyð,
sigur hann.
Vend kom í
– Men so hvørt, sum virk-
semið í kommununi tók seg
uppaftur, fyrst og fremst
við Fiskamarknaði Føroya
og seinni, tá ið Fiskavirking
lat virkið uppaftur, vendist
gongdin. At fiskiskapurin
batnaði og gjørdist góður
árini eftir, hevði eisini
stóran týdning fyri skipini
og fiskimenninar í komm-
ununi.
Súni sigur, at sum út sær
í dag, veksa skattainn-
tøkurnar alla tíðina, og tað
er gott tekin, tá ið skatta-
prosentið hevur verið tað
sama seinastu 4-5 árini.
– Í fjør mettu vit, at
vanligi kommunuskatturin
fór at vera 20,9 milj. krónur
í ár, men nú árið næstan er
umliðið, verður talan helst
um einar 24 milj. krónur.
Hann vísir á, at fíggjar-
ætlanin hjá kommununi
varð samtykt síðsta mána-
dag, og her verður mett, at
skattainntøkurnar
verða
24,9 milj. krónur í 2002.
Somuleiðis er samtykt, at
barnafrádrátturin hækkar úr
3.500 krónur uppí 4.000
krónur.
Skattaprosentið í Nes
kommunu er 19,9%.
Lítil íløgukvota
Súni heldur, at íløgukvotan
hjá kommununi er lítil,
men hon byggir - eins og
hjá hinum kommununum -
á fólkatalið, sum í dag er
tætt upp ímóti 1200.
– Okkara »kvota« fyri
komandi ár er 4,2 milj.
krónur. Av hesum hava vit
sett 1,7 milj. krónur av til
útstykkingina millum Gadd
og Heygar, og vit vóna, at
koyrandi verður ímillum
um eitt ár ella so.
Bygdarráðslimurin sigur,
at sambært ætlanini verða
rættiliga nógv grundstykkir
millum Gadd og Heygar.
– Her er gott pláss, eisini
til síðuvegir og grund-
stykkir uppat teimum, sigur
hann.
Av øðrum íløgum kann
nevnast, at 2 milj. krónur
eru settar av til eldrasam-
býli, sum kommunan fer at
byggja norðanfyri Føroya
Banka. Skitsuprojekt er til
viðgerðar í kommununi í
hesum døgum.
– Vit vóna, at jørðarbeið-
ið og partar av betongar-
beiðnum verður gjørt kom-
andi ár fyri hesar peng-
arnar. Men hetta røkkur
langt frá til alt projektið.
Enn er ikki avgjørt, hvussu
nógv verður bygt, men
roknast kann við, at kost-
naðurin verður umleið eina
miljón fyri hvørt búfólkið,
sigur Súni.
Ein hálv miljón er sett av
til havnalagið, og her
verður serliga talan um
asfaltarbeiði, sum er í
gongd og verður gjørt um
ársskiftið.
Nevnast kann eisini, at
Nes kommuna í fíggjarætl-
anini fyri 2002 hevur sett 2
milj. krónur í grunn til
víðking av skúlanum og 1
milj. krónur í grunn til
vetrarfriðing.
Seinastu fýra árini hevur
kommunan sett tilsamans
10 milj. krónur í grunn til
víðking av skúlanum.
Kommunan skuldarfrí
– 11 milj. krónur á
bók!
Tá ið havt verður í huga, at
kommunan sambært Súna í
Hjøllum var í »dýrastu
neyð« í 1993, men í dag er
skuldarfrí og eigur 11 milj.
krónur á bók, man hetta
kennast sum ein góður
dreymur.
– Undan seinasta komm-
unuvali rindaðu vit alla
skuldina í einum, sum
kommunan hevði. Talan var
um 14-15 milj. krónur, sum
kostaðu kommununi hálva
miljón í rentum um árið,
sigur bygdarráðslimurin at
enda.
Í dag er Nes kommuna
skuldarfrí og eigur 11 milj.
krónur á bók. - So her er
nógv hent, síðan vit í 1993
vóru í dýrastu neyð, sigur
Súni í Hjøllum,
bygdarráðslimur.
Tað grør um gangandi fót í Nes kommunu:
Skattainntøkurnar øktar 13 milliónir
krónur í átta ár
– So hvørt, sum virksemið í
kommununi tók seg
uppaftur, fyrst og fremst
við Fiskamarknaði Føroya
og seinni, tá ið Fiskavirking
lat virkið uppaftur,
vendist gongdin,
sigur Súni í Hjøllum
C
M
Y
K
9
8